Nýt lívið í Stokkholm í summar

Stokkholm er órørd jørð fyri stóra fleirtalið av føroyingum. Tá Atlantic fyri fyrstu ferð nakrantíð fer at flúgva beinleiðis til Svøríkis í summar, verður tað eitt gott høvið at vitja Stokkholm og síggja, hvat hesin avbera vakri býur hevur at bjóða

Ferðing

Tekst: Inna Tørnroos

inna@sosialurin.fo

Mynd: Stockholm Visitors Board

 

 

Stokkholm er størsti býurin í Norðanlondum. Tað búgva umleið tvær miljónir í býnum, og rundanum.

Byurin grundaðist á 1200-talinum av Birger Jarl. Stórur partur av gamla byarpartinum Gamla Stan er varveittur síðan gamla tíð, og er sera áhugaverdur at vitja.

At so fáir føroyingar hava vitjað Stokkholm, kemst helst av, at býurin ikki hevur haft nakað serligt samband við Føroyar gjøgnum ferðing ella fiskiskap. Men hetta verður so broytt nú, tá ið beinleiðis samband verður alt summarið millum Føroyar og Stokkholm.

Stokkholm og Keypmannahavn kappast um at kallast høvuðstaðurin í Skandinavia. Hvør, ið eigur tað heitið, vil eg ikki døma um, men Stokkholm er ein avbera vakur býur, ið hevur nógv at bjóða ferðafólki.

Um ein er áhugaður í mentan, eru nógv søvn at fara til. Eitt nú Vasamuseet við 300 ára gamla stríðsskipinum Vasa. Tað lá á havsins botni í 250 ár og bleiv síðani uppafturtikið í 14.000 pettum og haraftaná samansett aftur.

Undir liðini á Vasamuseet liggur Skansen, ið er eitt stórt uttandura savn við 150 gomlum bygningum úr øllum Svøríki. Eisini er ein djóragarður har við djórum, sum liva í Norðanlondum - eitt nú bjørn, úlvur, rádýr og kópur.

 

Nógvir handlar

Bussambandið og undurgrundin - tunnelbanan - gera, at tað er lætt at ferðast í býnum. Men vil ein heldur ganga, er tað ikki langt ímillum søvn, shopping og tey flestu hotellini.

Stokkholm er eitt paradís fyri tey, ið dáma at brúka pening! Heimsins størsta IKEA liggur beint uttanfyri býin, og tað var her H&M einaferð læt dyrnar upp. Nú er næstan eitt H&M á hvørjum horni, og tað sigst at ongastaðni í Evropa eru líka nógv innandurasentur sum akkurát í Stokkholm.

Um ein heldur vil nýta náttúruna eru mong høvi til tað. Stokkholm er sum sagt byggt á 14 oyggjar og skergarðurin liggur nær við. Longu 20 minuttir frá sentrum er fyrsti hugnaligi oyggjabólkurin Fjæderholmarna. Nógv fólk eru á oynnum summartíð, og matstovur og gistingarhús eru eisini at finna á nøkrum av teimum 30.000 oyggjunum.

Í Føroyum er Svøríki nógv kent fyri tónleik. Nógvir kendir bólkar koma herfrá, eitt nú ABBA. Teir báðir Benny og Bjørn gera enn um seg, og teirra musikalur MammaMia verður hetta summar at síggja í stóra konserthølinum Globen í Stokkholm. Eitt frálíkt høvi fyri øll, ið dáma væl ABBA.

So tit, ið vilja njóta lívið við tónleiki, shopping, og vónandi góðum veðrið, bíleggið ein ferðaseðil til stórabeiggja í Norðurlondum - Svøríki!

 

 

______________________________________________

 

 

 

Hvat er títt besta Stokkholmstips?

 

Tað búgva ikki nógvir føroyingar í Stokkholm, men nakrir eru! Vit hava spurt nøkur av teimum, hvat teirra besta stokkholmstips er?

 

Guðrið Højgaard, Stokkholm

- Sum marknaðarstjóri fyri ferðavinnuni í Stockholm, fái eg sjálvandi hendan spurningin øgiliga ofta frá útlendskum fjølmiðlum, men hóast tað haldi eg altíð, at tað er líka ringt at bert geva eitt tips, tí at Stokkholm hevur so nógv ymiskt at bjóða uppá. Men í so fall vil eg nevna oynna Djurgården, sum er ein fantastisk oasa mitt inni í býnum. Hendan oyggin bjóðar bæði uppá náttúruupplivingar samtstundis sum hon eisini hevur eina rúgvu av ymiskum attraktiónum, harímillum tað heimskenda Vasamuseet og eisini Skansen, harífrá man hevur eina sera flott útsýni yvir býin.

 

Heri Eysturlíð, Stokkholm

- Ein túr út í skergarðin, helst við einum gomlum guvubáti. Ella ein gongutúr í góðum veðri frá Kungstrædgården eftir Skeppsbron, inn í Gamla stan og víðari niðan á Mosebacke. Stokkholm er fult av flottum kirkjum, museumum og sermerktum bygningum.

