»Kom ind!«
Innan fyri hurðina á kamari 408 á Hotel Hafnia við útsýni yvir tær myrku havnargøturnar ljóðar ein innbjóðandi, ung genturødd. Røddina eigur 64 ára gamla Lone Hertz. Hon er júst komin til Føroya og skal eta døgurða saman við sínum vertum um ein lítlan tíma. Kortini gevur hon sær stundir til eitt prát. Eitt prát, sum skuldi gerast longri enn væntað, tí hon hevur so nógv upp á hjartað. Hon tekur ímóti við einum stórum smíli. Á vegginum hongur ein fínur hvítur kjóli við perlum sum í ævintýrunum, sum helst er til framførsluna fríggjakvøldið í Mentanarhúsinum, har hon skal leika krevjandi leikin Opinberingina.
? Eg havi akkurát nátt at pakka út, sigur hon eitt sindur umberandi, men satt at siga er einki at umbera. Hon er von at búgva á hotelli sæst.
Talurør og sendiboð
Hetta er triðju ferð, minnist hon rætt, at Lone Hertz er í Føroyum. Hvørja ferð hevur hon verið boðin higar, men stóð tað til hennara, sluppu allir danskarar at uppliva Føroyar.
? Øll skúlabørn í Danmark skuldu fingið ein feriutúr til Føroya eina ferð í lívinum, so teir kundu sæð hetta lítla landið, tí tað er ein stór uppliving at vera her. Eg kendi einki til Føroya, og tað gera flestu danskarar heldur ikki. Eg veit ikki, hvussu nógv føroyingar hugsa um Danmark, men eg haldi ikki, at Danmark hugsar nógv um Føroyar. Og tað haldi eg vera eitt stórt spell. So leingi vit eru saman, so áttu vit at komið hvørjum øðrum nærri. Bara náttúran er so rík, sigur Lone Hertz og andar djúpt inn.
Hon hevur altíð havt eina orsøk at koma. Fyrstu ferð var tað Javni, sum bað hana koma at tosa um sína bók um sonin Thomas, sum er menningartarnaður.
? Eg havi verið eitt talurør og eitt sendiboð fyri onkran, og soleiðis er tíverri eisini hesaferð. Eg skal vera her í tríggjar dagar, skal framføra tríggjar ferðir á trimum ymiskum støðum við trimum ymiskum orðum. Tí fái eg ikki rættiliga upplivað Føroyar, men eg upplivi føroyingar, tí eg framføri fyri fólkum og tosi við fólk, sigur Lone Hertz.
Hon hevur úr at gera. Sjey ymisk ting eru á skránni samstundis, og hon koyrir einar 50.000 km hvørt ár til tiltøk. Umframt stóru framførsluna av Opinberingini, sum hevur fingið eina rimmar undirtøku, so livir hon av lesa upp, serliga úr Johannesar Evangelii, og at halda fyrilestrar um alt møguligt frá lívsgóðsku til ferðafrásagnir úr londum í triðja heiminum.
Yvirskotsorkan lýsir av henni og túsund smíl sita í hvørjari fínari rukku kring tey livandi eyguni. Hon gongur upp í alt við lív og sál skilst, og tú undrast á, hvaðan hon fær orkuna.
? Lívið er so spennandi, og eg haldi, at tað liggja so nógva uppgávur og bíða, at eg verði púra pøst. Tað kann gera meg troytta, tí eg nái ikki ein brøkpart av øllum tí, sum eg gjarna vildi, sigur Lone Hertz.
Thoms tók lívið
Lone Hertz hevur eisini verið noydd at offra nøkur ting. Gjøgnum øll árini saman við soninum Thomas, sum nú er 36 ár, hevur hon ikki havt so nógva tíð til hini børnini, viðgongur hon. Og nú hon er vorðin omma, kennir hon á sær, at hon eisini forsømir ommubørnini, tí hon hvørt vikuskifti vitjar Thomas, sum býr í búfelagsskapi í Næstved.
? Foreldur, sum hava menningartarnað børn, er noydd at brúka so nógva orku til at berjast fyri at vinna smáar millimetrar fyri sítt barn. Ofta føli eg, at lívið glíður framvið. Eg plagi at siga, at Thomas hevur ikki bara tikið mína tíð; hann hevur eisini tikið mítt lív, sigur Lone Hertz.
Nógv óneyðug orka fer til at søkja, skriva kærur, finna upp á hugskot, bidda og biðja, so Thomas kann fáa eitt lív við innihaldi.
? Tað kann ikki vera meiningin, at ein 64 ára gomul mamma skal vera tann nærmasti hjá sínum vaksna soni. Tað skuldi ikki verið neyðugt í londum, har vit eru so rík, men soleiðis er tað tíverri. Kanska hava tit í Føroyum betri møguleikar at fara við tykkara menningartarnaðu, tí tit búgva tættari og kenna hvønn annan betur, sigur Lone Hertz.
