Teir royna bara at tekkjast okkum

? Tí veljarakanningarnar geva okkum so stóra framgongd, segði Finnbogi Ísakson úr Tjóðveldisflokkinum

Eftir næsta løgtingsval verður mannagongdin øðrvísi, tá landsstýri skal skipast. Vanligt hevur verið, at størsti flokkur hevur fingið samráðingarinitiativið, men eftir nýggju skipanini skal verða eitt sonevnt formansumfar, har formenninir í ymsu flokkunum møta hjá tingformanninum fyri at peika út ein persón, sum tingformaðurin biður um at skipa landsstýri.

Orðstýrarin Jóannes Hansen spurdi á fundinum í Útvarpshøllini, um sjálvstýrismálið fór at hava týdning, tá flokkarnir fara peika út tann persónin, teir best halda megnar at skipa samgongu.

Jóannes Eidesgaard segði, at hetta málið ikki var so avgerandi hjá Javnaðarflokkinum, tí eitt nú sosialu viðurskiftini setir flokkurin fremri, enn sjálvstýrið. Hann segði, at Javnaðarflokkurin fór at búrka eina samankóking av valgrundarlag floksins til at meta hetta út frá.

Helena Dam á Neystabø segði, at Sjálvstýrisflokkurin ikki aftur fer at skriva undir eitt samgonguskjal, sum verður tulkað so fundamentalistiskt, sum samgonguskjalið hjá sitandi samgongu verður tulkað, men hon væntaði, at eitt nú bankakanningin fer at avdúka, at broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum verða neyðugar, og tí hevur tað málið týdning.

Lasse Klein væntaði, at allir teir stóru flokkarnir fara at peika á sínar egnu, og at teir smáu flokkarnir tí fóru at fáa størri týdning, enn teir høvdu uppiborið. ? Men vit fara ikki at lata okkum misbrúka, segði hann.

Finnbogi Ísakson segði, at teir í Tjóðveldisflokkinum eru teir einastu, sum veruliga vilja hava frælsi.

? Hinir royna bara at tekkjast okkum, tí veljarakanningarnar geva okkum framgongd, segði hann.