Europa-Cup
Í kvøld skal einasta føroyingurin, sum er eftir í Europa-Cup kappingini, aftur í eldin. Talan er um Toda Jónsson, sum saman við FCK skal spæla í fyrsta umfarinum í UEFA-Cup kappingini. Dysturin verður í Parkini klokkan 19.10, og mótstøðuliðið verður Djurgården úr Stokhólmi.
Um Todi Jónsson verður millum teir fyrstu ellivu, var ikki greitt, tá vit frættu úr Keypmannahavn. Svenski FCK-venjarin, Hans Backe, hevur úttikið átjan spælarar. Millum hesar eru allir fýra álopsspælararnir, sum FCK hevur havt hetta kappingarárið. Umframt Toda Jónsson er talan um Peter Møller, Jørgen Pättersson og Sibusiso Zuma, sum hevur veirð leikbannaður tvær teir síðstu ferðirnar í landskappingini.
Í innleiðandi umfarinum vann FCK samantalt 7-2 á Georgiska Lokomitovo Tbilsi. Ta ferðina var FCK eisini fyrst á heimavølli, og tá var Todi Jónsosn stóra hetjan, tí hann skoraði tvey av teimum trimum heimamálunum í 3-1 sigrinum.
Í Europa-Cup hava heimadystirnir sera stóran týdning. Tá FCK spældi í Parken ímóti georgiska liðnum, komu gestirnir á odda. Tað var sera óheppið, tí útivallarmál kunnu verða altavgerandi. Undan dystinum í kvøld verður hildið, at tað kom sera væl við hjá FCK, at teir í landskappingardystunum sunnudagin móti AB megnaðu at halda tætt í verjuni. Í kvøld veðrur tað heilt avgerandi, at Djurgården ikki fær mál.
Í Svøríki er landskappingin komin til endaspurtin. Djurgården er við í kappingini um meistaraskapin. Teir kappast við Malmö FF og Örgryte. Sunnukvøldið vann Djurgården 3-1 í Helsingborg. Tað var Hans Backe eygnavitni til.
Tættur spenningur
Áskoðararnir hjá Djurgården hava ikki so ógvuliga gott orð á sær. Teir kunnu ? tíverri sum viðhaldsfólk hjá so nógvum øðrum feløgum ? gera um seg upp á ein ikki serliga hepnan máta. Tað eru ikki nógvar vikur síðani, at hetta síðst kom fyri.
Tí hevur løgreglan í Keypmannahavn gjørt seg væl út til í kvøld. Teir meta uppgávuna at vera eins álvarsama, sum tá Arsenal fyri trimum árum síðani var í Keypmannahavn og spældi finalu í UEFA-Cup. Ta ferðina var tað sera ófriðarligt og vandamikið, tá illstøða stóðst millum viðhaldsfólkini hjá Arsenal og tey hjá turkiska Galatasary. Tað verða umleið fimm túsund viðhaldsfólk hjá Djurgården í Parkini í kvøld. Samlaða áskoðaratalið fer ivaleyst at verða omanfyri tey 25 túsund.