Bert heilt fá fólk vóru til staðar, tá føroyski rockbólkurin Moirae fór á pallin í Helsinki leygarkvøldið.
Moirae spældi í sambandi við at ungdómsráðstevna hevði verið á staðnum, men konsetrin var illa lýst, og bæði Moirae og aðrir bólkar, sum spældu, máttu spæla fyri eini so at siga tómari høll.
Men tað vóru fleiri finsk fjølmiðlafólk til staðar, og limirnir í Moirae góvu alt teir høvdu, hóast umstøðurnar vóru, sum tær nú vóru, og teir fáu áhoyrararnir, sum vóru til staðar, vóru hugtiknir av orkufullu framførsluni hjá Moirae.
Moirae høvdu fingið at vita úr Finlandi, at teir kundu rokna við einum 2000 fólkum, men soleiðis varð ikki.
Moirae spældi mánakvøldið í einum mentanarhúsið í Helsinki, og í vikuskiftinum fara teir til Keypmannahavnar at spæla. Vínsmakking verður í Føroyahúsinum leygarkvøldið, og seinni um kvøldið verður dansur við Moirae.
Nýggjar sangir
Moirae hevur vant eina nýggja skrá í sambandi við ferðina til Finlands og Danmarkar. Fleiri nýggir sangir, sum limirnir í bólkinum hava smíðað, eru løgd til rættis og vand væl og virðiliga ígjøgnum, og eru nú partur av repertoirinum hjá Moirae.
Eisini nakrir góðir, gamlir sangir á útgávuni hjá Føstufressum eru tiknir við í nýggju skránna.
Tá Moirae kemur heimaftur til Føroya í næstu viku, verður greitt at fara undir konsertir í Føroyum.
Bólkurin hevur ikki spælt nógv til konsertir farnur tíðina, men tað hongur saman við, at teir hava vant nógv og hava lagt nýggj løg til rættis.
Ætlanin er, at Moirae skal spæla á Kambsdali leygarkvøldið 6. desember, tá eisini innleiðandi umfar í Songrødd kappingini verður har. Og Moirae fer eisini á pallin til onnur tiltøk í vetur.