Lech Walesa á Harvard: ? Tit hava ábyrgdina

Maðurin, sum dró Pólland úr kommunismunnar hond, vitjar lærda háskúlan Harvard í hesum døgum. Mikudagin 24. september hevði Nobel-prísvinnarin Lech Walesa fyrilestur á Kennedy Instituttinum fyri Politikk á Harvard

Tað eyðkenda yvirskeggið hjá Lech Walesa er enn sjónligt, hóast grátt, nú tann skjótt 60 ára gamli kollveltingarleiðarin var at hitta á Harvard.
Nógv fólk eru møtt upp fyri at hoyra søgu hansara um Pólland og hansara stríð ímóti kommunismuni. Og tað er ein lang søga, sum póllendingurin hevur at siga næmingum og professarum á Harvard henda dagin, har hansara røða verður sjónvarpað um Alnótina til alt universitetið.
- Tað er ein ógvuliga rík søga, sum vit hava í Póllandi, sigur Walesa á pólskum máli, og tolkurin endurtekur á enskum.
Lech Walesa nýtir góðan part av røðuna at lýta aftur á dagarnar, har hann stríddist fyri arbeiðararættindum og fyri Solidariteti. Walesa varð nevniliga óstríddi leiðarin av Solidariteti, ið hevði til endamáls at tryggja liviligari umstøður fyri pólskar arbeiðarar.
- Tað var ikki við vilja, at tað bleiv til eitt so aktivt lív, sigur Walesa skemtingarsamur og lítillatin um sín stóra leiklut í Solidariteti og stríðnum fyri arbeiðararættindum.
Lech Walesa var sjálvur arbeiðari, og hevur hann verið elektrikari á skipasmiðju í Póllandi, bilmekanikari eitt skifti, og hann hevur eisini tænt í hervaldinum.
Afturi í sjeytiárunum vóru umstøðurnar hjá arbeiðarum í Póllandi ikki góðar. Lech Walesa, óður og skelkaður um vánaligu umstøðurnar, byrjar at skipa fyri mótstøðu móti stjórnini í Póllandi, sum er kommunistisk og Sovjetsamveldinum lýðin.
Um jóltíðir í 1970 er Lech Walesa oddamaður í einum uppreistri hjá skipasmiðjuarbeiðarum móti pólsku stjórnini, men fyri hetta verður Walesa aftur-hildin eitt skifti av stjórnini, og eftirlit verður eisini hildið við honum.
- Kontroll og eftirlit við fólki er ikki gott. Men nógv varð av hesum í kommunistisku verðini, og tískil royndu nógv fólk at flýggja. Summi valdu at ræna eitt flogfar og flúgva til vesturheimin til eitt betur lív. Men kommunistiska stýrið fann upp á ráð, og setti eftirlitsfólk umborð á flogførini, soleiðis at eingin skuldi ræna tey. Og tó, langt um leingi, so vóru tað eftirlitsfólkini sjálvi, sum rændu flogførini og flugu avstað til frælsa heimin, sigur Lech Walesa skemtandi.
- Tískil mátti kommunistiska stýrið seta fleiri eftirlitsfólk umborð á flogførini fyri at halda eftirlit við hinum eftirlitsfólkun-um, so tey ikki rændu flogfarið. Hetta bleiv bara við og við, og til endans flugu flogførini full við eftirlitsfólki, og onki pláss var til vanlig ferðafólk, sigur Lech Walesa skemtandi um flogferðavinnuna undir kommunismuni.
Kommunistarnir noyddust at samráðast
Men hóast hørðu mótstøðuna frá stjórnini í landunum og alt eftirlitið, so heldur Walesa áfram við stríði sínum. Sum 35 ára gamal roynir Walesa at fáa í lag ymisk óheft fakfeløg, ið stríða ímóti kommunistisku stjórnini. Fyri hesi tiltøk verður Lech Walesa eisini við jøvnum millumbili afturhildin av pólsku stjórnini.
Men Lech Walesa arbeiðir víðari, og á seinsumri 1980 fáa Walesa og hansara fólk eitt avgerandi gjøgnumbrot. Verkfall er á skipasmiðjuni í Gdansk, og tað er Walesa, sum aftur hesaferð er oddamaður fyri verkfallinum.
- Ongin dámar verkfall. Heldur ikk tit i vesturheiminum. Men verkfallið var okkara einasta vápn, tí 200.000 russiskir hermenn vóru í landinum, og milliónir rundanum, so har var ikki so nógv at gera, sigur Lech Walesa um møguleikarnar fyri at niðurberja kommunismuna.
Tað vísir seg, at verkfallið í 1980 er ógvuliga væleydnað fyri Walesa og hansara líkar. Verkfallið gevur nevniliga arbeiðarum kring landið íblástur og vilja til at stríðast fyri somu søk, og langt um leingi gerast krøvini til stjórnina størri og størri.
Í byrjanini av arbeiðarastríðnum snúði stríðið seg mest um løn, men nú krevja Walesa og hinir arbeiðararnir, at tað skal verða loyvt skipa seg í fakfeløg. Mótsøðan móti kommunistisku pólsku stjórnini var so stór, at hon hevði onki annað val enn at samráðast við Lech Walesa um hansara krøv.
Dult virksemi
Hesin sigurin hevur við sær, at tann 31. august 1980 kunnu arbeiðarar frítt skipa seg í fakfeløg, og verkfall er eisini loyvt. Tað nýggja, óhefta fakfelagið kallar seg Solidarnosc á pólskum, sum verður týtt til Solidaritet.
