øllum øðrum verðsligum ognum. Men tey kunnu ikki taka kroppin frá tær. Tann einasti, sum oyðileggur kropp tín, er tú sjálvur. »Ansað eftir honum og nýt hann til okkurt positivt,« sigur Kolbrún Aðalsteinsdóttir [...] nakað innan mótaheimin, síggja væl út. Tað gerst við at røkja seg sjálvan bæði uttan, men so sanniliga ikki minst innan. Tí tað, sum skaðar innan, sæst fyrr ella seinni eisini uttan á kroppinum, sigur Kolla
. Júst nær hann hevur lagt hetta okið á seg sjálvan, veit eg ikki, men eftir útgávuvirkseminum at døma, livir hann væl og virðiliga upp til tittulin. Seinasta bók hansara, »Losi tann Fyrsti« er hansara [...] «. Men nú er líkt til ? fyri ein part, ið hvussu er ? at hann leggur á annan bógv. Losi tann Fyrsti er ein lítil framtíðarskaldsøga, ið fyrimyndar sær Føroyar sum oljusamfelag. Ikki science fiction í vanligari [...] vegin. Høvundurin blúgvast á ongan hátt við at taka ramliga til. Hetta gevur frásøgnini eina kensluliga mansliga megi og skapar fjarstøðu til persónarnar. Høvuðspersónin Losa hitta vit í næsta kapitlinum
Hetta er tó ikki serliga avbjóðandi, og nýttist ikki at verið við á CD?ini. Fakta CD?in gevur eina góða mynd av søguni. Men ferðin ger helst, at ikki øll børn eru eins fegin. Skráin er bæði til PC og Macintosh [...] sær góða tíð. Ikki er neyðugt at vera skjótur við tastaturið, og restin av familjuni verður ikki órógvað av spreingingum, kommandorópum ella ljóðinum frá skríggjandi offrum. Tað hevur ikki nógv við spæl [...] ið skjýtur við sínum kanónum o.s.fr. Og fleiri staðir ber til at klikkja ein tekst fram, sum á góðum donskum sigur frá tí, ein sær. Eisini ber til at fáa tekstin lisnan upp. Meðan lisið verður, verða se
telduna, ein ynskir, og til ein prís, sum ein hevur ráð til. Hesir somu persónar, ið hava Mermaid Computer, eiga eisini telduhandilin Unipro, so har ber til at hitta seljararnar andlit til andlits. Men webstaðið [...] av fólki, ið veit ikki so lítið um teldur. Annars hevði eitt webstað sum www.mermaid.dk ikki verið møguligt. Aftan henda bústaðin goymir seg ein postordrafyritøka, har ikki bert ber til at bíleggja eina [...] uppskoti um, hvussu lidna teldan skal síggja út. Ynskir ein so at broyta okkurt, til dømis eitt framkomið 3D grafikkkort til nýggjastu telduspølini ella ein Pentium prosessor við MMX tøkni, klikkir ein bert
í huga, so er onki løgið í tí. Men sum greitt hevur verið frá í Sosialinum í seinastuni, so er tað ikki bara í fótbólti, at vit gera okkum galdandi uttanlands. Ein føroyingur er frammalaga í motorcross [...] hevur fingið orð á Alvildu og Hjørdis. Tær hava báðar gjørt nógv við flogbóltin áðrenn tær fluttu til Danmarkar í lestrarørindum. Báðar hava tær verið fastir leikarar bæði á unglingalandsliðnum og A-l [...] stigskipanin varð tikin í brúk við kappingarbyrjan í ár, sigur Alvilda. Tað merkir, at spælir liðið ikki stabilan flogbólt, so er møguleikin at tapa nógv størri. Hon greiðir eisini frá, at venjingin í Danmark
fyri at seta á stovn føroyskt tjóðveldi. Til hetta svaraði Jóannes Eidesgaard greitt, at at tað kundi hann ikki. Óli Breckmann legði dent á, at Fólkaflokkurin ikki var fyri at seta á stovn føroyskt tjóðveldi [...] føroyska samfelagið kann ikki liva við einum almannaverki, sum kostar 900 milliónir krónur. Heimastýrislógin er so víð? Bjørn á Heygum gjørdi púra greitt, at vit hava ikki ráð at taka sjálvstýri. Hann [...] Hann segði seg heldur ikki skilja, at menn vóru so ídnir at tosa um sjálvstýri, tá vit ikki ein gong hava fylt út »víðu karmarnar« heimastýrislógini. Nú vendi orðstýrarin sær til Bjørn á Heygum. Hann vísti
politikarunum við pallborðið viðkomandi spurningar, og hann lat teir ikki sleppa at vrøvla ov mikið, sum politikarar annars hava lyndi til. Eisini tað at hann noktaði tingmonnum, sum møttir vóru í salinum [...] bað um orðið, at løgtings- og landsstýrismenn ikki fingu orðið, tí flokkarnir høvdu síni umboð í panelinum. Ein skilagóð avgerð. At so nógv fólk møtti til fundin bendir kanska á, at vit fram móti komandi
men so var ikki. Í seinasta minutti sendi Jákup Mikkelsen eitt málspark heilt fram í málteigin hjá OB. Bólturin varð spældur aftur til Ole Puggaard og hann gjørdi ikki mætari enn at smekka til. Bólturin [...] ODENSE: Tað byrjaði ikki so væl. Tá íð níggju minuttir vóru farnir var OB á odda 2-0. Morten Bisgaard legði OB á odda aftaná innlegg úr vinstru síðu. Jákup Mikkelsen hevði hondina á bóltinum, men inn fór [...] var einsamallur við Jákupi, men báðu ferðinar var Jákup við yvirlutan. Støðan við hálvleik var 2-0 til OB. Beint eftir hálvleik minkaði Danny Jung um munin fyri Herfølge og í 58. minutti javnaði Lars Hermansen
n fór at búrka eina samankóking av valgrundarlag floksins til at meta hetta út frá. Helena Dam á Neystabø segði, at Sjálvstýrisflokkurin ikki aftur fer at skriva undir eitt samgonguskjal, sum verður tulkað [...] tann persónin, teir best halda megnar at skipa samgongu. Jóannes Eidesgaard segði, at hetta málið ikki var so avgerandi hjá Javnaðarflokkinum, tí eitt nú sosialu viðurskiftini setir flokkurin fremri, enn [...] og at teir smáu flokkarnir tí fóru at fáa størri týdning, enn teir høvdu uppiborið. ? Men vit fara ikki at lata okkum misbrúka, segði hann. Finnbogi Ísakson segði, at teir í Tjóðveldisflokkinum eru teir
við í nýggju skránna. Tá Moirae kemur heimaftur til Føroya í næstu viku, verður greitt at fara undir konsertir í Føroyum. Bólkurin hevur ikki spælt nógv til konsertir farnur tíðina, men tað hongur saman [...] tað vóru fleiri finsk fjølmiðlafólk til staðar, og limirnir í Moirae góvu alt teir høvdu, hóast umstøðurnar vóru, sum tær nú vóru, og teir fáu áhoyrararnir, sum vóru til staðar, vóru hugtiknir av orkufullu [...] kundu rokna við einum 2000 fólkum, men soleiðis varð ikki. Moirae spældi mánakvøldið í einum mentanarhúsið í Helsinki, og í vikuskiftinum fara teir til Keypmannahavnar at spæla. Vínsmakking verður í Før