Dokumentariska ævisøgan, sum Jústinus Eidesgaard er farin undir at skriva um Kaj Johannesen, skipara, er stórverk. Helst størri, enn hann hevði grunað og kanska ætlað, tá farið varð undir hetta verkið. Fyrsta bindið er komið. Eitt valaverk í nógvar mátar, sum tó er merkt av lýtum, ið viðhvørt arga lesaran meira enn gott er.
Jústinus hevur lagt stórt granskingararbeiðið í hetta verkið, sum eftir, sum hann sjálvur sigur frá, bara er komið ávegis. Hetta fyrsta bindið er nevniliga ikki meira enn komið til at nevna høvuðspersónin, Kaj Johannesen, skipara úr Hvannasundi. Tað, vit higartil hava fingið at vita, er í stóran mun um abban og pápan. Teirra lív og umstøður. Og so sjálvandi nakað um tey, sum rundan um teir vóru.
Og Jústinus gongur nokk so nær. Fortelur um horarí og ósiðiligt kynslív mestsum yvirhøvur í ávísum bygdum norðanfyri, har abbi høvuðspersónin verður lagdur undir at eiga sín góða part, og eisini verður sagdur at fáa í sín part okkurt, sum hann ikki skuldi eiga. Nevniliga sonin Mortan, faðir at Kaj, sum Jústinus kortini seinni vil prógva, at hann eigur.
Hvat skal tað so til? Er tað ikki Kaj, vit vilja lesa um, tá vit ogna okkum bókina? Er hetta ikki eitt sindur av bóndafangaríi soleiðis at koma við eini ævisøgu um ein mann, sum vit mestsum bara fáa nevndan i einum viðfáningi og so kanska noyðast at bíða eitt ár, til vit rættiliga fáa hansara søgu?
Ivaleyst kann onkur halda tað. Men tann, sum lesur hetta fyrsta bindið í ævisøguni um hendan úrmælingin, man kortini halda, at hetta var bara »fínar greiðir« soleiðis at fáa eitt sindur av kennskapi til tey, ið undan eru farin og hava skapt hendan góða úrmæling og fingið hann til tað, hann var. Tí eingin ivi er um, at hann var nakað. Men einki kemur av ongum, og tí er gott at fáa grundarlagið við.
Og so kann granskingararbeiði Jústinusar vera partur av søgu okkara, sum ikki er kunngjørdur fyrr. Ein partur av føroyskari vinnusøgu.
Uppreisn til abban
Bókin er býtt í tríggjar høvuðspartar, hóast smærri brot eisini eru. Ein til hvønn teirra abban, pápan og Kaj sjálvan, har greitt verður frá fyrstu manndómsárum hansara. Høvundin letur í endanum av bókini vita, at høvuðsparturin av lívi hansara fer at verða viðgjørdur í eini seinni bók.
Fyrsti partur, einar hálvtannaðhundrað síður, eru um abba Kaj, Hans Paula Johannesen á Norðtoftum.
Her fáa vit eina søgu um mann, sum av givnum orsøkum mestsum hevur verið burturtagdur av fólki. Kanska serliga teimum nærmastu, sum skilst á bókini. Og ein av grundunum hevur verið, at hann endaði sínar dagar sum heimleysur drykkjumaður, sum eftir teirra meting, ið seinnu komu, ikki var ættini til nakran serligan heiður.
Hevði tað verið í dag, var maðurin farin á ein viðgerðarstovn og komið út aftur sum rættur maður. Av summum kanska hildin at verið størri, enn um hann ikki hevði havt brúk fyri hesi viðgerð.
Men Jústinus noktar at lata mannin fara í gloymskuna og setir honum tann varðan, sum eingin annar gjørdi. Vantandi gravsteinurin í kirkjugarðinum á Viðareiði er við granskingararbeiði høvundans nú reistur manninum á prenti.
Nágreiniliga er høvundin farin til verka og hevur brúkt ár til kanningararbeiðið. Bæði á skjalasavni og rættiliga nógv privat skjøl og samrøður eisini. Tó haldi eg, at hann kundi havt stytt okkurt nakað væl. Til dømis allar avreiðingarnar, har hann yvir einar 30 síður vil vísa við handilsbókunum í Sundi og Norðdepli sum keldu, at Hans Pauli á Toftum ikki var nakað ómenni, men av raskastu útróðrarmonnum á staðnum. Kanska í landinum. Tað kundi verið gjørt styttri, og lesarin hevði skilt tað kortini.