Yvir 10 milliónir limir vórðu í Solidariteti, og limirnir peikaðu á Lech Walesa sum teirra óstrídda fakfelagsleiðara. Walesa hevði eisini styrki nokk til at átaka sær hesa ábyrgd, og hann royndi eisini at spreiða hugsjónina um fræls fakfeløg kring Evropa.
- Hetta var tað størsta, sum kundi henda. At tað eydnaðist okkum at staðfesta okkara rætt til at skipa okkum í fakfeløg, tað var ógvuliga týdningarmikið, sigur Lech Walesa, sum tó ikki gavst á hondum eftir henda sigurin.
Lech Walesa ferðast í áttatiárunum til nógv lond í Evropa, har hann hugleiðir um støðuna hjá arbeiðarum í kommunistiskum londum og vísir á, at kúgingin frá kommunistisku stýrunum er ótolandi, og at okkurt má gerast.
Kommunistiska stýrið í Póllandi hevur um hetta mundi eisini varhugan av, at okkurt má gerast, og í desember í 1981 verður undantaksstøða lýst, og Walesa sendur í eksil. Nógvir leiðandi limir í Solidariteti verða fongslaðir.
Men arbeiðararnir í Póllandi vóru vanir við mótstøðu av hesum slag, og gjøgnum dult virksemi eydnaðist teimum at halda tætt samband við Walesa, og tískil livdi Solidaritet víðari.
Vann Friðarheiðursløn Nobels
Eitt knapt ár aftaná, at Walesa varð sendur í eksil, varð hann leyslatin, og hann helt áfram við stríðnum fyri betri arbeiðararættindum. Eingin ivi var um, at í Póllandi var Walesa ein ímynd av vón og eitt lyfti um eitt frælst lív.
Tað ásannaði man eisini í Nobel-ráðnum, tí í 1983 verður Lech Walesa heiðraður við Friðarheiðursløn Nobels. Alfred Nobel skrivar, at Nobelprísur skuldi fara til tann, sum "hevur havt bestu ávirkan til tess at betra um umstøðurnar hjá menniskjuni," og at tann eini prísurin, Friðarprísurin, skuldi fara til hann, "sum hevur gjørt tað mesta ella besta fyri at fremja um sambandið millum tjóðir, fyri burturbeiningina ella minkingina av standandi hervaldi, og fyri at halda og fremja um friðartingingar."
Lech Walesa fekk millum annað Friðarheiðurslønina fyri at velja tann friðarliga vegin í sínum stríði. Hann var ein "skínandi fyrimynd fyri øll tey, sum undir ymsum umstøðum berjast fyri frælsi og mannaættini," skrivar Nobel-ráðið millum annað í grundgevingini fyri at lata Lech Walesa hesa heiðursløn í 1983.
- Tíverri fekk eg ikki persónliga móttikið Nobelheiðurslønina, tí eg kundi ikki fara úr Póllandi av ótta fyri ikki at sleppa innaftur í landið, sigur Lech Walesa.
Nobelprísurin gevur eyka styrki til Solidaritet, sum vinnur nógv fram í áttatiárunum, og stjórnin í Póllandi er ikki fegin um hetta. Men um hetta mundi er sitandi stjórnin so illa umtókt, at hon er noydd at skriva út nýval til parlamentið.
Hetta hevur so við sær, sum væntað, at kommunistiska stjórnin ikki sleppur at halda fram, og ein ikki-kommunistisk fólkavald stjórn kemur at sita við valdið.
Men tað er ikki fyrrenn at Gorbatjov?ein annar Nobelvinnari?kemur framat valdinum í Sovjetsamveldinum, at Pólland gerst veruliga frælst, og í 1990 verður Lech Walesa valdur til forseta í Póllandi. Har situr hann inntil 1995, tá hann ikki er afturvaldur.
? Tit hava ábyrgdina
So tað er ein vælbrýndur maður, sum boðar sín boðskap henda dagin á Harvard.
- Eg sigi til tykkum næmingar: tit hava alla verðina frammanfyri tykkum. Tað skulu vera tit, tit ungu og útbúnu, sum skulu byggja verðina og leiða hana, sigur Lech Walesa við tey gott 200 fólkini í Kennedy-salinum.
- Tit hava ábyrgdina av, at søgan ikki endurtekur seg. Tað má ikki henda seg, at tit, tit sum vóru so klók, fortelja børnunum hjá tykkum, at ja, tit høvdu møguleikan, men tit tóku hann ikki, sigur ein avgjørdur Lech Walesa.
- Men tit mugu gera tað saman, øll somul, sigur Lech Walesa við fjølbroyttu mannamúgvuna, sum eyðkennir Harvard.
Lech Walesa takkar fyri seg við hesum orðunum og gevur mannamúgvuni eitt vinarligt, men samstundis álvarsligt smíl.
Yvirritaði takkar fyri fyrilesturin við at taka í hondina á manninum, og so skjótt sum hann var komin, var hann farin.
- "Walesa was here," segði ein næmingur og kveikti eina kenslu av, at handa mannin síggja vit ikki aftur. Lech Walesa er søga.
Keldur:
Craig, Mary. Lech Walesa and His Poland. New York: Continuum 1987.

Walesa, Lech. Nobel fyrilestur. <$?$end$!$ 11.desember 1983.