Støðan við makrelinum undir Føroyum vísir sera greitt, hvussu sjúk okkara politiska skipan er, og hvussu skipanin ferð eftir ferð hoknar undir trýstinum frá tí kavrotna harkaliðnum av reiðarum, strámonnum og teirra loybbyistum. Við stuttskygdum løtuvinningi fyri eyga nýta nótabarónarnir eitthvørt høvi til at stinga kappingarneytar í ryggin. Væl stuðlaðir av bláoygdum fakfelagsleiðarum, ið verða lumpaðir til at stuðla »eini góðari sak«.
Hans Andrias Joensen, reiðari
.....
Nýggjasta dømið um ódámligu framferðina hjá nótabarónunum er eitt skriv til Løgtingið, har tað hevur eydnast Felagnum Nótaskip, við stjóranum Jógvani Jespersen á odda, at sannføra 10 feløg um, at nótamennirnir eru “the good guys” í føroyskari fiskivinnu, hóast teir eru tað beint øvugta.
Eg skal her greiða frá, hvussu hesir góðu nótabarónar – ið av einhvørjari margháttligari orsøk onkuntíð eru lýstir sum sannir fosturlandsvinir – hava háttað sær, og hvussu teir hava kostað føroyska samfelagnum milliardir av krónum í mistum inntøkum. Hetta hóast nakrir av teimum her fimm minuttir í tólv royna at keypa sær vælvild millum føroyingar við at byggja eitt móttøkuvirki á Tvøroyri. Í sjálvum sær eitt gott átak, men tað skuldi bara manglað, so nógv sum hesir nótabarónar hava fingið borið upp í lógvarnar, uttan at hava gjørt annað enn at leggja øðrum vinnulívsfólkum forðingar í vegin.
Svikagerðin
Í 2009 fóru menn, ið varaðu av Reiðarafelanum, at gera vart við, at tað uttan iva var ein møguleiki fyri, at Føroyar kundu krevja ein størri part av makreltilfeinginum í Norðurhøvum.
Tað var tó skjótt, at Felagið Nótaskip við Jógvani Jespersen á odda, við hond og fót byrjaði at arbeiða ímóti at fáa størri makrelkvotu í føroyskum sjóøki.
Jespersen royndi at greiða politikarum og embætismonnum frá, at her var einki at fara eftir. Hesin fiskurin – t.e. makrelurin – hevði fyri nótabarónarnar einki annað virði, enn at verða avreiddur til mjølframleiðslu fyri 2-3 krónur kilo. Óneyðugt er at vísa á, at hetta er mótprógvað, so tað stendur eftir. Í fjør sóust prísir heilt upp í 10 krónur kilo, og um rætt verður atborið, kann prísurin koma nógv longur upp í ár og komandi árini.
Tíbetur lurtaði táverandi og núverandi landstýrismaður í fiskivinnimálum ikki eftir Jespersen og hansara nótabarónum. Fiskimálaráðharrin lurtaði hinvegin eftir táverandi formanni í Reiðarafelagnum, Vibergi Sørensen, og skrivaranum í sama felag, Árna Dam, ið høvdu ta sannføring, at tað lógu milliardir av peningi og bíðaðu føroyska samfelagnum fyri makreltilfeingið við Føroyar. Og rætt fingu teir.
Hóast hetta eyðnaðist tað Jespersen og hinum nótabarónunum at kroysta eina sokallaða roll-over-skipan ígjøgnum í 2009, so Føroyar framhaldandi bert fingu einans 4,7 prosent av felags makrelkvotuni. Bara hetta snigálopið hjá nótabarónunum kostaði hundraðtals milliónir í mistum inntøkum fyri føroyska samfelagið.
Sigldu til Noregs við veiðuni
Í 2010 var tó trúgvin millum okkum onnur so sterk uppá, at Føroyar kundi ogna sær meira av hesum dýra tilfeingi. Eisini landsstýrismaðurin helt, at nú var nóg mikið við at boyggja høvdið hjá okkum føroyingum mótvegis Noregi og ES. Vit áttu at krevja meira av felags makrelkvotuni. Hann ætlaði sær at seta føroysku kvotuna munandi upp, sum sjálvandi var tað einasta rætta at gera, tí so nógvur makrelur var í føroyskum sjógvi.
Men hvat gera nótabarónarnir? Jú, tá landsstýrismaðurin ikki makkar rætt og ætlar sær at áseta føroysku makrelkvotuna til 15 prosent, kæra Jespersen og nótabarónarnir hann fyri løgmanni við einum brævi dagfest 6. juni 2010, undir heitinum “Áheitan í makrelmálinum”. Hendan dáragerð fær tey bæði bíbilsku líknilsini um farisearnar og slanguna í paradísi at renna einum til hugs.
Bakbitið hjá nótabarónunum móti sínum egnu landsmonnum, við løtuvinningi fyri eyga, eydnaðist so mikið væl, at kvotan tað árið bert varð ásett til umleið 7 prosent. Aftur hesaferð kostaðu Jespersen og nótabarónarnir okkum føroyingum hundraðtals milliónir. Og hetta kundi enntá hava kostað uppaftur meira, um nótabarónarnir fingu sín vilja við at áseta kvotuna til 4,7 prosent, sum hon var árið fyri.
