Tað má ikki henda seg, at tit, tit sum vóru so klók, fortelja børnunum hjá tykkum, at ja, tit høvdu møguleikan, men tit tóku hann ikki, sigur ein avgjørdur Lech Walesa. - Men tit mugu gera tað saman, øll [...] Póllandi. Har situr hann inntil 1995, tá hann ikki er afturvaldur. ? Tit hava ábyrgdina So tað er ein vælbrýndur maður, sum boðar sín boðskap henda dagin á Harvard. - Eg sigi til tykkum næmingar: tit hava alla [...] frammanfyri tykkum. Tað skulu vera tit, tit ungu og útbúnu, sum skulu byggja verðina og leiða hana, sigur Lech Walesa við tey gott 200 fólkini í Kennedy-salinum. - Tit hava ábyrgdina av, at søgan ikki
nógv. Nei, vit fara niður á Oyrasundskollegiið saman við øllum vinunum og á Jacques um kvøldið (har kunnu vit eisini keypa Føroya Bjór og Club20-skot). Men hví er tað so? Hvat er tað, sum ger, at vit føroyingar [...] Bretland og U.S.A. Fíggjarligu fortreytirnar eru har, teimum manglar bara brúkaran - teg! Kunning. Fólkinum manglar kunning. Kæru myndugleikar, duga tit ikki at síggja tað? Ella er tað bara líkamikið? Tað [...] vanligt gerst tað í londunum uttan um okkum, at ungdómurin fer til tey mest framkomnu londini at lesa. Har fáa tey ríka og mennandi útbúgving, umframt nýggjan íblástur. Men vit føroyingar fara í sama lag til
um sangi og spæli. - Eg leggi mailing-listan á borðið, og so kunnu tit skriva tykkum upp. Eg havi ongar t-shirts ella nakað, sum tit kunnu keypa. "Sleeping with the lights on", sum hevur verið at hoyrt [...] fult. Lítlu umstøðurnar gjørdu, at tað kom meira at líkjast eini lítlari privatari konsert, enn eini, har øll kundu koma. Og sjálvt um ungi havnarmaðurin hevur fingið ein risastóran plátusáttmála, so hevur [...] ætlan skal hann eisini spæla á Musikcaféen í Århus í kvøld. - Eg havi spælt nógvar konsertir í USA, har eg havi verið á míni fyrstu tónleikarundferð, og eg var útlúgvaður. Men nú havi eg havt høvið at hvíla
at vit halda, vit kunnu vera Várharra fyriuttan. Vit eru vorðin líkasæl, tí vit halda, at vit kunnu rinda okkum frá øllum. Fólk skulu uppliva okkurt lagnutungt, áðrenn tey síggja, at tey ikki kunnu klára [...] skuldi ikki verið neyðugt í londum, har vit eru so rík, men soleiðis er tað tíverri. Kanska hava tit í Føroyum betri møguleikar at fara við tykkara menningartarnaðu, tí tit búgva tættari og kenna hvønn annan [...] klára alt sjálv. Líkasælan kemur í okkum yvir fyri okkara medmenniskjum, tí vit halda vit kunnu rinda okkum frá tí. Men tað kunnu vit ikki, sigur hon. Tað er ikki tí hon heldur, at vit kundu klárað okkum uttan
hvussu summi kunnu halda, at Hósvíkar kommuna fær líka nógv burtur úr við at samstarva sum aktivt at verða við í felagskommununi. - Tey, sum sita við avgerðunum, kunnu jú altíð siga: Farið tit út og keypið [...] Eftir seinastu fólkaatkvøðu hava vit undirskrivað ein sáttmála, har vit eru við til at bera okkara part av útreiðslunum, men bert kunnu fáa eygleiðarastøðu ? og ikki atkvøðurætt ? í nevndini. Eygleiðarastøða [...] sitið í bygdarráðnum í Hósvík. - Eg skilji tað ikki, tá hesin í fyrstu atløgu talar fyri, at vit halda okkum burtur og síðan tosar um samstarv eftir, at vit ikki eru við í felagskommununi. Í mínari verð