Hesaferð eru ørindini hjá Lone Hertz í Javna at leggja upp til kjak um, tá ið menningartarnað børn gerast vaksin. Tað einasta rætta er, at tey flyta heimanífrá eins og onnur ung, er hennara boðskapur.
? Tað mugu tey. Bæði fyri foreldrini og fyri sína egnu skyld. Um tú hevur barnið heima til tú doyrt, so hevur tú ikki gjørt tína skyldu. Tað er ábyrgdarleyst, at barnið blívur við at hava eitt tætt tilknýti, tí tá ið tú doyrt, so er tað ein sorg og eitt einsemi, barnið stendur eftir við, ið tú sum foreldur kanst fáa svøvnleysar nætur av at hugsa um.Tað er ein stór sorg at fáa eitt menningartarnað barn. Tað er ein sorg, sum er ein roynd at koma ígjøgnum. Men tað er ein líka so stór sorg, um tú doyrt áðrenn títt barn og letur eitt menniskja eftir tær uttan nakran at stríðast fyri seg, sigur Lone Hertz.
Ævigt galdandi
Lone Hertz kom mest sum av tilvild at kenna Opinberingina, sum hon nú í fleiri ár hevur framført. Hon læs Nýggja Testamentið upp í Danmarks Radio, og tá forelskaði hon seg í Jóhannesar Evangelium. Hon helt, at fólk skuldu hoyra tað heila. Hon setti Opinberingina upp til leik, og tað vísti seg at fáa góða undirtøku.
? Opinberingin er ein sera torførur tekstur at læra, men er samstundis ógvuliga týdningarmikil. Eg síggi tað sum mína uppgávu, at so nógv fólk sum gjørligt koma inn í okkara bók. Bíbliuna. Mentanarliga mugu vit vita, hvat tað er, vit næstan øll hava sagt ja til, tá vit vóru doypt, sigur Lone Hertz.
Í øðrum lagi heldur hon, at teksturin í Opinberingini, sum bæði inniheldur ódjór, náttúruvanlukkur, deyða og undirgang, er meiri viðkomandi enn nakrantíð. Hann er ævigt galdandi.
? Opinberingin er kanska í hæddini beint nú, hvat aktualiteti viðvíkur. Eg haldi, at tær ógvusligu myndirnar, sum eru í Jóhannesar Opinbering, ongantíð kunnu yvirganga tað, sum vit uppliva dag og dagliga í sjónvarpinum við kríggi og øðrum ræðuleikum. Opinberingin er ein áminning um, at vit skulu ansa okkum og hugsa okkum væl um. Tað er ein tekstur, sum gevur okkum vón, ljós og gleði, men fyri at síggja tað, mugu vit fyrst fara ígjøgnum myrkrið, sigur Lone Hertz.
Trúgv sum vitamin
Trúgvin hevur alt at siga fyri Lone. Hon gevur henni bæði styrki og megi til at stríðast.
? Eg eri eftirhondini ein gomul kona, sum ikki hevur somu kreftirnar sum fyrr. Tú verður klókari við árunum og fært tað betri við tær sjálvum, men eg merki væl, at eg orki ikki tað sama. Og so havi eg ofta trupulleikar privat. Tá kann trúgvin gerast ein daglig vitamininnspræning, sum gevur tað dagliga ljósið. Og so havi eg ta gleði, at sonur mín Thomas, sum eg eri so knýtt at, er eisini ógvuliga religiøsur. Hann er ein lærumeistari, sum eisini er eitt kjerligt menniskja, sigur Lone Hertz.
Spurd, hvat tað er at vera ein góður kristin, svarar hon:
? Tað áni eg ikki! Eg kalli meg Jesuanara. Eg haldi meg til Jesus, sum var sendur niður á jørðina og kláraði tað til eitt UG!, sigur Lone.
Hon hevur verið send út í triðja heimin fyri kirkjufelagsskapir og Danmission. Og har heldur hon seg hava sæð, hvat sannur kristindómur er. Har hjálpa fólk í svárastu neyð hvørjum øðrum og kirkjufelagsskapir ganga á odda.
? Í Kambodja dyrka tey kirkjuna uttan rúm, og tað er fantastiskt. Jesus hevði jú onga kirkju við sær. Hann gekk á sínum skitnu sandalum og tosaði úti, hevði ikki hesar yvirpyntaðu kirkjurnar. Ikki tí eg havi nakað ímóti okkara kirkjum, men í Kambodja upplivur tú, at kirkjan er nær sum helst, hvar sum helst, har fólk eru. Og tað skuldu vit komu aftur til, tí vit brúka alt ov nógva orku upp á at kjakast um uttanumpynt, sigur Lone.
