Tónleikur
Tann 2. mai var bert ein av óivað fleiri nýggjum heimasíðum fyri fyrstu ferð á netinum. Heimasíðan pop.fo sá dagsins ljós, og er tað manningin handan Studio Pegasus í Klaksvík, ið stendur aftanfyri.
Við heimasíðuni hevur føroyskur tónleikur fingið ein kliva á netinum. Tónleikur, upplýsing og ikki minst tíðindi eru at finna á síðuni, ið tykist áhugaverd.
Umboð fyri manningina aftanfyri hevur sagt, at ætlanin er at nýta teir møguleikar, ið alnetið hevur sum miðil framum gomlu, kendu miðlarnar.
Frumframførsla
Í sær sjálvum hevur síðan verið ein frumframførsla, nýhugsan. Men sum nakað av tí fyrsta, kundi síðan við einkarætti bjóða teim vitjandi tónleik frá nýggju fløguni við All That Rain. Hetta var frumframførsla. Her var síðan fyrst, tí tónleikurin var at hoyra á pop.fo, áðrenn tónleikurin og fløgan gjørdust almenn.
Hervið hevur pop.fo staðfest seg sum tíðindamiðil, ið roynir at verða fyrst við tí nýggjasta.
I Am til Noregs
Nakað annað, sum pop.fo avdúkaði er, at gospelbólkurin úr Klaksvík, I Am, er boðin á festival. Og talan er um størsta gospelfestival í Norðurlondum og hesin er í Noreg.
Eisini tíðindini um avlýstu konsertina hjá Jerusalem komu fyrst á pop.fo.
Mangt forvitnisligt er fyri tónleikaáhugað. Síðan er virkin á tíðindaøkinum. Fimtan tær bestu eru at síggja á síðuni, eins og síðan vísir 10 teir fremstu sangirnar á føroyska Poptop listanum.
Kanning
Síðan hevur eisini eina kanning. Aktuelli spurningurin er, hvørt tikið verður undir við, at landskassin stuðlar útflutningi av føroyskum tónleiki.
Fyrst í vikuni høvdu 646 vitjandi greitt atkvøðu. 62,1% søgdu seg vera fyri, 29,6 % ímóti og 8,4% vistu ikki.
Spurningurin og svarúrslitið er áhugavert, nú Prix Føroyar er farið aftur um bak, og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, hevur sagt seg taka undir við hugsanini, at slíkur útflutningur verður stuðlaður.
Manningin handan Pegasus í Klaksvík hevur langt síðani prógvað seg og sínar eginleikar og hevur lagt rygg til ein kreativan orkudepil. Pegaus byrjaði sum upptøkustudio, síðani spruttu m. a. Kular Røtur burtur úr og síðani sendingarnar, sum vit kenna úr Útvarpi Føroya sunnukvøld.
Nú er so lagt afturat og sum ein nýggj ? grøn ? grein á vaksandi stammui er heimasíðan pop.fo komin.