- Egi eri væl nøgdur við tað markið vit hava fingið. Tað er bæði eitt gott úrslit í sær sjálvum og kanska serliga sæð í tí ljósi, hvussu torførar hesar samráðingar hava verið sigur leiðarin av Oljumáladeildini, Herálvur Joensen, sum eisini hevur verið við í samráðingunum.
Hann vónar, at málið fer at fáa eina sakliga og seriøsa viðgerð, men dylur heldur ikki fyri, at tað er ikki so lætt at viðgera málið, nú ein so stórur partur av samráðingunum og innihaldinum í málinum hevur verið í trúnaði.
? Nú vóni eg, at fólk m.a. út frá teimum kortum, sum verða almannakunngjørd og út frá politisku undirtøkuni annars, fara at innsíggja, at her er talan um eina góða avtalu.
Leiðarin av Oljumáladeildini er lættur um hjartað, nú tað loksins sær út til, at ein loysn er í ljósmála. Hann sigur, at tey fólkini, sum arbeiða við oljumálum, hava við spenningi bíðað eftir, at nakað skuldi henda í hesum máli. Tað hevur avgjørt ikki verið gott fyri umsitingina, at málið hevur drigið so nógv út. Naggatódnin hevur gjørt, at starvsfólkini á Oljumáladeildini eru ikki sloppin til at gera alt tað, sum tey annars vórðu sett til.
Herálvur Joensen viðgongur, at síðani seinasta stóra frágreiðingin frá Oljuráðlegggingarnevndini varð liðug í 1997 hava teir í ávísan mun ligið og andøvt, so tað er ein stórur lætti, nú ein avtala er í eygsjón.
Eisini sæð í oljuhøpi er hann sera væl nøgdur við úrslitið. ? Okkara jarðfrøðingar siga, at tað avgjørt eru stórar leiðir á okkara øki, sum kunnu vera áhugaverdar at leita á. So nú er tað upp til okkara at taka tey næstu stigini.
Avtalan ger, at fortreytirnar fyri at fara undir leiting nú eru til steðar. Nú skal útbjóðingarumfarið í gongd, og har er tíðarætlanin, at vit skulu bjóða út í heyst ella tíðliga komandi vetur. Og so má leitingin og serstakliga boring avgera, um vit einaferð gerast ein oljutjóð leggur hann aftrat.
Færri boringar til
Vit spurdu leiðaran av Oljumáladeildini, hvussu tað ber til, at oljufeløg í dag tosa um at kunna raka við olju á Atlantsmótinum við tveimum ella trimum boringum, tá tað vanliga verður sagt, at man rakar við olju eina ferð út av 10 boringum?
? Tað sær út sum um at man við nútímans tøkni og serstakliga 3D seismikki er førur fyri at avmarka vágan, áðrenn tú fer undir boringina, soleiðis at tað er meira sannlíkt, at tú rakar við, tá tú fer í gongd. Og tað eru einstøk feløg, sum nevna, at tey vilja eitt lutfall, sum er eitt til tvey. Tað er tað tey miðja móti.
Merkir tað ikki, at krøvini vit kunnu seta oljufeløgunum kunnu vera so mikið størri?
? Tað er nakað um tað, men hinvegin er tað eisini so, at vágin hjá feløgunum eitt nú í økjum, har basaltfláirnar eru tjúkkar, er størri, tí tað er torført at siga nakað við vissu. Haraftrat kemur tað, at oljuvinnan neyvan er komin seg heilt eftir stóra prísfallið. Eisini er okkara øki avbjóðandi við djúpum vatni, streymi og hvørt av sínum, so vit skulu eisini framhaldandi skilja oljufeløgini uppá teirra egnu premissur. Men sjálvandi skulu vit eisini seta krøv.
Men hvussu kenst tað nú at sita og kunna bjóða stór og spennandi øki út, ja eina hálva Hvítsonu, meðan vit fyri bert stuttari tíð síðani sótu vit einum umstríddum øki, sum als ikki kundi bjóðast út?
