Sandoyggin og Alfred Olsen

Bill Justinussen

Alfred Olsen hevur í bløðunum lesarabræv við heitinum Sandoyggin. Her nemur hann við kommunulæknaviðurskiftini í Sandoynni. Hetta mál hevur fingið nógva umrøðu seinastu árini, tí kommunulæknaviðurskiftini í oynni hava verið vánalig og eru tað framvegis, hóast ein bati nú er at hóma, ið hvussu so er fyri eina tíð.
Familju- og Heilsumálaráðið hevur nýtt nógva orku at loysa hetta mál á ein fyri øll í Sandoynni og Hesti nøktandi hátt, men hetta hevur ikki enn borið á mál. Okkara loysn hevur tikið støði í tí, sum er møguligt. Tá eg sigi møguligt, er tað í ásannan av, at tað tykist fyri tíðina at vera ógjørligt at finna ein og enn minni tveir læknar, sum hava hug at seta seg niður í Sandoynni sum kommunulæknar. Nógv góð hugskot eru nevnd, ikki minst av báðum tingmonnunum og landsstýrismanninum í oynni, og hava vit tikið øll hugskot til okkara og givið teimum ein møguleika. Tó enn til fánýtis.
Tí gjørdist okkara niðurstøða, at besta tænastan fyri borgararnar í Sandoynni er fyrst og fremst ein støðug og varðandi skipan, har í øllum førum ein kommunulækni arbeiðir í oynni allar gerandisdagar í vanligari arbeiðstíð. Hendan skipan tryggjar øllum regluliga atgongd til kommunulækna og ger, at øll kenna læknan og læknin kennir øll; hetta hevur verið eitt av mongum vansum við verandi skipan, tí skiftið av vikarum er stórt. Henda skipan er eftirspurd av fleiri av teimum læknum, sum eru komnir nakað upp í árini og ynskja eitt laðaligari arbeiðslív. Ikki óaktuelt, nú fólk úr Noregi eru og kunna um eldraskipanir á norska arbeiðsmarknaðinum
Tíverri hevur tað enn ikki eydnast okkum at fáa undirtøku fyri eini varandi loysn frá politisku umboðunum í oynni. Tað, sum er møguligt, ynskja tey ikki, og tað, sum tey ynskja, er ikki møguligt. Okkara uppgáva er at tryggja øllum sandoyingum og hestfólk-um ta best møguligu tænastu, og tað verður sjálvandi gjørt.
Alfred Olsen sigur, at okkara loysn er ein falskur tryggleiki og at sjálvandi skulu sandoyingar hava lækna 24 tímar um døgnið. Hetta er andstøðutala sum kittlar fólkið í oyruni, men er ikki í trá við sannleikan. Tað er ikki nakar falskur tryggleiki at hava lækna í oynni hvønn gerandisdag, tað er ein veruligur tryggleiki. Hvat sigur Alfred Olsen um allar útoyggjarnar, sum bert hava lækna ein ella tveir dagar um mánaðin. Hava hesi fólk ikki eins stórt krav til kommunulæknatænastu 24 tímar um døgnið sum allir aðrir borgarar í landinum? Gjalda hesi ikki eisini skatt sum øll onnur? Sjálvandi hava hesi somu krøv og sama rætt, men tað vikar ikki tann veruleika, at hetta er ómøguligt.
Vit kunnu altíð nýta trygdina og trygdarkenslu sum grundgeving og so krevja og krevja. Og serliga lætt er hetta, tá ein situr í andstøðu. Men tá samanumkemur hava vit føroyingar eina eftir umstøðunum góða kommunulæknatænastu. Tað er undantakið, at ein ikki fær viðtalu við kommunulæknan sama dag, sum biðið verður um hetta; og tað er hóast alt ikki so galið.
Lat okkum hava í huga, at kommunulæknar ikki eru »katastrofulæknar?«. Um vit hugleiða eina løtu um, hvussu mangir føroyingar til dagligt eru langt burtur frá einum viðtalumøguleika við kommunulækna, sissar hetta okkum kanska nakað. Hugsa um øll, sum búgva á útoyggj. Hugsa um allar føroyingar, sum eru úti á havinum. Hugsa um allar føroyingar, sum í hesum døgum eru í báti eftir náta og sum um nakrar dagar fara at ganga fjøllini. Og tey mongu, sum eru burturi og ferðast. Íalt mong túsund, sum ikki hava atgongd til kommunulækna, hóast ein hjartatilburður ella okkurt annað er eins hugsandi har sum heima við hús.
Góði Alfred! Lat okkum vera realistisk og royna at finna eina skilagóða skipan fyri Sandoynna og Hest. Størstu krøvini til eina slíka loysn er í fyrsta lagi, at hon er støðug, áhaldandi og varandi. Í øðrum lagi eigur hon at vera allar vikutímarnar, men tann loysnin er ikki komin í eyga enn. At krevja av læknum, at teir eru til arbeiðs 24 tímar um døgnið í longri tíðarskeið kann ongin halda til. Í síðsta enda gongur tað eisini útyvir tænastuna, og tað er verri enn nakað.
Um ein samgonga millum sambands- og javnaðarflokkin av sær sjálvum fær kommunulæknar at streyma til Sandoynna loyvi eg mær at ivast í. Men um tit koma framat onkuntíð, verður tað sjálvandi spennandi at fylgja við, um tað fer at eydnast.