Sjóbjargingin á dagsskránni

Løgtingið skal í dag taka støðu til, um MRCC-støðin skal vera føroysk ella vit skulu brúka Marinustøðina til sjóbjargingarmiðstøð eina tíð afturat. Føroyska loysnin er ein panikkloysn, heldur andstøðan

Samgonga og andstøða eru ikki á einum máli um, hvørt telegrafstøðin skal húsa einari føroyskari sjóbjargingarmiðstøð. Meirilutin í fíggjarnevndini tekur undir við ætlanini hjá landsstýrinum at keypa telegrafstøðina frá Føroya Tele fyri 20 milliónir krónur, meðan andstøðan heldur, at talan er um eina panikkloysn.

Málið kemur til aðru viðgerð í løgtinginum í dag, og tá fæst helst greiða á spurninginum, sum hevur rættiliga stóran skund, nú vit nærkast summarinum og oljufeløgini fara at bora.

Meirilutin í fíggjarnevndini heldur, at tað er ein góð loysn at keypa telegrafstøðina og leggja MRCC-støðina í sama bygningi sum Tórshavn Radio, og at sami bygningur seinni í ár skal húsa Vaktar- og Bjargingartænastuni.

Somu niðurstøðu eru umboðini hjá samgonguni í vinnunevndini komin til, eftir at vinnunevndin hevur ummælt spurningin.

Stovnarnir, sum skulu halda til í telegrafstøðini, hava allir við vaktarhald at gera, og møguleiki skuldi verið fyri at spart uppá starvsfólk, halda samgonguumboðini í vinnunevndini.

Tey mæla tí til, at løgtingið samtykkir uppskotið um eykajáttanarlóg, har biðið verður um 20 milliónir krónur til at keypa telegrafstøðina frá Føroya Tele. MRCC-støðin skal eftir ætlan fáast at virka frá 1. apríl í ár, og meirilutin í fíggjarnevndini heldur tað vera ein fyrimun, at MRCC-støðin kann koma í gongd beinanvegin í hóskandi umhvørvi.


Panikkloysn

Somu áskoðan hava umboðini hjá andstøðuni í fíggjarnevndini ikki. Tey vísa til viðmerkingarnar hjá minnilutanum í vinnunevndini, har sagt verður, at talan er um eina forhastaða avgerð. Minnilutin heldur í staðin, at MRCC-støðin, sum frammanundan er í Føroyum, kann loysa uppgávuna, og tí er óneyðugt at játta 20 milliónir krónur til at keypa telegrafstøðina fyri nú.

Í dag er MRCC-støðin á Marinustøðini, sum ikki heldur stórvegis trupulleikar standast av at skula umsita støðina eina tíð afturat.

Í vinnunevndini hevur andstøðan eisini sett spurnartekin við ætlanina um at Fiskimálastýrið, skipasýnið, MRCC-støðin, Vaktar- og Bjargingartænastan og Tórshavn Radio skulu halda til í telegrafstøðini.

Minnilutin heldur, at hesin spurningurin eigur at verða kannaður nærri, og inntil tá, skal verandi MRCC-støð halda fram.

Umboðini hjá andstøðuni í fíggjarnevndini mæla tí løgtinginum frá at samtykkja málið.

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 13.30, og tá fæst helst at vita, hvørjari loysn tingmenn taka undir við.