Dagfinnur Danbjørg
----
Undir kalda krígnum settu ávísir politikarar loyniliga okkara land og fólk í veð fyri fíggjarligan stuðul, soleiðis at vælferðarsamfelagið Føroyar kundi byggjast upp frá lítlum og ongum til eitt støðið, sum á mongum økjum kundi samanlíknast við støðið í øðrum Norðurlondum. Kommunistaforskrekkilsið dreiv verkið, og hildið varð, at eitt útbygt vælferðarsamfelag vildi verða besta verjan móti vinstrahallum spírum, sum við fótafesti í oyggjalandinum við tíðini - uttan vælferð - kundu fáa fólksins undirtøku og fara at loyva russum sømdir, sum m.a. kundu opna føroyska hav- og luftrúmið fyri russiskum aktivitetum soleiðis, at hol gjørdust í vesturlendska verjugarðinum.
Soleiðis kalkulerðu vesturlendskir politikarar tá og samráddust loyniliga við nakrar útvaldar føroyskar landspolitikarar út frá hesu fatan. Føroysku politikararnir - ið eisini loyniliga góðtóku ætlanina um at plasera Føroyar í verju- og herna ðarandglettinum móti russum - fingu á tann hátt - og tað hevði ikki ongan týdning - samstundis styrkt teirra egnu politisku støðu: tí teir fingu – fullan valuta fyri at góðtaka loyndarmálið, sum fyri flest øll onnur tí onki mál var - og teir kundu sum loynivinir styrkja politiska sambandið við sera gávumildar og politiskt rættvísar danskar brøðraflokkar, samstundis sum teir megnaðu at økja stríðið móti teimum sokallaðu kommunistinfiltrerandi friðarelskandi tjóðveldis- , loysingarfólkunum og annars friðarfólkum sum heild – og samstundis sum teir kundi vísa á egnan politiskan dugnaskap við m.a. at skaffa neyðugan peningin til vega til útbygging av infrastrukturin, byggja eitt gott almanna- og heilsuverk, eitt gott skúla- og eitt tíðarhóskandi sjúkrahúsverk, stovnseta 60-mill. - grunnin, realkreditstovnin, og skaffa fólkapensiónina.
Sannir politiskir gandakallar - fullir av góðum hugsjónum og idealismu, sum við góðum politiskum arbeiði kundi náa høg um politiskum tindum og ikki – sum tjóðveldisfólk, loysingarmenn og annað vinstrasinnað og/ella kommunistiskt pakk, sum bert framdi undirgravandi virksemi. Nei teir framdu slóðbrótandi politiskt arbeiði og ikki 5-kolonnolíknandi politiskt virksemi, sum hinir kanska longu gjørdu ella, ið hvussu er, ætlaðu at fremja. Vanlig fólk høvdu – av góðum grundum – ongan møguleika fyri at gjøgnumskoða lygnirnar og komplottið. Politiskir ljóskastarar skuldu til fyri at avdúka, hvørjir vóru Føroya fólks sonnu vinir og verjar, og hvørjir í loyndum seldu bæði land og fólk til krígsharrar úr ymsum fremmandum londum. Men ljóskastararnir vóru myrkalagdir og allar lanterna sløktar.
Men Guð ske lov og takk, er lukkan ofta betri enn forstandurin, og so eisini í hesum føri. Tí eftir órannsakiligum vegum sluppu vit í síðstu løtu – meðan allur Heimurin helt ondini - snikkaleys burtur úr tí politiska hasardspælinum, og sluppu harvið sum land og tjóð undan at gjalda rokningina, sum var skrivað, men sum varð skrødd ein minut í deadline fyrst í 60'unum... Vit kunnu bert takka Skaparanum fyri, at Hann var við okkum og lat okkum fáa frið. Alternativið hevði verðið eitt satt ragnarrok.
