Eli Thorsteinsson, løgfrøðilesandi í Keypmannahavn
elith@m3.stud.ku.dk
--------------
Tað fátækrasliga orðaskiftið um ES í føroyskum politikki ber brá av, at tað bert verður fokuserað upp á fiskivinnuna og hvat hevði hent við henni, um Føroyar gjørdust ES land. Fiskivinnan er jú okkara nógv størsta vinna, og hevur hon eisini forsyrgt okkum í nógv ár, so tað er onki undarligt í tí, at fiskivinnan stendur fremst í tonkunum, tá tosað verður um Føroyar og ES. Hóast tað so sakni eg eitt veruligt kjak um ES í føroyskum politikki. ES er so ómetaliga nógv annað enn bara fiskivinnupolitikkur.
Tað er sjálvandi alt annað uppá, hvussu tann einstaki sær upp á tað heila, men eftir mínari fatan eru tað óteljandi fyrimunir fyri Føroyar í einum ES limaskapi. Hesir fyrimunir finnast fyri tað mesta innan tey kendu fýra frælsini, sum í veruleikanum eru fimm. Frælsi fyri vørur, tænastur, kapital, arbeiðsmegi og rætturin til at etablera seg í einum øðrum ES landi. Frælsi fyri kapital hevur tó ikki tann heilt stóra týdningin, við tað at triðjalond eisini eru umfataði av frælsinum, tó við nøkrum fáum undantøkum.
Fyri Føroyar í dag hevði tað t.d. havt ta ávirkan, at vinnulívið, sum manglar arbeiðsmegi og tískil missir vinning hvønn dag, hevði havt lættari við at útvegað sær arbeiðsmegi. Trupulleikin við útlendingalógini og útlendingum í Føroyum, sum hava verið undir harðari viðferð frá ABC samgonguni, hevði í stóran mun verið loystur. Grundarlagið fyri einum sterkari og minni viðbreknum búskapi hevði verið lagt, í tí tað hevði verið lættari at skapt fleiri bein at standa á enn bert fiskivinnuna. Útlendskar fyritøkur høvdu havt lættari við at flutt sítt virksemi til Føroyar, og føroyskar fyritøkur hinvegin. Hatta vóru bert nøkur dømi, meðan tað eftir mínari fatan finnast fleiri aðrir fyrimunir fyri Føroyar og føroyingar innan øll ES frælsini.
Í áhugaverdari grein í Dimmalætting tann 21. desember 2007 nevnir Hermann Oskarsson eisini, hvussu tær mongu undarligu lógarforðingarnar innan fiskivinnuna í Føroyum, sum ofta hava til endamáls at dugna ávísum samfelagsbólkum, automatiskt høvdu verið sprongdar burtur um Føroyar gjørdust ES land. Hermann Oskarsson vísur m.a. eisini á, hvussu føroyska fiskiøki longu er gjørt til altjóða fiskiøki. Hermann Oskarsson vísur á, at av teimum 620 túsund tonsunum, ið blivu fiskaði í føroyskum sjógvi í fjør, fiskaðu vit sjálvi tey 230 túsund. Restina uppá 390 túsund tons fiskaðu útlendingar. Hetta er uml. 37 % til føroyingar og uml. 63 % til útlendingar (rokna í tonsum). Sostatt kann sigast at føroyskt fiskiøki í stóran mun longu er blivi til altjóða fiskiøki. Tískil er ein próvførsla ímóti ES limaskapi, grunda á fiskivinnupolitikk, ikki longur ein eins góð próvførsla, sum hon kanska var fyri nøkrum árum síðani.
