summarveðrinum fríggjadagin í farnu viku var móttøka í nýggju hølunum, sum hóast tey ikki er stór, eru sera hugnalig við eini røð av áhugaverdum málningum hangandi á veggunum. Lýsingarfyritøka og listaskáli [...] kanska var eisini onkur, sum serliga hevði latið seg lokkað av áhugaverdu málningunum á veggunum. Hetta eru málningar hjá Mariu Mørkøre, sum hevur arbeitt sum listakvinna burturav seinastu mongu árini. Ætlanin [...] millum Gunvá og Mariu, sum báðar hildu kundi verið stuttligt at royna, og sum báðar hava gleði av. - Vit høvdu brúk fyri onkrum áhugaverdum at hanga á veggirnar, og Maria hevði brúk fyri einum framsýningarhøli
millum teir fyrstu ellivu, var ikki greitt, tá vit frættu úr Keypmannahavn. Svenski FCK-venjarin, Hans Backe, hevur úttikið átjan spælarar. Millum hesar eru allir fýra álopsspælararnir, sum FCK hevur havt [...] verjuni. Í kvøld veðrur tað heilt avgerandi, at Djurgården ikki fær mál. Í Svøríki er landskappingin komin til endaspurtin. Djurgården er við í kappingini um meistaraskapin. Teir kappast við Malmö FF og Örgryte [...] sum viðhaldsfólk hjá so nógvum øðrum feløgum ? gera um seg upp á ein ikki serliga hepnan máta. Tað eru ikki nógvar vikur síðani, at hetta síðst kom fyri. Tí hevur løgreglan í Keypmannahavn gjørt seg væl
ikki er avkláraður, eru einastu viðmerkingarnir, sum formaðurin hevur til tíðindini. Sosialurin hevur tó frá væl vitandi keldum fingið at vita, at B36 og rumenski venjarin eru komin meira enn væl áleiðis [...] B36-venjarin Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at HB eftir øllum at døma hevur loyst venjaraspurningin fyri komandi ár, og nú tykist eisini sannlíkt, at grannarnir úr B36 hava fingið sín venjara upp á pláss
Hjalgrím Elttør og Heðin á Lakjun send innleggini úr vinstru. So avloysararnir eru helst klárir, men fyri fyrst gita vit so, at Rógvi verður inni. Í álopinum verða tað so Andrew av Fløtum og Johan Petersen [...] til soleiðis, at Christian Høgni Jacobsen og Suni Olsen taka sær av uppgávuni í síðuni, meðan tað to eru Jón Rói Jacobsen og Jóhannis Joensen, sum skulu hava sentralu leiklutirnar. Alternativið her Johan [...] hava teir langt siðani víst seg sum kanska vandamest álopsmenninir, men hvørgin tykist enn vera komin í rætta gearið í so máta. Á landsliðnum er heldur ikki altíð, at møguleikarnir verða so nógvir í tali
Mangur góður maður, sum nú er komin upp í árini, sigur seg við gleði minnast aftur á skúlatíðina á VBV, har Føroya Studenta - og Preliminerskeið byrjaði í 1937. Ikki var so vanligt tá, sum, nú, at søkja [...] hava verið við til at mynda føroyska samfelagið og samfelagskjakið tey farnu mongu árini. Og summi eru við enn. - Ja, árgangurin 1952 var kanska ikki so galin, skemtar ein av stigtakarunum til veitsluhaldið [...] Úr Runavík, Skopun, Vestmanna, Sandavági, Klaksvík, úr Havn og av Skála, Strondum og av Sundi. Og vit vórðu væl saman sjóvaði og hava hitst mangan tey mongu farnu árini, sigur Tormóður Djurhuus. Og tað
úr og síðani sendingarnar, sum vit kenna úr Útvarpi Føroya sunnukvøld. Nú er so lagt afturat og sum ein nýggj ? grøn ? grein á vaksandi stammui er heimasíðan pop.fo komin. [...] hevur føroyskur tónleikur fingið ein kliva á netinum. Tónleikur, upplýsing og ikki minst tíðindi eru at finna á síðuni, ið tykist áhugaverd. Umboð fyri manningina aftanfyri hevur sagt, at ætlanin er at [...] fo. Mangt forvitnisligt er fyri tónleikaáhugað. Síðan er virkin á tíðindaøkinum. Fimtan tær bestu eru at síggja á síðuni, eins og síðan vísir 10 teir fremstu sangirnar á føroyska Poptop listanum. Kanning
bygningur seinni í ár skal húsa Vaktar- og Bjargingartænastuni. Somu niðurstøðu eru umboðini hjá samgonguni í vinnunevndini komin til, eftir at vinnunevndin hevur ummælt spurningin. Stovnarnir, sum skulu halda [...] Samgonga og andstøða eru ikki á einum máli um, hvørt telegrafstøðin skal húsa einari føroyskari sjóbjargingarmiðstøð. Meirilutin í fíggjarnevndini tekur undir við ætlanini hjá landsstýrinum at keypa t [...] í løgtinginum í dag, og tá fæst helst greiða á spurninginum, sum hevur rættiliga stóran skund, nú vit nærkast summarinum og oljufeløgini fara at bora. Meirilutin í fíggjarnevndini heldur, at tað er ein
mínum og fakfelagnum (Føroya Verkfrøðingafelag, blðm.) málið, og teir eru farnir í holt við at kanna upppsagnargrundinar, sum eru givnar í skrivinum frá landsstýrismanninum og áðrenn tað havi eg ongan [...] nakað skeivt, tí sum hann sigur: ? Tað einasta eg havi gjørt er, at boða frá møguligum avleiðingum at vit ikki fáa neyðugu játtaninar. Tað tekur nakað av tíð at seta slíkar sparingar í verk, og tí má tað eisini [...] frágreiðingina, sum nú er likin út. ? Eg havi ikki sent fjølmiðlunum hana, men eg skilji, at hon er komin teimum í hendi, men hóast hon ikki er skirvað í sambandi við hoyringina, so eri eg ótrúliga glaður
Fleiri av týdningarmiklu fornminnum okkara liggja fram við sjóvarmálanum, har tey eru í vanda fyri at fara í havið. Í summum førum ber til at gera bakkaverjur at verja fornminnini, men í øðrum førum, sum [...] Tjóðsavnið í hesum førinum mett, at tað er rættast at grava fornminnini út. – Tað er umráðandi, at vit fáa til høldar so nógva vitan sum gjørligt um tær allar fyrstu búsetingar í Føroyum. Eg eri tí sera [...] Universiteti arbeiða seg niður ígjøgnum fláirnar. Beint undir svørðinum er ein ferhyrntur bygningur komin til sjóndar. Bygningurin er úr nýggjari tíð, og hevur møguliga verið ein tarakøstur. Bygningurin verður
undirtøkan verið svingandi, og tí tóku vit upp samstarv við Nám, sum hevur skipað fyri einum skeiði og sum nú fyrireikar skeiðini til næsta skúlaár. Hetta er eitt samstarv, vit fegnast um. Lions Club Tórshavn [...] tilfarið er á føroyskum, og gjørt greitt, hvat krevst bæði fíggjarliga og skipanarliga. – Vit hava lagt okkum eftir, at vit skulu fáa alt tilfarið á føroyskum, tí tað lættir sjálvandi um, bæði tá lærarar skulu [...] á donskum, men nú verður arbeitt við at fáa tað umsett til føroyskt, eftir at játtan um stuðul er komin frá altjóða Lions Club til endamálið. Hetta hendir í kjalarvørrinum av, at Nám hevur samskift við