Byrjað verður við, at Vinnuhúsið nýtir alla orku, at geva arbeiðarafeløgunum fulla ábyrgd av verkfallinum. Síðani verður trúttað niður í fólk, at Føroyar hava heimsmet í verkføllum. Um somu tíð verdur Gallup biðið um at gera eina onkisigandi og villleiðandi kanning.
Meðan hettar gongur fyri seg, verður fulltrúði hjá Bjarna settur at grava gomlu umsettu donsku lógina um arbeiðsmarknaðin fram aftur. Síðan trýnur Bjarni fram á pallin. Í bestu summarferiutíð verða brøv send út, tí nú skal skil koma á arbeiðsmarknaðin. Og tá samfelagið er við at vakna úr summardvalanum, er klárt hjá Bjarna at fara í hernað.
Bjarni! Ikki sørt, at sáttmálapartarnir smírdust, tá vit í einum steðgi í samráðingunum, hoyrdu teg í loftmiðlunum skíra skipanina á danska arbeiðsmarknaðinum verandi av heimsins bestu. Ikki minni, tá tú alfaðirliga greiddi okkum frá, at sjálvt Starvsmannafelagið at enda fer at ynskja hesa donsku lóg vælkomna.
Ringt var tó, at halda látrinum aftur, tá eg seinni las samrøðu tína vid Dimmalætting fríggjadagin. Har tú greiður frá, at sjálvandi varð tað tú í legði uppskotið um fastan gerðarætt og semingslóg fram, tí tú hevði so sera gott innlit í júst hesum málinum.
Seinni tagnaði láturin tó. Í gjøgnumgongdini av tínum arbeiði at gera skipanir á arbeiðsmarknaðinum, sigur tú:
»Ein nevnd var longu sett í 1998 at arbeiða vid hesum máli, men har spurdist einki burturúr, tí kjakið bleiv, um málið um ein gerðarætt skuldi snúgva seg um lóggeving ella um avtalur. Og so var tað spurningurin um fundarsamsýning. Aftur í 2000 var ein nevnd sett um at gera eina nevndarsamtykt. Men heldur ikki tá bar til, og Starvsmannafelagið møtti illa upp til fundirnar, sigur Bjarni Djurholm. Og sum ikki einaferð, tók ósemja seg upp um arbeiðið umframt afturvendandi kjakið um fundarsamsýning«.
Her fert tú ikki bara lætt um sannleikan, hettar er ein stór, loddrøtt lygn úr enda í annan.
Tann fyrra nevndin fra 1998 skal eg ikki svara fyri, Starvsmannafelagið átti ikki umboðið í arbeiðsbólkinum. Men í seinnu nevndini umboðaði eg almenna arbeidsmarknaðin. Hildin var 1 fundur, Bjarni Djurholm, ein. Fundurin varð hildin á tínum kontóri í Tinganesi. Møtt vóru Vígdis Johannesen, umboðandi privata arbeiðsmarknaðin, eg sjálvur og fulltrúðin, tú hevdi sett. Hvørki almennu ella privatu arbeiðsgevaraumboðini møttu. Fundurin var tí óformligur og tú var eisini við í kjakinum. Hettar, hóast ætlanin ikki var, at tú skuldi vera á fundi.
Síðani hava vit hvørki hoyrt orð ella eið. Burtursæð frá, at fulltrúðin, onkuntíð eg havi hitt hann, hevur havt á munni, at vit áttu at savna nevndina aftur.
Á fundinum greiddi eg tær frá um danska arbeiðsmarknaðin:
At danska arbeiðsmarknaðarskipanin vard grunnløgd við høvuðsavtaluni í 1899, og at allar lógir um gerðarætt, arbeiðsrætt og seming aftaná tað eru gjørdar eftir semju millum partarnar. Tað er tað ser-staka við donsku skipanini, harra Bjarni Djurholm, ið tú sigur vera heimsins bestu. At partarnir sjálvir avgerða spælireglur, sum teir tískil kenna sum sínar egnu.
Tí greiddi eg tær eisini frá, at Starvsmannafelagið onki hevði ímóti nýhugsan á arbeidsmarknaðinum, men skuldu samráðingar um tað takast upp, mátti okkara sáttmálapartur, ið landstýrið hevur valt at vera Fíggjarmálastýrið, taka spurningin upp við okkum.
Tað eru ikki bara vit, ið hava greitt tær frá hesum. Eisini umboð fyri Dansk Industri greiddi tær frá, á fundi í Vinnuhúsið, minnist meg rætt, stóð fyri á Hotel Føroyum, at »Den danske model kan ikke kopieres«, nevniliga tí hon er grundað á avtalu millum partarnar. Sama hevur umboð fyri LO sagt frá í samrøðu við eitt av bløðunum í summar. Hví trongir tad ikki inn? Tá partarnir eru samdir um spælireglur, skulu vit boða tær frá, og sídan skalt tú sleppa at smíða lógir.
Markháttligt allíkavæl, at sitandi samgonga í hesum Ulla Bøje´tíðum, og tosi um samráðingar millum javnbjóðis partar aftur eru frammi, ikki skal fata hettar. Hví skal Bjarni Djurholm og hansara umsiting kroysta lógir í høvdi á okkum? Hevur nakar av teimun roynt arbeiðsmarknaðar-samráðingar áður? Og hvar skal følingin av, hvørjar loysnirnar eru, koma frá?
