Góðtekur ikki uppsøgnina

Maðurin í rokanum á Landssjúkrahúsinum, Jákup Mørkøre, góðtekur ikki hørðu ákoyringarnar um illoyalitet og manglandi lýdni. ? Men eg fái ikki úttala meg meira meðan sakførari mín og fakfelagið kanna grundgevingarnar fyri uppsøgnini, sigur hann

Tað vóru ikki hissini ákoyringar, sum Jákupi Mørkøre vóru fyri, nú hoyring varð sett í verk við tí fyri eygað, at siga hann úr starvi.

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, sigur í skrivi til Jákup Mørkøre, at hann hevur verið illoyalur og hevur víst manglandi lýdni móti politiska myndugleikanum, hann er settur at virka undir.

Og hesi orð hava sum verða mann tikið fæst.

? Eg skilji ikki ákoyringarnar og eg góðtaki tær heldur ikkis, igur Jákup Mørkøre, sum leggur afturat, at hann hevur kunnað aðalstjóran og landsstýrismannin um alt tað sum er farið fram í hesum máli.

Tað, sum nú aftaná undrar Jákup Mørkøre er, at hvørki aðalstjórin ella landsstýrismaðurin látast vita um tað sum er farið fram, og tað skilur hann í veruleikanum ikki petti av.

? Um tú lesur frágreiðingina, sum eg sendi stýrinum um vikuskiftið, so sæst, at eg tvær ferðir havi spurt, um eg skal kunna aðalstjóran og landsstýrismannin, men báðu ferðir var svarið nei, tí landsstýrismaðurin var fult kunnaður, so tað hongur ikki saman, sigur Jákup Mørkøre, sum kortini ikki vil siga nógv meira um málið.


Kanna uppsagn

argrundina

? Eg havi latið sakførara mínum og fakfelagnum (Føroya Verkfrøðingafelag, blðm.) málið, og teir eru farnir í holt við at kanna upppsagnargrundinar, sum eru givnar í skrivinum frá landsstýrismanninum og áðrenn tað havi eg ongan møguleika at úttala meg meira í hesum málinum, sigur Jákup Mørkøre.

Hann heldur, sum sagt ikki, at hann hevur gjørt nakað skeivt, tí sum hann sigur:

? Tað einasta eg havi gjørt er, at boða frá møguligum avleiðingum at vit ikki fáa neyðugu játtaninar. Tað tekur nakað av tíð at seta slíkar sparingar í verk, og tí má tað eisini fráboðast í góðari tíð, sigur Jákup, sum við tí ikki heldur, at hann hevur borið seg skeivt at.

Kortini er hann sum vera mann, sera fegin um, at hann skrivaði frágreiðingina, sum nú er likin út.

? Eg havi ikki sent fjølmiðlunum hana, men eg skilji, at hon er komin teimum í hendi, men hóast hon ikki er skirvað í sambandi við hoyringina, so eri eg ótrúliga glaður fyuri at eg gjørdi hana, sigur Jákup Mørkøre at enda.