Hvítabók grundarlag undir orðaskifti

FRÍGGJADAGIN varð Hvítabók almannakunngjørd. Hetta hendi fimm dagar áðrenn, landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum hevði í umbúna at lata Hvítubók fara úr bakkastokki á einum stórt uppsettum tíðindafundi úti í Tinganesi. Orsøkin var, at Útvarpið frammanundan hevði útvegað sær eitt eintak av bókini og hevði ta fyrstu frá-søgnina á middegi fríggjadagin. Tá var sjálvstýrisumsitingin noydd at lata ta nógv umrøddu bókina til allar fjølmiðlarnar - til almenningin sum so.

HVÍTABÓK er gott grundarlag at viðgera støðu Føroya og viðgera møguleikarnar fyri øktum sjálvstýri ella fullveldi, sum tykist verða tað longsta ein politiskur meiriluti kann fáast til í Føroyum.Hvítabóksum sáttmálabólkurin einmælt hevur skrivað undir, setir upp fleiri møguleikar fyri framtíðarstøðu Føroya. Tað veri seg bæði innan fyri verandi grundlóg, við eini frælsari skipan og einum fullveldi. Sjálvandi heldur landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, at frægasta loysnin er fullveldi. Og tað endurgav Sosialurin hann eisini fyri at siga í leygardagsblaðnum. Hann er tann einasti politikkarin, sum hevur ?meldað út? enn.

MEN tað er óivað rættasta leiðin, at bæði bløð og loftbornu fjølmiðlarnir fyrst royna at greiða frá høvuðsinnihaldinum í Hvítubók - fyritreytunum fyri eini nýggjari skipan fyri Føroyar - áðrenn politikkarar beina orðaskifti av kós. Tí hevur Jóannes Eidesgaard eisini rætt í tí, at hetta rúgvismikla tilfar skal viðgerast væl og virðiliga og í størsta álvarsemi, tí tað snýr seg jú um framtíð í Føroya. Hava vit fyrst valt eina loysn, vendist neyvan aftur. Vónandi gongur ikki ov long tíð til eisini andstøðan er tilreiðar at vera við í orðaskiftinum.

Tí er tað eisini av ógvuliga stórum týdningi, at fjølmiðlarnir seta fólk av at viðgera hetta málið, so tað kann lýsast so væl sum møguligt. Fjølmiðlarnir skulu jú helst kunna spyrja serfrøðingarnar, hví teir eru komnir til hesa ella hasa niðurstøðuna og hví teir halda hetta ella hatta. Og um tað er hald í tí, serfrøðingarnir hava sett á blað. Er tað t.d. torført at broyta grundlógina og fáa nøkur føroysk ynski í grundlógina, um politiskur meiriluti er fyri tí?

TAÐ fyrsta av hesi vikuni fer helst at ganga við at leggja fram upplýsingar úr Hvítubók, men eftir at Hvítabók er løgd fyri almenningin í morgin, kann ikki long tíð ganga, fyrr enn føroyski almenningurin fer at spyrja, hvat politisku flokkarnir halda.

FÓLK fara ikki bara at spyrja, hvørjum av teimum nevndu møguleikum landsstýrisflokkarnir legga seg upp at, men eisini hvørjum møguleikum andstøðuflokkarnir halda best um, ella um teir hava heilt onnur uppskot.

TÍÐIN nú er søgulig, og føroyska tjóðin er á einum vegamóti, eins og hon var á einum vegamóti eftir stríðslok í 1945 46. Tá endaði politiska stríðið við heimastýrisskipanini, sum var ein millumloysn millum loysing og gomlu amtsstøðuna. Javnaðarflokkurin hevur mælt til eina millumloysn - eina frælsa skipan, sum liggur millum heimastýri og loysing. Og henda leiðin tykist - eftir fyrstu gjøgnumgongd av bókini - minna ikki sørt um ta leið, sum Hvítabók letur upp sum eina møguliga gongda leið fyri føroysku tjóðina.