Øll vit, ið hava roynt samráðingar við Føroya Arbeiðsgevarafelag, vita, at talan ikki er um veru-ligar samráðingar. Allar reguleringar í sáttmálanum skullu takast burtur, tí arbeiðsgevarin sjálvur er bestur at stýra tí, og lønin skal vera so lág sum møguligt, tí tey flestu fáa meiri allíkavæl. Restin verður litið upp í hendurnar á semingsstovnin.
Sjálvt undir verkfallinum í vár nýtti Vinnuhúsið hettar. Um tad er so, at tey flestu fáa meiri enn minstuløn, hví í Harrans navn skal samfelagið trælabindast í einum verkfalli í fleiri vikur? Kundi semja ikki funnist, áðrenn komið var so langt?
Og hví varð verkfallið longt við heilum síðum í bløðunum við manipulerandi útspillingunum, bert fyri at trýsta politiska myndugleikan upp í spæli.
Svarið liggur helst í siðvenjuni hjá arbeiðsgevarunum. Teir eru ikki vanir at klára seg sjálvar. Hóast bæði teir og politikkarnir reypa av, at stuðulin til vinnuna endaliga er avtikin, so er einasta vend, at har vit fyrr stuðlaðu yvir skattin, skal lønarafturhald nú verða okkara stuðul. Til tað skulu teir eisini stuðlast til samráðingarnar.
Skal skipanin á arbeiðsmarknaðinum nútíðargerast, er neyðugt, at Vinnuhúsið kemur til samráðing-arborið. Men treytin er eyðsýnd. Politiski mynduleikin noyðist eina ferð med alla at gera teimun greitt, at samráðingarnar á arbeiðsmarknaðinum noyðast teir at klára sjálvir. Ikki fyrr enn teir hava fingið fatan av tí, kunnu partarnir fara í gongd við veruliga at skipa arbeiðsmarknaðin av nýggjum. Tí í seinasta enda ynskir ongin hvørki verkbann ella verkfall. Men tað krevur, at tveir javnbjóðis partar setast yvirav hvørjum øðrum.
Umframt hetta krevst, at partarnir hava álit á hvørjum øðrum og ikki minst at trúvirði er til staðar.
At framleida villeidandi statistik fremur ikki trúvirði. At Vinnuhúsið nýtir stóra orku, at umseta meiningina hjá Dansk Arbejdsgiverforening, er teirra borð. Men harfrá, at endurgeva villeiðandi hagtøl og gera skeivar útrokningar fyri at føroyska tilfarið, fremur ikki trúvirði. At DA heldur tað vera ein funnan fress, at hagtøl fyri verkføll skullu leggjast fyri 4 ár, har størsta verkfallið í ártíggjur í Danmark av »tilvild« liggur innanfyri mugu danir strýðast um. Men at Vinnuhúsið atfinningarleyst umsetur hettar til føroysk viðurskifti beinleiðis eitrar orðaskifti.
Tað hevur lukkast væl, at geva føroyingum tað fatan, at hvørja fer samráðingar eru, endar tað í verkfallið. Men hví hava hesi verkføllini verið. Fyrst og fremst er tað grundað á manglandi álitið og trúvirði millum partarnar. Tað byrjaði við eini greiðari avtalu millum partarnar, at løntakarin á almenna arbeiðsmarknaðinum skuldi fara 10% niður í løn í eitt 10 mánaðar skeið, til at hjálpa uppá tað vanlukku støðu vinnulívið hevði ført okkum í. Henda semja varð greitt brotin, og avleiðingarnar sóðu vit fram til verkfallið í 1999. Privati arbeiðarafeløgini høvdu somu positivu medferð. Hóast ongin ábyrgd kundi leggjast á teirra herðar, nýtti Vinnuhúsið teirra vælvild til at fanga tey við buksunum niðri. Ongantíð hevur Vinnuhúsið almannakunngjørt, at lønargongdin øll hesi árini hevur ligið um 4% í grannalondunum hvørt einasta ár. Skulu vit hava nakað statistiskt tilfar, so skulu vit hyggja 30 ár aftur í tíðina, og hetta hevði víst, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er serstakliga friðarligur. Tað, Bjarni Djurholm er í holt við, fremur misálit og harvið stríð, trýst elvir til móttrýst. Er tað veruliga tað tit ynskja.
At enda Bjarni, eini vinarráð. At tú hevur politiskar ambitiónir, lýsur av tær, serstakliga við tíni markleysu markeringstrongd. Vandin liggur tó í, at mussaskøði tekur yvirhond, har høvdið og heimaarbeiði sjáldan fylgja við. Sovorðnir politikkarar verða ofta døgnflugur. Teir, ið standa eftir, tosa lítið, gera sítt heimaarbeiði, og lata eftirtíðina døma um, nakað kom burturúr.
Og sum seinasta viðmerking í hesi umbering, so kemur onki svar frá okkum, áðrenn hoyringsfreistin er runnin. Orsøkin er einføld. Títt trúvirði er farið. Sum tú veist, er hettar eisini orsøkin til, at ministarar í øðrum londum noyðast frá, tá teir tríva til lygnina í almenna orðaskiftinum. Ein landstýrismaður uttan trúvirði eigur ikki at vera nakar savnaðargripur.