verður so broytt nú, tá ið beinleiðis samband verður alt summarið millum Føroyar og Stokkholm. Stokkholm og Keypmannahavn kappast um at kallast høvuðstaðurin í Skandinavia. Hvør, ið eigur tað heitið, vil [...] summar at síggja í stóra konserthølinum Globen í Stokkholm. Eitt frálíkt høvi fyri øll, ið dáma væl ABBA. So tit, ið vilja njóta lívið við tónleiki, shopping, og vónandi góðum veðrið, bíleggið ein ferðaseðil [...] er at fáa sær ein góðan bita. Ein nyopnað matstova, ið hevur fingið nógv góð ummæli, er Pontus á Brunnsgatan 1. 22.00 Nú er tú nær við Stureplan, ið er "The place to be", um ein vil í býin! Tað eru nógvir
hevur ein stóran týdning fyri búskapin) fara upp í ES? Er okkara fiskiríkidømið tá nógv vert fyri ein felagsskap sum ES? Nei tá sita vit so avgjørt ikki við teimum bestu kortunum í hondini. So hví ikki leypa [...] ávirkan á tær ES reglugerðir og fyriskipanir, ið verða viðtiknar í Føroyum. Spurningurin er bara hvussu leingi vit kunnu bíða eftir at Føroyar loysa frá Danmark. Tá tað einaferð hendur er kanska alt ov seint [...] forsyrgt okkum í nógv ár, so tað er onki undarligt í tí, at fiskivinnan stendur fremst í tonkunum, tá tosað verður um Føroyar og ES. Hóast tað so sakni eg eitt veruligt kjak um ES í føroyskum politikki
? Tað er eingin ivi um, at í einum útbjóðingarumfari eru tað nú øki, ið fyrr hava hoyrt til ta Hvítu sonuna, og sum er júst tað, ið skal vekja áhugan hjá oljuídnaðinum. Tað er soleiðis sum fleiri av o [...] givið seg so nógv í mun til upprunaliga kravið spurdu vit Herálv Joensen, um man tá kann tosa um vinnarar og taparar í hesi sak - kann man t.d. siga, at bretar eru taparar í hesum máli? ? Eg haldi tað er skeivt [...] at oljufeløg í dag tosa um at kunna raka við olju á Atlantsmótinum við tveimum ella trimum boringum, tá tað vanliga verður sagt, at man rakar við olju eina ferð út av 10 boringum? ? Tað sær út sum um at
rationella støðu. Verður val, so koppar javnvágin. Tá fæst ikki hetta landsstýrið aftur. Og hvar eru vit so spyr hann! - Tá hava vit einki fingið burtur úr, og tá koma javnaðarmenn og sambandsmenn, møguliga saman [...] sjálvberandi búskapi og ikki minst at laga seg eftir altjóða rákinum. Tá so nøkur ár eru liðin, hava vit ment hetta skilagott, og tá er kanska tíðin búgvin til at taka næsta stigið. Tað meti eg at vera [...] ikki rokna við at blíva skýrdur sambands- ella javnaðarmaður av fullveldisfólki? -Tað verður teirra sak. Men tað er einaferð soleiðis, at skal man røkka nøkrum málum, so er man noyddur til at velja eina
Høvundurin Ólavur í Beiti er í dag aftur á gøtuni við eini nýggjari bók, ið sum vanligt er ein viðkomandi viðmerking til okkara tíð og samfelag. Evnið hesuferð er alnetið og serstakliga nógv útbreiddi [...] fordómar móti hesum nýggja fyribrigdi, roynir høvundurin at fáa tað niður á jørðina, og geva eitt so sakligt innlit í tað, sum til ber. - Tjatt og net-dating eru bara nýggir mátar. Tala á skrift, kanst tú eisini [...] ella áhugavert í hesum høpi. Tí hevur hann eisini valt, at skera burtur allar persónligar upplýsingar, ið møguliga kunnu avdúka samleikan, hjá teimum, sum tjatta. - Bókin snýr seg um tjatt, ikki um, hvør tað
