Fólkaatkvøða
Í dag verður aftur fólkaatkvøða í Hósvíkar kommunu um samanlegging við komandi Sunda kommunu. Hetta er onnur atkvøðugreiðslan um hetta mál í hesum árinum.
Við fyrru fólkaatkvøðuna hendi tað, at fólk í Hósvíkar kommunu, sum tey einastu í Norðstreymoy og í Sunda kommunu, atkvøddu seg uttanfyri ætlaðu samanleggingina.
Í øllum hinum kommununum var meiriluti fyri at leggja saman.
Nýggj støða
Eftir fólkaatkvøðuna fóru fólk í Hósvík at savna inn undirskriftir til frama fyri samanlegging, og her vísti tað seg, at ein meiriluti av veljarunum kortini er fyri felagskommununi.
Í skrivi til bygdarráðið í Hósvík heittu tey á kommunustýrið um at skipa so fyri, at Hósvíkar kommuna eisini verður við í Sunda kommunu.
Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður í Hósvík, sigur, at við hesum undirskriftum fyrilá ein nýggj støða, og bygdarráðið kendi seg bundið at taka málið uppaftur.
- Tí verður ein nýggj fólkaatkvøða um spurningin aftur í dag, sigur hann.
Bygdarráðsformaðurin sigur, at atkvøðugreiðslan fer fram á sama hátt sum kommunuvalini, og tað er valnevndin í bygdini, sum tekur sær av øllum viðurskiftum í hesum sambandi.
Á atkvøðuseðlinum eru tveir møguleikar ? ja ella nei fyri at leggja saman við komandi Sunda kommunu.
Estrid Olsen er formaður í valnevndini í Hósvíkar kommunu.
Meira aggressiv
Vit spurdu Jógvan, um munur er á stemninginum hesaferð og undan seinastu fólkaatkvøðu.
- Eg vil siga bæði ja og nei. Tey fáu, sum vóru aktiv og góvu til kennar, at tey vóru ímóti seinast, eru meira aggressiv nú. Tað havi eg merkt. Men eg skilji ikki grundgevingarnar fyri, at hesi fólk siga nei at fara uppí Sunda kommunu.
Jógvan vísir á, at ein teirra, sum alment talar ímóti, sjálvur hevur sitið í bygdarráðnum í Hósvík.
- Eg skilji tað ikki, tá hesin í fyrstu atløgu talar fyri, at vit halda okkum burtur og síðan tosar um samstarv eftir, at vit ikki eru við í felagskommununi. Í mínari verð hongur hetta ikki saman, tí eru vit ikki innanfyri, so eru vit uttanfyri.
Bygdarráðsformaðurin vísir á samstarvið millum kommunurnar um ellis-og røktarheimið, sum byggjast skal í Hvalvík.
- Eftir seinastu fólkaatkvøðu hava vit undirskrivað ein sáttmála, har vit eru við til at bera okkara part av útreiðslunum, men bert kunnu fáa eygleiðarastøðu ? og ikki atkvøðurætt ? í nevndini.
Eygleiðarastøða
Hann sigur, at Hósvíkar kommuna hevur bundið seg til at gjalda lánini aftur og møguliga at gjalda ein part av rakstrinum.
- Men sum eygleiðarar hava vit á pappírinum onga ávirkan á viðurskiftini annars.
Jógvan Mørkøre sigur seg ikki skilja, hvussu summi kunnu halda, at Hósvíkar kommuna fær líka nógv burtur úr við at samstarva sum aktivt at verða við í felagskommununi.
- Tey, sum sita við avgerðunum, kunnu jú altíð siga: Farið tit út og keypið, og tá ið keypt er, siga tey ? gevið okkum peningin! Við eygleiðarastøðu, eru avgerðirnar ikki okkara. Tað verða hinir, sum seta dagsskránna, sigur hann.
Bygdarráðsformaðurin sigur seg undrast yvir, at hesin fyrrverandi bygdarráðslimurin, sum er skrivari hjá Norðstreymoyar Sambandsfelag, er so hart ímóti hesi samanlegging.
- Eingin hevur verið meira aktivur fyri samalegging av kommunum sum táverandi landsstýrismaður Sambandsfloksins, Eilif Samuelsen. So, eg skilji ikki rættiliga, hvussu hetta hongur saman, og hvørjar grundgevingarnar eru fyri, at Hósvíkar kommuna ? sum ein lutfalsliga lítil kommuna - í framtíðini skal liggja einsamøll ímillum tvær stórar kommunur.
Saman og sundur
Jógvan Mørkøre sigur, at orsøkin til, at hann hálsaði um, sum hann sjálvur tekur til, er, at hann seinastu árini hevur sæð, hvussu gongdin hevur verið.
- Tá ið kommunurnar vóru í kreppu og ongan pening høvdu at arbeiða við, stóðu tær ógvuliga tættar, men tá ið pengar aftur komu í kassan, fóru tær hvør í sínum lagi at gera íløgur.
Bygdarráðsformaðurin heldur ikki, at slíkt kemur at ganga í longdini ? at hvør í sínum heraðshorni samtykkir og brúkar pening, og tá ið so neyðin er størst, aftur ganga saman.
- Eitt av málunum við samanlegging er at fyribyrgja, at vit ikki fáa fleiri dupult-funktiónir kring um í kommununum. Hesum er eingin meining í, um tær ikki eru neyðugar.
Hann vísir á, at tað tekur bert einar 20 minuttir at koyra úr
Hósvík og norður til Eiðis.
Ivingarsamur
Vit spurdu eisini Jógvan, hvat hann væntar, at útfallið av fólkaatkvøðuni verður í dag.
- Eg tori einki at siga ella vænta. Men tað verður undarligt, um meirilutin av veljarunum, sum heitti á bygdarráðið um at taka málið uppaftur, ikki fer á val. Um so verður, at meiriluti enn einaferð verður fyri ikki at leggja saman, fari eg at seta eitt stórt spurnartekin við, hvat undirskriftir eru verdar ? og hvat demokratiið er vert.
Men hvat gert tú, um samanleggingin ikki vinnur frama?
- Eg geri einki, men tá verður málið í hvussu er ikki tikið uppaftur í hesum valskeiðnum.
Jógvan heldur tó ikki, at hann fer at leggja frá sær sum bygdarráðsformaður ? uttan mun til, hvat úrslitið verður í dag.
- Eg kenni á mær, at ein stórur partur av bygdarfólkinum stuðlar mær, og eg kenni tað sum mína skyldu at sita restina av hesum valskeiðnum, soleiðis at vit undir øllum umstøðum fáa framt tey mál, sum liggja fyri framman.
Í hesum sambandi nevnir Jógvan eitt nú stovnin fyri børn, vatnið í kommununi og aðrar útbyggingar, sum kommunan hevur ætlanir um at fremja í hesum valskeiðnum.
Alt at vinna
- Eg taki hetta púrasta avslappað, men mæli bygdarfólkinum staðiliga til at velja samanleggingina ? og ikki at seta seg uttanfyri eina komandi Sunda kommunu og teir møguleikar, sum her eru at vinna, sigur Jógvan Mørkøre.