Ofta verður verið tosað og gitt dúgliga aftur og fram, tá føroyska fótbóltslandsliðið skal spæla. Ikki minst er spenningurin stórur, hvørjar ellivu venjain sendir á vøllin, men tað tykist tó so, at hesin spenningur ikki er tann sami undan leygardegnum.
Fá alternativ
Í nógvar mátar er tað nevnliga so, at tað er mest sum givið, hvørjir leikarar verða á ymsu plássunum. Stóri spurningurin er kanska enn einaferð, hvør fer at verja føroyska málið. Báðir málverjarnir sýndu undir venjingunum, at Henrik kann tveita teir inn uttan at blunka, men tað verður nú helst so, at tað hóast alt verður Jákup Mikkelsen, sum byrjar.
Úti á vøllinum verður talan í øllum førum um nýggja verju. Helst verður hon riggað til soleiðis, at Christian Høgni Jacobsen og Suni Olsen taka sær av uppgávuni í síðuni, meðan tað to eru Jón Rói Jacobsen og Jóhannis Joensen, sum skulu hava sentralu leiklutirnar. Alternativið her Johan Byrial Hansen, sum eisini kann átaka sær leiklutin við síðuna av Jón Róa, men skal metast eftir skabelón-venjingunum, sum liðið hevði hósdagin, so verður tað helst Jóhannis, sum fær møguleikan.
Mitt á miðjuni er einki at ivast í, at Julian Johnsson og Fróði Benjaminsen gera, og yvirhøvur tykjast lutirnir á miðvøllinum vera lagdir í sera fastar karmar. Jákup á Borg hevur mest sum tikið patent upp á høgra miðvallarborð, og í vinstru verður tað eftir øllum at døma Rógvi Jacobsen.. Spurningurin er kanska, um hann nú verður heilt klárur at spæla. Hann hevur enn ikki vant við fullari ferð, og tá hann hevur sitið yvir, hava Hjalgrím Elttør og Heðin á Lakjun send innleggini úr vinstru. So avloysararnir eru helst klárir, men fyri fyrst gita vit so, at Rógvi verður inni.
Í álopinum verða tað so Andrew av Fløtum og Johan Petersen. Í heimligu kappingini hava teir langt siðani víst seg sum kanska vandamest álopsmenninir, men hvørgin tykist enn vera komin í rætta gearið í so máta. Á landsliðnum er heldur ikki altíð, at møguleikarnir verða so nógvir í tali, men tað er helst eingin ivi um, at venjaraparið hevur álit á, at teir báðir kunnu skora, og álitið er kanska eisini somikið stórt, at John Petersen verður tann, sum gongur fremst, tá Føroya fara inn á Laugardalsvøllin leygardagin.