stinga kappingarneytar í ryggin. Væl stuðlaðir av bláoygdum fakfelagsleiðarum, ið verða lumpaðir til at stuðla »eini góðari sak«. Hans Andrias Joensen, reiðari ..... Nýggjasta dømið um ódámligu framferðina [...] fiskivinnu, hóast teir eru tað beint øvugta. Eg skal her greiða frá, hvussu hesir góðu nótabarónar – ið av einhvørjari margháttligari orsøk onkuntíð eru lýstir sum sannir fosturlandsvinir – hava háttað sær [...] hava gjørt annað enn at leggja øðrum vinnulívsfólkum forðingar í vegin. Svikagerðin Í 2009 fóru menn, ið varaðu av Reiðarafelanum, at gera vart við, at tað uttan iva var ein møguleiki fyri, at Føroyar kundu
Soleiðis kalkulerðu vesturlendskir politikarar tá og samráddust loyniliga við nakrar útvaldar føroyskar landspolitikarar út frá hesu fatan. Føroysku politikararnir - ið eisini loyniliga góðtóku ætlanina um at [...] hart og segði: Magnus Dahl betalur! Magnus Dahl betalur! tí tá vísti tað seg, at ungi galanti maðurin var sonur hansara. Og soleiðis gongst ofta, tá onnur gjalda. Ábyrgdin var fokin. Núverandi blokkur verður [...] politiskt arbeiði og ikki 5-kolonnolíknandi politiskt virksemi, sum hinir kanska longu gjørdu ella, ið hvussu er, ætlaðu at fremja. Vanlig fólk høvdu – av góðum grundum – ongan møguleika fyri at gjøgnumskoða
størri, enn hann hevði grunað og kanska ætlað, tá farið varð undir hetta verkið. Fyrsta bindið er komið. Eitt valaverk í nógvar mátar, sum tó er merkt av lýtum, ið viðhvørt arga lesaran meira enn gott er. Jústinus [...] kortini seinni vil prógva, at hann eigur. Hvat skal tað so til? Er tað ikki Kaj, vit vilja lesa um, tá vit ogna okkum bókina? Er hetta ikki eitt sindur av bóndafangaríi soleiðis at koma við eini ævisøgu [...] kortini halda, at hetta var bara »fínar greiðir« soleiðis at fáa eitt sindur av kennskapi til tey, ið undan eru farin og hava skapt hendan góða úrmæling og fingið hann til tað, hann var. Tí eingin ivi
brúkast til at legitimera eina tjóðskaparliga sjálvsfatan og eina tjóðarbygging, ið tænir makthavarum, ið ofta finnast at teimum, ið royna seg við veruligari vísindi veruligari søguskriving. At seta sambandshetjur [...] fyri tjóðina, serliga í tjóðum, ið enn berjast fyri loysing, t. d. í fyrrverandi Russlandi. Hesi londini byggja enn tjóðarsymbol, hetjur, skriva tjóðarsøgu og bókmentir, ið sjálvandi fyri ein part er propaganda [...] leitað sær fram í einari rættuliga tilvildarligari mytiskari søgu, nøkur ófør fólk, ið umboða okkurt ur-etniskt, ið hesin serligi samleikin skal eitast at umboða. Um hesir gomlu kongar í veruleikanum kanska
burtursæð frá onkrum av teimum stóru trolarunum, sum longu hevði radara, tá ið hann kom til landið. Hendan fiskiskap helt hann áfram við, tá ið teir høvdu latið stállínuskipið Nornagest byggja í Fraklandi 1961 [...] so spakligur og sterkur maður. Hann var altíð so góður við børnini. Tey minnast, tá ið allur riðilin kom norður, og tá ið Alfred fór at buka fisk til gestirnar. Tað var ein rættilig teggja. Alfred fór eisini [...] áðrenn hon hvarv. Hann var eisini við Fame, tá ið hon sakk í Grønlandi 1959. Teir lógu og drógu í mjørka. Teir fáa enda og fara at sigla eftir miðjurúmi. Tá hendir tað, at teir sigla á eitt ísfjall, og