at besta tænastan fyri borgararnar í Sandoynni er fyrst og fremst ein støðug og varðandi skipan, har í øllum førum ein kommunulækni arbeiðir í oynni allar gerandisdagar í vanligari arbeiðstíð. Hendan [...] Sjálvandi hava hesi somu krøv og sama rætt, men tað vikar ikki tann veruleika, at hetta er ómøguligt. Vit kunnu altíð nýta trygdina og trygdarkenslu sum grundgeving og so krevja og krevja. Og serliga lætt er hetta [...] sum ikki hava atgongd til kommunulækna, hóast ein hjartatilburður ella okkurt annað er eins hugsandi har sum heima við hús. Góði Alfred! Lat okkum vera realistisk og royna at finna eina skilagóða skipan fyri
fer at ynskja hesa donsku lóg vælkomna. Ringt var tó, at halda látrinum aftur, tá eg seinni las samrøðu tína vid Dimmalætting fríggjadagin. Har tú greiður frá, at sjálvandi varð tað tú í legði uppskotið [...] tað tit ynskja. At enda Bjarni, eini vinarráð. At tú hevur politiskar ambitiónir, lýsur av tær, serstakliga við tíni markleysu markeringstrongd. Vandin liggur tó í, at mussaskøði tekur yvirhond, har høvdið [...] skipanir á arbeiðsmarknaðinum, sigur tú: »Ein nevnd var longu sett í 1998 at arbeiða vid hesum máli, men har spurdist einki burturúr, tí kjakið bleiv, um málið um ein gerðarætt skuldi snúgva seg um lóggeving
Sunnudagin kl. 11 Morgunmøti. Verið hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Skopun Vikuskiftismøtini halda fram. Í kvøld kl. 20 Møti við Hjalgrim Davidsen, Jónhilda og Guðlak syngja. Sunnudagin kl. 14 Sun [...] felag fyri brúkarar í Føroyum. Limagjaldið er 100 kr. árliga. Øll, einstaklingar frá 16 ár og feløg, kunnu gerast limir við at skriva til postadressuna niðanfyri, ella venda sær til ein í nevndini: Ingun Simonsen [...] við felagið fæst við at ringja tlf. 322686. Umsóknarbløð til Heimavirkisleguna í Danmark í summar kunnu fáast við at venda sær til felagið. LISA - Skrivstovan hjá Listafólkasambandið Føroya í Pætursarstovu
gera. Ístaðin fóru teir til Svanemøllen, har ein smábátahavn er. Har løgdu teir skutaran, og síðani gingu teir stutta teinin frá Svanemøllen til Langelinie, har Lítla Havfrúgvin bíðaði saman við øðrum góðum [...] kvøldið. Tá varð rættuliga fitt av fólki á staðnum, eini 40-50 fólk, har mesti parturin vóru føroyingar. Og tað varð bíðað og bíðað, men har komu ongir menn. So lótu teir hoyra frá sær aftur, og varð tað ein [...] tað stóra um umstøðurnar undir slíkum tiltøkum. - Men hví gjørdu tit tað av fyrstan sinni, spyrja vit Atla, sum skal í TV 2 týskvøldið, har sjónvarpsstøðin sendir beinleiðis frá samrøðu við Atla og Svein
bara glað fyri. - Eg hugsaði: føroyingar eru frálíkir áhoyrarar. Tit halda tykkum ikki duga alt, sum danir gera. Serliga enska málið halda danir seg vera ótrúliga stinnir í. Í Danmark flenna tey ikki at [...] eigur hon nógvar - og eisini um føroyingar. Sunnudagin var hon við eitt tiltak í Norðurlandahúsinum, har hon las upp, og fólk høvdu eisini høvi at seta nakrar spurningar. - Vanliga luttaki eg á stevnum eini [...] ótal av bókum, sjónleikum og útvarpsleikum. Var_ fødd í: Ongland, men flutti til N_ Sæland og bú_i har til hon var fjúrtan ár. Flutti sí_ani til Onglands og byrja_i at lesa búskaparfrø_i. B_r nú í: Dorset