B36-venjarin
Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at HB eftir øllum at døma hevur loyst venjaraspurningin fyri komandi ár, og nú tykist eisini sannlíkt, at grannarnir úr B36 hava fingið sín venjara upp á pláss.
Talan skal í so fall vera um Ion Geolgau, sum frá 1998 til 12. umfar í ár hevur verið venjari hjá HB. Eftir 12. umfar ? sum var móti júst B36 ? gjørdi leiðslan í HB av at koyra rumenan úr venjarastarvinum.
Onga viðmerking
Formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, hevur ongan hug at gera nakrar viðmerkingar til tíðindini, og til venjaraspurningin yvirhøvur.
- Hatta havi eg onga viðmerking til. Støðan hjá okkum er óbroytt. Tað vil siga, at venjaraspurningurin ikki er avkláraður, eru einastu viðmerkingarnir, sum formaðurin hevur til tíðindini.
Sosialurin hevur tó frá væl vitandi keldum fingið at vita, at B36 og rumenski venjarin eru komin meira enn væl áleiðis í einari bindandi avtalu, og hetta er eisini væl í tráð við tað, sum Ion áður hevur sagt.
Bara tríggir møguleikar
Í viðtali við Sosialin tann 20. august segði Ion Geolgau fyrst og fremst, at hann og konan í sínari høvdu gjørt av, at tey skuldu dvølja í Føroyum í nøkur ár, og at hetta framvegis var ætlanin.
Víðari segði venjarin tá eisini, at tað fyri seg hevði nógv at siga, at um hann skuldi verið venjari hjá øðrum føroyskum felagi, so var tað av avgerðandi týdningi fyri seg, at talan var um eitt felag við stórari ungdómsdeild, og hetta gevur helst í veruleikanum bara tríggjar møguleikar. Nevnliga NSÍ, KÍ og B36. Eisini hóast tað helst er so, at mest sum øll feløgini í bestu føroysku deildini hava spurt seg fyri hjá rumenanum.
Runavíkingar hava framvegis Jógvan Martin Olsen sum venjara komandi kappingarárið, og sum sæst aðra staðni í blaðnum, so verður tað neyvan til KÍ, at Ion fer, og so er helst bara ein møguleiki eftir.
Ein annar møguleiki er so sjálvandi eisini, at Ion verður verandi í Føroyum, uttan at hava nakað venjarastarv, men at ein slíkur maður skal kunna ganga leysur í Føroyum, tykist vera sera lítið sannlíkt.