? Tað er eingin ivi um, at í einum útbjóðingarumfari eru tað nú øki, ið fyrr hava hoyrt til ta Hvítu sonuna, og sum er júst tað, ið skal vekja áhugan hjá oljuídnaðinum. Tað er soleiðis sum fleiri av oljufeløgunum hava sagt, at er Hvíta økið ikki við í eini útbjóðing, so skulu tey gera eitt rættiliga fitt lop frá teimum leiðum tey kenna vestan fyri Hetland og inn á føroyskt øki, og harvið bleiv vágin størri og hugurin hjá teimum til at binda seg til eina alt ov krevjandi arbeiðsskrá helst eisini avmarkaður. Hinvegin høvdu vit altíð roknað við, at vit fóru at fáa ein stóran part av tí Hvíta økinum, og tað hava vit nú eisini fingið.
Hægri prísir, meira framkomin tøknifrøði, markið komið uppá pláss - skuldi verið ein rættiliga góð støða hjá tykkum á Oljumáladeildini nú at farið aftur til arbeiðis?
? Tað er ein heilt onnur støðu enn kanska at skula gjørt seg til at skula stinga í sekkin, meðan marknamálið fór til Haag í fimm ár.
Hóast marknamálið nú tykist at verða loyst, so vil Herálvur Joensen fegin undirstrika, at hóast tey hava ynskt at sleppa í gongd við útbjóðing ol., so hevur tað alla tíðina verið marknamáli sum er komið í fremstu røð. ? Vit hava ongantíð trýst á hvørki løgmann, uttanríkisráðið ella onnur fyri at skunda undir marknamálið við atliti til oljuleitingar. Vit hava altíð verið greið yvir, at markið gekk framum oljuleiting.
Uppá fyrispurning um brúk verður fyri meiri fólki til at fyrireika útbjóðingina sigur Herálvur, at talan verður ikki um nógv fólk, fyrr enn vit síggja, hvat kemur burtur úr útbjóðingini, td. hvussu nógvar umsóknir koma, hvussu nógv loyvi verða givin og hvussu stórt tal av boringum vit kunnu vænta á føroyskum øki komandi árini. So ætlanir eru ikki um at uppbyggja nakra stóra burokratiska umsiting, men heldur hava eina avmarkaða og vælkvalifiseraða umsiting, sum er før fyri at identifisera tær avbjóðingar, sum vit koma at møta. Men tað er heldur ikki neyðturviliga soleiðis, at vit sjálvi altíð skulu sita inni við førleikanum fyri at loysa tær avbjóðingarnar. Tað kann gott vera, at vit í onkrum føri mugu heldur fara og læna okkum tann førleika, tá vit hava brúk fyri honum.
Um so er at bretar fegnir vilja hjálpa okkum við teirra vitan og royndum á oljuøkinum, sum bretski uttanríkisráðharrin eisini nevndi í brævi til løgmann herfyri, hevði tað so ikki verið ynskiligt at fingið eina hjálpandi hond til ta fyrstu útbjóðingina á føroskum øki?
? Hetta má vera ein pol itiskur spurningur um, hvat samstarv við ynskja, men ein av boðskapunum hjá landsstýrismanninum í oljumálum, tá hann møtti sínum bretska mótparti í fjør, var, at Føroyar vóru áhugaðar í at hava samstarv við Bretland, men marknaósemjan lá sum ein forðing. So nú tann forðingin er rudddað av vegnum kann eg ímynda mær, at man vil síggja positivt uppá tað.
Nú bretar eftir øllum at døma hava givið seg so nógv í mun til upprunaliga kravið spurdu vit Herálv Joensen, um man tá kann tosa um vinnarar og taparar í hesi sak - kann man t.d. siga, at bretar eru taparar í hesum máli?
? Eg haldi tað er skeivt at seta málið upp soleiðis, at annaðhvørt hava teir tapt ella vit. Báðir partar hava vunnið nakað og fyri oljuleiting á Atlantsmótinum var hetta tað besta, sum kundi henda.