Danmark ? Heimurin 90-15

   

"Liðug í Hoydølum? Nær fert tú niður?" Hetta er allarhelst spurningur, ið allar nýklaktar pisur hava hoyrt nógvar ferðir. "Nær fert tú niður?" Tað er sjálvsagt, at ein fer niður, ella hvussu? Jú, sjálvsagt fara vit føroyingar til Danmarkar at lesa. Tað er jú so nógv lættari! Og helst skal ein ikki stríðast ov nógv. Nei, vit fara niður á Oyrasundskollegiið saman við øllum vinunum og á Jacques um kvøldið (har kunnu vit eisini keypa Føroya Bjór og Club20-skot).
Men hví er tað so? Hvat er tað, sum ger, at vit føroyingar bara, uttan at hugsa stórvegis um tað, fara beina leið til Danmarkar at lesa?
Vantandi kunning er eitt. Kann nevna til stuttleikar, at tá leið móti endanum hjá studentunum í Hoydølum 2003, var ein kunningarfundur á skúlanum um víðari lesnað. Tveir skúlatímar vórðu settir av. Hálvur annar tími varð nýttur til at kunna um lesnað í Danmark, fimtan minuttir vórðu nýttir til restina av heiminum. 15 minuttir til allan heimin og 90 minuttir til pinkulítla Danmark. Danmark er ein minimalur partur av heiminum - ein smátjóð. Men tó varð størsti parturin av kunningarfundinum í Hoydølum nýttur til at kunna um lesnað í Danmark.
Rættiliga skemtiligt, skal eg sjálv siga tað! Samstundis er tað ótrúliga syrgiligt og vánaligt. Vánaligt, at føroyski ungdómurin ikki verður betur kunnaður um lesnað í útheiminum.
Pisudagur í Keypmannahavn, stóð í bløðunum herfyri. Ja yvirskriftin sigur alt. MFS vónar í hesu lýsing at síggja nógv nýggj andlit á Vesterbrogade 17A. Tað eru slíkar lýsingar, ið eru at hoyra í heilum. Havi ikki hoyrt um nakran pisudag í Reykjavík. Haldi heldur ikki at nakar hevur verið í Oslo, ella nakra aðrastaðni ?
At duga at hugsa sjálvstøðugt er ein ótrúliga góður eginleiki at hava. Men tað ger føroyski ungdómurin ikki, tá talan er um lesna. Men, góði ungdómur, hugsa um tað! Heimurin liggur opin fyri fótum okkara, møguleikarnir eru óteljandi.
Meira og meira vanligt gerst tað í londunum uttan um okkum, at ungdómurin fer til tey mest framkomnu londini at lesa. Har fáa tey ríka og mennandi útbúgving, umframt nýggjan íblástur. Men vit føroyingar fara í sama lag til Keypmannahavnar. Same old same old...gloymið tað ? roynið okkurt nýtt for tramin!!
Upplagt og sjálvsagt átti tað at verið, at vit senda okkara fólk til bestu støðini í heiminum at lesa. Soleiðis kunnu vit byggja upp eitt sterkt samfelag við fólki, ið eru útbúgvin á bestu støðunum. Eitt sterkt, dugnaligt og sjálvstøðugt fólk.
Hvussu nógvir lærarar í týskum í Føroyum hava t.d verið í Týsklandi og lisið týskt? Nei, vit fara til Danmarkar, tí har er best at læra týskt... láturligt!
Sjálvandi er ikki skeivt at fara til Danmarkar at lesa, vil ein veruliga tað. Men hví Keypmannahavn og Århus? Hví ikki London, New York ella Tokyo? Allir sera áhugaverdir og framkomnir býir. Svarið er: "nei, tað er alt ov strævið og trupult" ella "nei, tað ber ikki til" Sjálvsagt ber tað til, og, ja, tað er kanska eitt sindur truplari, men hvat so? Tað krevur ikki meira enn nakrar tímar á alnótini og hjá lestrarvegleiðingini. Tað er ikki so ringt!
So er tað tey, ið halda, at tað fíggjarliga er ein fyrimunur at fara til Danmarkar at lesa. Hetta er ikki beint. Til dømis er norðurlendsk samstarvsavtala gjørd, ið millum annað tryggjar føroyingum peningaligan stuðul til lesnað í Norðurlondum. Umframt eru avtalur gjørdar við stór universitetslond so sum Bretland og U.S.A. Fíggjarligu fortreytirnar eru har, teimum manglar bara brúkaran - teg!
Kunning. Fólkinum manglar kunning. Kæru myndugleikar, duga tit ikki at síggja tað? Ella er tað bara líkamikið? Tað hevði verið positivt fyri smátjóðina Føroyar at víðka sjónarringin. Tað hevði verið ein fyrimunur hjá tjóðini. Okkum tørvar endurnýggjan og fjølbroytni. Okkum tørvar fólk við dirvi og nýggjari vitan. Ein kollvelting í hugsunarhátti føroyskra ungdóma skal til. Vit eiga framtíðina ? hon liggur í okkara hondum.
Vælgagnist lesari. Vónandi er hetta nakað, ið ungdómurin, sum ætlar sær at lesa, fer at hugsa um!