 

 

Oddvør Lamhauge, Stokkholm

Tað er so nógv ein kundi nevnt. Gamla Stan, Vasamuseet, Eriksdalsbadet millum annað, men ein av mínum mest minniligastu túrum var ein túrur til oynna Sandhamn uttanfyri Stokkholm

Báturin frá Stokkholm leggur til á fleiri oyggjum á veg út til Sandhamn, so man kan hoppa av har man vil. Man fær áhugaverda kunning frá ferðaleiðarinum um oynnar, kend fólk sum búgva har o.s.fr.

Har eru eingir bilar og øll taka tað bara róligt og hugna sær. Dejligar strendur, tennisbanar, museum og matstovur.

 

 

Mildrid á Lógv, Stokkholm

– Vasamuseet er sera áhugavert at síggja. Samstundis er Moderna museet, Naturhistoriska og Tekniska museet eisini áhugavert. Børnini elskaðu at síggja fyra dimensionellan film við serligum brillum á Tekniska museet. Fyri børnini er Skansin, Grøna Lund og Junibakkin sera stuttligt. At spáka sær ein túr oman gjøgnum Drotningagatan, síggja Kongahúsið, Riksdagen og síðan eta eina góða máltíð á eini av

mongu matstovunum í Gamla Stan er sera hugnaligt og eitt "måste" fyri ein sum

vitjar Stokkholm fyrstu ferð

 

 

 

_________________________________________________

 

 

 

Eitt døgn í Stokkholm

 

Hóast Stokkholm er ein stórbýur, so fær ein nógv gjørt uppá eitt døgn. Her eru nøkur hugskot til hvat ein kann fylla døgnið við.

 

09.00 Byrja dagin við einum herligum morgunmatið. Um hotellið hjá tær ikki serverar "cafe latte", far so út í býin og fá tær ein góðan kopp. Grand Hôtel er kent fyri ein fantastiskan morgunmat.

 

10.00 Spáka ein túr á Strandvægen og hygg eftir bátunum og teimum dyru bilunum.

 

10.30 Gang yvirum Djurgårdsbron og leiga tær eitt par av inlines á Djurgårdsbrons Sjøcafé. Djurgården er perfekta staðið at skoyta á.

 

11.00 Vitja Vasamuseet. Gamla strídsskipið Vasa sakk á síni jomfruferð. Sera áhugavert savn.

 

12.00 Et døgverða á Ulla Winbladh. Her fært tú ein góðan svenskan døgverða.

 

13.00 Tak sporvognin inn til fínu gøtuna Biblioteksgatan .

 

13.10 Um mappan er tjúkk, shoppa so á fínu gøtunum við merkjahandlum sum Filippa K, Armani, Kookai og hinum kendu ... Um mappan er tynnri, keyp onki, men gang á reyða leyparanum ið liggur á allari Biblioteksgatan og hygg eftir fínu fólkunum. Her er besta staðið at síggja kend fólk í Stokkholm.

 

13.30 Frá Biblioteksgatan kann tú ganga yvir til Kungsgatan, har eru handlarnir eitt sindur bíligari. Um tú dámar væl at keypa ting til heimið er ein sera stuttligur handil har, ið eitur Stockhome.

 

14.30 Støkk inn á gólvið hjá kaffistovuni Vetekatten og fá tær ein "bulle" við kaffi.

 

15.00 Nù er tú nær við tað stokkholmska "Strøget" nevliga Drottninggatan. Har eru allar tær stóru keturnar, Zara, H&M, Lindex, Indiska, JC millum annað.

 

16.30 Kulturhuset liggur mitt í sentrum, og er mentunnarháborgin í Stokkholm. Her kanst tú síggja framsyningar, og oftani er onkur sjónleikur eisini at síggja. Børnini hava eina heila hædd fyri seg sjálvan at spæla í - "Rum før barn", eitur hon.

 

18.00 Nordic Light Hotell hevur eina sokallaða Ice Bar, har alt er gjørt av ísi - eisini gløsini. Tú verður ílatin tjúkka drakt, og so er bara at byrja kvøldið við at njóta ein góðan drykk.

 

19.00 Nú er hungurin komin, og tíð er at fáa sær ein góðan bita. Ein nyopnað matstova, ið hevur fingið nógv góð ummæli, er Pontus á Brunnsgatan 1.

 

22.00 Nú er tú nær við Stureplan, ið er "The place to be", um ein vil í býin! Tað eru nógvir náttklubbar og diskotek at velja ímillum - eitt nú Spy Bar, Berns, Riche og Café Opera.

 

00.00 - Ein stuttligur og strævin dagur er at enda! Um tú ikki hevur funnið tær eitt hotell, so er tað so avgjørt tíð til tað nú. Tað eru sera nógv hotell at velja ímillum, men um tú vil búgva eitt sindur annarleiðis og hampuliga bíligt, kann báturin "Af Chapman", ið liggur mitt í Stokkholm, verða eitt gott stað. Báturin liggur við kai alt árið og er vallaraheim um summarið.