Føroyingar mugu samstundis gera sær klárt, at vit eisini mugu geva okkara íkast til ES fyri sjálvi at nýta gott av einum ES limaskapi. Har kann okkara fiskiríkidømið verða ein stórur fyrimunur hjá Føroyum, tá vit einaferð skulu samráðast um ES limaskap. Øll ES londini hava sjálvsagt eisini givið sín part av fullveldinum til ES og t.d. í Danmark sigst, at uml. 80 % av øllum lógunum eru grundaðar á ES rætt. Hetta mugu vit føroyingar bara gera okkum greitt beinanvegin. Ístaðin fyri at síggja okkara fiskiríkidømið sum ein trupulleika við ES limaskapi, eiga vit heldur at síggja okkara fiskiríkidømið sum ein stóran fyrimun hjá okkum. Vit skulu brúka okkara fiskiríkidømið til at samráðast við ES um ein so góðan limaskap sum gjørligt, líkasum vit í dag samráðast við aðrar tjóðir um fiskivinnuøki. Tí hvat gera vit um bæði Norra og Ísland (tvey lond sum dúgliga kjakast um ES og har fiskivinnan eisini hevur ein stóran týdning fyri búskapin) fara upp í ES? Er okkara fiskiríkidømið tá nógv vert fyri ein felagsskap sum ES? Nei tá sita vit so avgjørt ikki við teimum bestu kortunum í hondini. So hví ikki leypa fram um bæði Ísland og Norra, og harvið seta okkum í eina góða samráðingarstøðu?
Eg síggji tískil ikki fiskivinnuna sum nakran stóran vansa við at Føroyar gerast ES land. Og hvør sigur at fiskivinnan í Føroyum ikki fer at vaksa um Føroyar gerast ES land. Tað ber jú eisini til at seta forðingar, um tað bert verður sakliga próvført fyri teimum. Hetta staðfesti ES-Dómstólurin í Luxembourg longu í 1989 í sak 221/89, Factortame II. Upprunin til sakina var tann, at enskur rættur gjørdi tað sera torført hjá sponskum fiskimonnum at reka virksemi í Englandi, tí mann í Englandi hevði eitt krav um at 75 % av skipsmanningini og leiðsluni skuldi vera enskir ríkisborgarar, fyri at eitt skip kundi skrásetast í Englandi. Dómstólurin kom fram til, at ein slík regla, grunda á nationalitet, var klárt í stríð við ES rættin. Dómstólurin vísti harafturímóti eisini á, at krøv um at ein fyritøka skal stýrast, leiðast og kontrollerast frá etableringslandinum í sínum útgangsstøði kunnu vera lóglig. Krøvini skulu tó grundast sakliga við støði í ES rættinum.
Føroyar kunna gerast limur í ES uppá tveir mátar. Sum sjálvstøðug tjóð ella gjøgnum Danmark. Sum sjálvstøðug tjóð í ES koma Føroyar at hava beinleiðis ávirkan á tær ES reglugerðir og fyriskipanir, ið verða viðtiknar í Føroyum. Spurningurin er bara hvussu leingi vit kunnu bíða eftir at Føroyar loysa frá Danmark. Tá tað einaferð hendur er kanska alt ov seint at samráðast við ES, ella allerhelst ikki líka gott sum í dag. Skulu vit kanska blíva við at hála aftur og fram millum samband og loysing uttan at viðgera ES í 10 ár afturat? Velja vit hinvegin at fara upp í ES gjøgnum Danmark koma vit lítla og onga ávirkan at hava á tær reglugerðir og fyriskipanir, sum verða viðtiknar í Føroyum. Hinvegin kunnu vit fáa ágóðan av øllum ES frælsunum alt fyri eitt, og so loyst frá Danmark seinni um vit skuldu fingið hug til tað. Mín favorittur er, at Føroyar fara upp í ES sum sjálvstøðug tjóð, mest orsakað av tí lítlu ávirkanina vit fáa, um vit fara upp í ES gjøgnum Danmark. Spurningurin er bara hvussu leingi vit hava ráð at bíða. Eftir mínari fatan ikki serliga leingi.
Sjálvt um tað eftir mínari fatan hevði verið klókast at farið upp í ES sum skjótast, tykist hugsanin um Føroyar sum ES land, tíverri bert at vera ein dreymur sum seint, um nakrantíð, fer at ganga út. Lítið og einki kjak er um ES í føroyskum politikki, og ongin flokkur kann veruliga sigast at hava viðgjørt evnið serliga nágreiniliga. Sambandsflokkurin hevur tó onkutíð roynt at kynt upp undir eitt kjak um ES, uttan at tað hevur havt tað stóra ávirkanina á hinar flokkarnar. Kanska tað broytist, nú tað fer at stunda til val.









