- Vit eru bangin fyri broytingunum, sum fara at henda, tí ein hoyrir so lítið ítøkiligt um, hvat fer at henda á teimum økjum, sum eru sera umráðandi fyri gomul, sjúk og brekað, sigur Doris Hansen, forkvinna í Meginfelag teirra Brekaðu, í samband við ætlaðu broytingarnar, ið eru væntandi, nú farið er undir at fyrireika fullveldi.
- Tað er sera nógv prát um stuðul sum skal burtur, blokkurin skal burtur, bygnaðarbroytingar av ymsum slag og søla av arvagransking, men eingin tekur tey fólkini, sum eru her í dag, uppá tungu. Hvat fáa tey í pensión, hvar skulu tey arbeiða og búgva?, spyr Doris Hansen.
Doris Hansen saknar ítøkiligan politikk, nú nógv er frammi um stýrisskipanarligar broytingar, fullveldi og búskaparligar tillagingar og í yvirlýsingini siga limirnir í MBF seg óttast fyri, hvussu hetta fer at ávirka liviumstøður teirra.
- Vit sakna okkurt ítøkiligt. Ein politikk, sum er her og nú. Vit blanda okkum ikki uppí fullveldi, ella ikki, men sakna okkurt ítøkiligt um, hvat vit skulu gera við hesi fólkini og hvussu skulu tey liva, sum øll onnur vanlig fólk í samfelagnum. Tað er bert beint fyri val, at tosað verður um tað, sigur Doris Hansen.
Eftirbátur
Í yvirlýsingini hjá MBF, har 19 feløg eru við, verður eisini nevnt, at "enn restar nógv í, til vit kunnu siga, at vit eru komin uppá eitt nøktandi norðurlendskt støði".
- Vit eru eftirbátur í hesum samanhanginum. Bæði fíggjarliga, við viðgerð og arbeiði og bústøðum. Tað er ikki bara tað, t ein fær eitt brekað barn, tá verður nógv gjørt á sjúkrahúsinum t.d. Men tá ein kemur heim, tá mugu foreldrini í gongd við at uppsøkja øll tey ymsu verkini og tey mugu sjálvi vera eitt stig frammanfyri alla tíðina, tí uppfylgingin er ikki nóg góð. Og tá foreldrini gerast eldri so kemur trupuleikin viðvíkjandi hvat skal verð av barninum, tá foreldrini ikki eru meira, sigur Doris Hansen, at hetta er eitt óneyðuga uppslítandi lív fyri hesar familjur.
Smá feløg
Tey flestu feløgini í MBF eru smá og ikki væl fyri fíggjarliga. Ofta eru tey sprottin úr donkum feløgum, men eru smá føroysk feløg, ið hava møguleika at luttaka á fundum niðri, men mugu gjalda sjálvi.
Á umboðráðsfundinum samdust feløgini um at gera yvirlýsingina, fyri at minna á, at tey liva eisini í dag.
Í yvirlýsingini verður millum annað sagt, at " nú broytingar møguliga skulu gerast í stjórnarskipanarligu viðurskiftunum, óttast limir okkara fyri, hvussu hetta fer at ávirka liviumstøður teirra". Dentur verður lagdur á, at feløgini taka ikki lut í politisku telvingini um fullveldisspurningin, men heita á politikararnar um at hava tey brekaðu og sjúku í huga, tá um framtíðina ræður.
Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, áðrenn blaðið fór til premtingar. Vónandi eydnast hetta til komandi blað.
Fíggjarmálaráðharrin hevur annars á fundi við tey ymsu aðalstýrini um fíggjarætlanirnar ár 2000. Útgangsstøðið er, at fullveldisætlanin skal síggjast aftur á fíggjarlógini og finnast skulu rationaliseringar innan tey ymsu aðalstýrini.