Ræðist líkasæluna
Størsti vandin í okkara ríka parti av heiminum er líkasælan, heldur Lone Hertz. Líkasælan er baksíðan av vælferðarsamfelagnum.
? Vit eru vorðin so rík, at vit halda, vit kunnu vera Várharra fyriuttan. Vit eru vorðin líkasæl, tí vit halda, at vit kunnu rinda okkum frá øllum. Fólk skulu uppliva okkurt lagnutungt, áðrenn tey síggja, at tey ikki kunnu klára alt sjálv. Líkasælan kemur í okkum yvir fyri okkara medmenniskjum, tí vit halda vit kunnu rinda okkum frá tí. Men tað kunnu vit ikki, sigur hon.
Tað er ikki tí hon heldur, at vit kundu klárað okkum uttan pengar. Tí pengar eru góðir. Alt annað hevði verið lygn at sagt. Men tað er ikki nóg mikið at umgirða okkum við penum karmum. Hvørki tá tað kemur okkara eldru, okkara sjúku, rúsevnismisnýtarum og okkara menningartarnaðu.
? Tað er týdningarmikið at møta menniskjum. Øll okkara vælferðarskipan er bygd í kassar, og um tú ikki passar í ein kassa, so fært tú einki. Tað er ókjerligt, vit hyggja ikki eftir einstaka menniskjanum, og hvørki tú ella eg kunnu trívast, um vit ikki sleppa at forma okkara egna lív - og tað kunnu veik menniskju heldur ikki, sigur Lone Hertz.
Livir fyri at doyggja
Fyri Lone Hertz hevur tað týdning, at fólk hava eitt lívsinnihald, eina missjón. Hjá henni var sjónleikurin hennara missjón. Hon stríddist um tær góðu rollurnar og Kongliga, og treivst við tí. Men so kom Thomas og onnur perspektiv í verðina.
? Við Thomas komu onnur løg inn í mítt lív. Sum sjónleikari noyðist tú at vera sjálvupptikin. Violinspælarin kann pussa sína violin, men sjónleikarin má pussa seg sjálvan. Eg kom í eina stóra konflikt, tá eg fekk eina uppgávu, sum var størri enn eg sjálv. Eg var verji hjá einum øðrum menniskja, og tað sleit meg upp. Tí gavst eg á skráu brettunum, sigur Lone Hertz.
Hon tók aðrar uppgávur á seg. Fyrst var hon leikstjóri. So gjørdist hon rektari á sjónleikaraskúlanum. Uppgávur, sum henni dámdi væl, men so føldi hon, at hon mátti skriva eina bók um sonin. Síðan kom filmurin um Thomas, ið varð viðurkendur í fleiri londum, allir fyrilestrarnir, og har fann hon meiningina við sínum lívi.
? Spyrt tú meg um meiningina við lívinum, so má eg siga, at vit liva fyri at doyggja. Tú kanst ikki gera teg fortjentan til nakað sum helst. Vit fáa øll okkara talentir, og tað ræður um at brúka sínar talentir, sum frægast. Tað er lívsins meining. Eg royni at bjóða mær sjálvum av hvønn dag. Tað er líkasum at busta tenn, sigur Lone Hertz og flennir, og tú sært, at hon hevur verið íðin at busta.
Hon ætlar sær ikki at gevast á hondum. Og stendur tað til hana, so liggja nógvar uppgávur og bíða.
? Lívið er so spennandi, at eg vóni eg blívi 115 ár, sigur Lone Hertz, sum kundi hugsað sær at farið undir at leikt aftur. Skal eg aftur á pallin at standa, so skal eg vera ein lítil, fitt dama. Ein posadama. Tað eru tær veiku lagnurnar, sum eru mest spennandi.
*******
FAKTA
Navn: Lone Hertz
Aldur: 64 ár
Børn: Fýra, teirra millum menningartarnaði Thomas
Útbúgving: Sjónleikari
Søga: Fyrilestrahaldari, sjónleikari og útsend fyri Danmission. Er útbúgvin á Privatteatrets skole. Var balletbarn á Kongliga og hevur verið við í fleiri filmum og leikum. Hevur gjørt film um sonin við heitinum »Thomas ? et barn du ikke kan nå«, og hevur skrivað bók. Fekk 25 ára gomul virðisløn Claru Pontopidans sum mest evnaríki danski sjónleikarin fyri høvuðsleiklutin í filminum Tina frá 1964. Tók seg aftur av leikpallinum, tá hon fekk Thomas í 1966. Var árini 1984-90 rektari á Statens Teaterskole.