Lesið og dømið sjálvi

- Tað var gamalt, at føroyskir menn fóru í aðra bygd at finna sær eina konu. So sum so er tað lítið nýtt ella løgið í at brúka net-dating at leita sær eitt sprund, har fólk ikki kenna teg, sigur Ólavur í Beiti, sum í dag gevur út bókina Tjatt, ið millum annað er ein lýsing av net-fríggjaríi í øllum sínum fjølbroytni


Høvundurin Ólavur í Beiti er í dag aftur á gøtuni við eini nýggjari bók, ið sum vanligt er ein viðkomandi viðmerking til okkara tíð og samfelag. Evnið hesuferð er alnetið og serstakliga nógv útbreiddi áhugin fyri tjatt og net-dating, ella net-fríggjaríi, sum tað kanska eitur á føroyskum. Væl vitandi, at tað finnast nógvir fordómar móti hesum nýggja fyribrigdi, roynir høvundurin at fáa tað niður á jørðina, og geva eitt so sakligt innlit í tað, sum til ber.
- Tjatt og net-dating eru bara nýggir mátar. Tala á skrift, kanst tú eisini kalla tað. Tað er ongin grund til at yvirdramatisera tað, og í øllum førum fær tað ongantíð annað innihald, enn tað vit menniskju sjálvi geva tí, sigur Ólavur í Beiti.
Metið sjálvi
Bygnaðarliga er bókin sett saman av hugleiðingum um alnetið og longri og styttri útskriftum av enskum tjatt samrøðum millum Samfred Gunsbourgh og ymsar dámur. Hugleiðingarnar snúgva seg í stóran mun um royndirnar hjá høvundanum sjálvum við alnetinum, men royna ikki at meta um, hvussu hetta nýggja fyribrigdið hevur ávirkað okkum menniskju. Ta kanningina hava vit enn til góðar, sigur hann, so ímeðan vit bíða, bjóðar høvundurin lesararum eitt høvi til sjálvi at meta um, hvat tjatt og net-dating í grundini er fyri nakað.
- Í mínum kanningararbeiði havi eg lisið hópin av tjatt samrøðum, har eg so havi tikið nakrar við í bókini sum dømi. Eg havi við vilja ikki týtt tær til føroyskt, fyri at tær skulu varveita sítt trúvirði. Eitt nú net-dating gongur sum oftast fyri seg á enskum, og tað hevði jú verið rættiliga kunstigt, um eitt tjatt millum Samfred og eina filipinska dámu gekk fyri seg á føroyskum, sigur Ólavur.
Hvørt Samfred og dámurnar eru fiktivir persónur ella ikki, heldur Ólavur ikki vera viðkomandi ella áhugavert í hesum høpi. Tí hevur hann eisini valt, at skera burtur allar persónligar upplýsingar, ið møguliga kunnu avdúka samleikan, hjá teimum, sum tjatta.
- Bókin snýr seg um tjatt, ikki um, hvør tað er, sum tjattar. Tíverri hava føroyskir høvundar tann trupulleika, at nógvir lesarar sum eitt tað fyrsta royna at finna út av, um bókin nú passar ella ikki. Og tað er stórt spell. Ikki bara tí tað eftir mínum tykki kann vera fullkomilig líka mikið, men serliga tí tað avmarkar lesiupplivingina í ólukkumát, sigur Ólavur.
- Hinvegin, ein bók skal altíð fáa lesarar at trúgva, at tað, sum høvundurin fortelur, er satt. Tað krevur so aftur, at lesarin gongur við uppá treytirnar, bókin setur. Í hesum føri eru ikki aðrar treytir, enn at lesarin smoyggir sínar møguligu fordómar av sær eina løtu og lesur og dømir sjálvur, sigur Ólavur.
Vegleiðing
Sjálvur dylir Ólavur ikki yvir, at hann heldur tað vera spell at net-dating hevur fingið so ringt orð á seg. Tað finnast hópin av menniskjum, sum hava funnið eydnuna og fingið ein nýggja møguleika í lívinum umvegis net-dating, og slíkt eiga vit onnur ikki at háa ella seta okkum sum dómara yvir, heldur hann. Ikki tí, hann dugir væl at síggja vandarnar, og lýsir eisini væl og viðiliga, hvussu ein kann royna at verja seg fyri teimum.
- Í so máta kann bókin brúkast sum ein vegleiðing til, hvussu ein best kann stýra runt í hesum ofta fløkta netheimi. Net-dating er framvegis ikki nakað, vit tosa serliga opið um. Tí kann tað utta iva eisini verða kærkomið hjá onkrum, sum hevur hug at royna seg, at sleppa at seta seg í frið og náum við bókini og finna út av, hvussu ein ber seg at.
Spurdur um, okkurt ikki er galið, tá fólk brúka so nógva tíð uppá slíkt tjatt, sigur Ólavur, at hatta kanska sigur meir um tann, sum spyr, enn um tann, sum tjattar.
- Tað finnast so nógvar ymiskar orsøkir til, hví fólk tjatta. Kanska er tað dreymurin um at finna eydnuna, forvitni, einsemi ella bara ganska vanligt tíðsfordrív. Sum sagt er hetta bara ein nýggjur máti at hitta onnur fólk ella kanska finna sær ein maka. Satt at siga skilji eg ikki rættiliga, hví net-dating ofta verður hildið bara at vera ein kaldur og kyniskur máti at skora sær eina dámu. Tað fær so illa verið kyniskari, enn at tú fert í dans, drekkur teg hamrandi skít og vaknar upp morgunin eftir og ikki hevur hóming av, hvør tað er, sum liggur við síðuna av tær, sigur Ólavur.
Fragmenterað endurspegling
Umframt at lýsa net-dating, roynir bókin at geva eina sera breiða mynd av øllum møguleikunum, netið hevur at bjóða. Í so breiða, vil onkur kanska halda, við tað at bókin ofta hevur lyndi til at leypa frá einum evni til eitt annað uttan samanhang. Men møguliga er hetta nettup ein roynd hjá høvundanum at lata bókina endurspegla tað eyðkenda fragmenteraða alnetið.
Um ein skal leita eftir onkrum slagi av niðurstøðu í hugleiðandi partinum av bókini, má tað verða, at alnetið provokerar mest sum allar okkara siðbundnu hugsunarhættir. Ikki bara tí alnetið setir øll vanlig mørk úr gildi, men eisini tí tað letur upp fyri nøkrum møguleikum, okkara siðbunda samfelag als ikki hevur fyrireikað seg uppá. Sum dømi frá veruleikanum nevnir høvundurin ein ungan svenskara, sum á síni sjálvuppgávu hevði upplýst, at hann vann sær 23 milliónir svenskar krónur árið fyri umvegis sína heimasíðu. At talan var um ein nýggjan vinnuveg á alnetinum, hevði skattavaldið onga hóming av, og mátti fáa sær serkøna hjálp, áðrenn tey vórðu sannførd um, at ungi svenskarin ikki var ein brotsmaður av ringasta slag.
Tjatt er útgivin á forlagnum Grønhólmur og kemur í bókahandlarnar í dag.