Og hvat hendi so víðari? Jú, sjálvur stuðulin helt áfram sum ein refusiónsskipan, so sera væl bar til at skriva nógvar og stórar rokningar, tí tær vórðu endurgoldnar av dønum. Og rokningarnar vóru skrivaðar í hópatali. Hetta bleiv tó for stuttligt, so ein blokkskipan varð sett í staðin. Og við hesum skipanum fóru vit ígjøgnum 70'ini og 80'ini og inn ´90íni. Galskapurin greip um seg. Okkara politikarar gingu í einum peningaligalíknandi rúsi og hildu seg kunna ganga á vatninum. Loyvdi keypum av dýrum skipum uttan eginpening og stuðlaðu høvuðsvinnuni við upp til 500 mill. kr. um árið. At tonkja sær til: einari høvuðsvinnu, sum skuldi fíggja samfelagið, men bleiv størsti almenni klienturin. Sagt verður m.a. frá, at skip komu inn og landaðu fongin upp í lastbilar, sum koyrdu inn á fiskavirki í øðrum endanum og út aftur í hinum og so víðari út á ruskpláss, har fiskurin varð vippaður av. Á tann hátt kundi sigast, at fiskurin hevði verið inni á virkinum, og tí var stuðul eisini útgoldin fyri nevndu veiðu. Stórlætisørskapurin - ein hybrislíknandi ørskapur – møtir altíð sínum Nemesis. Og so varð eisini hjá okkum. - 6. okt. í 1992 spældi klaverið ikki meira. Og soleiðis endaði fyribils fíggjarligi ørskapurin m.a. av og í einum h igartil ósæddum blokkrúsi. Ábyrgdin var fullkomuliga fokin. 7000 máttu flyta av landinum, arbeiðsloysið lá um 25% og skuldarbyrðan hjá stórari fjøld knústi nógvar vónir og dreymar og sløktu øll ljós í mong ár. Íslendigar verðu sagdir at siga, tá farið er ov langt fíggjarliga: Ríkið borgar. Føroyingar høvdu og hava hinvegin vant seg til at siga; Sama ger – danir gjalda. Og støðan bleiv (og er) hareftir, hvat fíggjarlig ábyrgd viðvíkur. Politikararnir høvdu vant seg til danska stuðulspeningin og vóru eins og stofmisnýtarar vorðnir bundnir av stoffinum soleiðis, at einans størri og størri dosir kundu geva neyðuga piftið, alt meðan skaðin bara gjørdist størri og størri.
Eg komi í hesum sambandinum til at tonkja upp á eina søgu, sum eg hoyrdi einaferð í 50'unum: Ein ungur maður kom inn á kafeina á Gørðunum í Vági eitt kvøldi. Kenningin varð og reypað var óført. Ungi maðurin hevði verið í Keypmannahavn og lisið, og har hevði hann ballast óført m.a. saman við einum føroyingi, sum vísti seg at vera sera gávumildur. Magnus Dahl sat við sama borðið sum ungi maðurin, og hann bleiv við at spyrja um, nær og hvar teir høvdu ballast, og søgan endaði altíð við, at Magnus Dahl spurdi: Og hvør betalti? Og altíð var tað hin blíði ungi maðurin, sum gesturin á kafeini hevði verið saman við. At enda reisti Magnus Dahl seg tungliga úr stólinum, suffaði hart og segði: Magnus Dahl betalur! Magnus Dahl betalur! tí tá vísti tað seg, at ungi galanti maðurin var sonur hansara. Og soleiðis gongst ofta, tá onnur gjalda. Ábyrgdin var fokin.
Núverandi blokkur verður goldin av dønum við uml. 40 oyrum pr. dana pr. dag, og fyri hesu 40 oyruni fáa danir ræðisrættin á flest øllum vitalum økjum. Tey flestu – ikki einans í Føroyum - mugu yvaleyst halda, at ein og hvør tjóð eigur at eiga egið land og ráða yvir tí. Men nógv halda , at vit ikki kunnu verða blokkin fyriuttan, og tora tí ikki at krevja okkara sjálvsagda rætt. Tí hevði tað verið ynskiligt, um fíggjarfrøðingar kundu sett seg saman og objektivt og sakligt greinaðu hvønn týdning blokkurin hevur fyri okkum sum tjóð. Eg eri ikki fíggjarfrøðingur, men eg haldi meg duga at síggja, at blokkurin m.a. skapar hægri jarðarprísir og harvið hægri grundstykkjaprísir og húsaprísir, og eg haldi meg eisini duga at síggja, at hann viðførir hægri lønir og harvið minni kappingarføri. Hartil kemur størri innflutnigur m.a. av luksusvørum t.d. óneyðuga stórum og dýrum bilum.
Vit eru mong, ið eisini kundu tonkt okkum at fingið nágreiniliga at vita, hvussu nógv okkara ófrælsa støða kostar okkum á øðrum økjum so sum viðvíkjandi inntøkum av luftrúminum og umlegging av innflutningi. Sum ikki-serkønur byggir frammanfyristandandi bert á nakað, sum eg haldi, og tí er tað ikki gott nokk. Vit mugu hava tey professionellu á banan. Ongantíð ov skjótt.
Tí spurningur er enn hin sami. Vilja vit gjalda tað, ið vit gjalda fyri at fáa blokkin, ella vilja vit arbeiða fram ímóti, at vit náa tí degi, hvar vit kunnu liva sum fræls tjóð í einum frælsum landi?