Bara í 2009 og 2010 hevur beistagerðin hjá nótabarónunum sostatt kostað føroyska samfelagnum milliardir av krónum í mistum inntøkum. Og stóð tað til teir, var føroyska kvotan framvegis ikki komin upp um tey 4,7 prosentini.
Tað er óhugnaligt at hugsa sær, hvussu ørandi tær mistu upphæddirnar tá høvdu verið, afturat øllum tí, sum nótabarónarnir frammanundan hava kostað. Tíbetur vórðu teir tiknir við buksunum niðri og gjøgnumskoðaðir.
Bornir í gullstóli fyri beistagerð
Fyri hesa gerð, sum er størsta beistagerð í føroyskari vinnulívssøgu, verða somu persónar nú heiðraðir og gyltir við at skúma meginpartin av rómanum av hækkaðu makrelkvotuni. Eina kvotuhækking, sum aðrir hava útvegað teimum, men sum hesir somu nótabarónar hava arbeitt við hond og fót ímóti, at vit sum tjóð kunnu ogna okkum.
Gløggi lesarin spyr helst, hví nótabarónarnir so íðiliga hava arbeitt ímóti eini kvotuhækking í føroyskum sjógvi? Tað ljóðar fullkomiliga burturvið, og sæð frá einum samfelagsligum sjónarhorni, er tað eisini so. Men ikki í nótabarónaheimi.
Sakin er tann, at nótabarónarnir einsamallir høvdu makrelkvotu í norskum sjógvi. Eina kvotu, sum aðrir føroyingar sjálvandi ikki máttu fáa lut í við at flyta og hækka kvotuna í føroyskum sjógvi. Hetta hevði hótt løtuvinningin hjá hesum fátali av nótabarónum og órógva teirra annars friðarliga og lætta fiskilív, har teir kundu fylla skip síni í norskum sjógvi, sigla tað til Noregs, og landa veiðuna har.
Lági prísurin hevði so at siga ongan týdning fyri teir, tí føroysku skipini vóru so fá um norsku kvotuna, og tí var ovmikið í part. So nógv, at teir kundu fylla eina last fyri og aðra eftir, sigla í pendulfart millum norska feltið og norsku havnirnar til gleði og stóran profitt hjá bæði nótabarónum og ikki minst fyri norsku landingarstøðirnar, ið sjálvandi gnýggjaðu sær í hendurnar fyri bíliga fongin frá føroyingum.
Óneyðugt er at siga, at her var onki eyka avleitt virksemi í Føroyum, sum kom okkara samfelagi til góðar, eins og tað ger nú, eftir at vit hava hækkað okkara egnu kvotu. Men hví skuldu nótabarónarnir órógva seg við tí? Teir skovlaðu jú pening inn kortini.
Tíbetur eru teir gjøgnumskoðaðir
Nú nótabarónarnir eru tiknir við buksunum niðri, royna teir seg enn einaferð við einum bakbiti á okkum onnur í vinnuni. Men sjálvandi gera teir tað ikki einsamallir. Tað eru teir hóast alt ov snildir til.
Eins og við áðurnevnda brævi til løgmann í 2010, har teir fingu aðrar bláoygdar sálir at skriva undir og harvið sabotera kvotuhækkingina tá, so royna teir seg enn einaferð við sama kynstri, har teir miskreditera onnur í vinnuni. Aftur hesaferð við enn fleiri bláoygdum medundirskrivarum, sum eftir øllum at døma framvegis onki hava fatað av hesum glantrileiki hjá nótabarónunum.
Skamm fái tykkum, nótabarónar, við tykkara landsskaðiliga virksemi, sum tíbetur alt fleiri eru vorðin varug við. Eisini politisku myndugleikarnir.
Vónandi fer avdúkingin av tykkara skaðavirksemi at síggjast aftur í makrelbýtinum, so teir sum fyrstir vóru at vísa á virðið á makrelinum og ídnir hava arbeitt fyri øktari virðisøking av hesum stóra tilfeingi – til gagns fyri alt tað føroyska samfelagið – ikki verða við sviðið soð.
Alt meðan nótabarónarnir, sum áhaldandi hava lagt forðingar í vegin fyri eini hægri kvotu, og so dyggiliga hava sovið í tímanum í síni líkasælu í ikki so mikið sum royna at fáa meiri fyri makrelin, ótarnaðir sleppa avstað við meginpartinum av hesum fyri føroyska samfelagið ófatiliga stóru virðum.
Ístaðin fyri at stinga okkum í ryggin, átti Felagið Nótaskip at sent takkarskriv til Hósvíkar, at vit so treiskir hava hildið fast uppá, at Føroyar eiga meira makrel. Úrslitið av hesum er millum annað, at nótaskipini í 2011 hava havt tað størsta avlopið nakrantíð. Beinleiðis orsøkin til hetta risaavlop er sjálvandi, at nótaskipini hava kunnað fiskað so nógvan makrel við Føroyar.
Vit bíða spentir eftir hesi tykkara tøkk fyri at hava skaffað tykkum gyltar makrelkvotur, sum tit í tykkara fávitsku arbeiddu við hond og fót ímóti!