Pápin
Annar drúgvur partur av bókini er um pápa Kaj. Mortan. Hann, sum vanliga verður nevndur Mortan í Hvannasundi, hóast hann var ættaður av Norðtoftum.
Jústinus hevur rættiliga fingið fatur á eini góðari søgu, sum ikki víkir petti fyri nútíðar røvarasøgum við bæði ólevnaði og øllum tí, ið til hoyrir. Hann rør fram undir, at kynsligi ólevnaðurin á Norðtoftum og í grannalagnum mundi einki standa aftan fyri tað, vit kenna úr gamla Testamenti og hefta at býum sum Sodoma og Gomorra. Tekur fram gamalt bygdarslatur, sum vil vita, at at hesin góði Hans Pauli á Toftum, sum skrivaður er sum pápi at Mortani og tískil abbi at Kaj, als ikki var tað. Hann ger eina fitta søgu burtur úr tí, fyri síðan seinni at rudda alt av aftur borðinum við útrokningum frá eini nútíðar jarðamóður í Havn. Og so ganga vit út frá, at abbin er abbi kortini, og tað, sum fyrr varð skrivað, var tann beri slatur og møsn.
Og tað er júst frá bygdarslatri, hann hevur hesa søguna. Kanska hon er ein av grundunum til, at ættarfólki seinni mestsum hevur gloymt hendan abban, sum Jústinus í ganskingararbeiði sínum hevur givið rættiliga uppreisn.
Triði drúgvi parturin er um Kaj sjálvan, hóast vit soleiðis mestsum bara koma í gongd. Ein stutt lýsing av manninum, og so fáa vit at vita, at tað mesta, sum er at siga um hendan merkismannin, væntandi - um Guð vil - kemur út í næstu bókini.
Lýtini
Stórverk er bókin, sum Jústinus hevur givið út. Og størri verður samlaða verkið, hann er farin undir, men sum enn bara er hálvgjørt.
Men eg má viðganga, at mær tókti viðhvørt, meðan eg las, at ikki nóg væl var gingið um. Fyri mær at síggja, var hann komin í tíðarneyð ella okkurt sovorðið. Skuldi helst hava bókina út til jólasøluna, og tískil var eitt nú málsligi rættlesturin heldur skjótt frágingin, tókti mær. Handritið kundi eftir mínum tykki trongt til at verðið lisið ígjøgnum einaferð afturat, áðrenn tað varð latið til prentingar.
Væl vitandi, at Jústinus hevur lættan penn, og at vanliga er stuttligt at lesa tað, hann skrivar, undraði tað tí eisini, at onkrar undaligar máliskur eru við í bókini, sum hann veit, ella eigur at vita, eru skeivar. Sum tá hann sigur frá, at Kaj umborð á Normanner »kom til skaða í hondina«!
Undranarvert. Tí ikki ivist eg í, at Jústinus veit, at »fólk fáa skaða«.
Eisini hevði eg hug at fýlast á, at ov nógvar endurtøkur eru í bókini. Tykist viðhvørt, sum høvundurin hevur blokkað sær tekst á telduni og síðan bara trýst á copy/paste. Ørkymlandi.
Granskingararbeiðið er nágreiniligt. Viðhvørt mestsum ov kann haldast, tá allar hesar neyvu kelduávvísingarnar standa gjøgnum alla bókina. Tí av forvitni verður farið til hesar, sum víst verður til, og so órógvar tað lesnaðin eitt sindur.
Onnur munnu vera, sum betri enn undirritaði kenna persónarnar, sum lýstir eru, og kunnu meta um, um alt passar heilt. Men eg haldi meg tó vita, at tann í dag 92 ára gamli Dávur í Vík, sum umrøddur verður í samband við, at Blithsome sakk á Kappanum, er ikki úr Vík, men úr Tjørnuvík. Hann verður gjøgnumgangandi nevndur Dávur í Vík, hóast hann sjálvur, minst tvær ferðir (endurtøkurnar) í bókini greiðir frá, at hann kendi Mortan í Hvannasundi, tí hesin hevði verið í Tjørnuvík og biðið fólk. Og tí hava hvørki høvundi ella rættlesari loftað.
Nú granskingararbeiðið, ella í hvussu er tað nógva, er liðugt, ber til at vænta, at betri tíð verður til at skriva næstu bókina. Kanska verður hon so mikið tíðliga liðug, at stundir vera at rættlesa hana einaferð eyka.
Bókin »Kaj« við undirheitinum »ein dokumentarisk ævisøga« er stór. Fyllir 470 blaðsíður, og hon fæst í sølubúðum kring landið fyri 399,- krónur.