Tá tosað verður um føroyingar í ítrótti uttanlands, so er tosi fyri tað mesta fallið á kendu fótbóltsleikarar okkara í Danmark. Við teirra avrikum í huga, so er onki løgið í tí. Men sum greitt hevur verið frá í Sosialinum í seinastuni, so er tað ikki bara í fótbólti, at vit gera okkum galdandi uttanlands. Ein føroyingur er frammalaga í motorcross í Danmark, meðan ein annar hevur yrkissáttmála við eitt sterkt hondbóltsfelag í Spaniu.
Eisini í flogbólti hava vit leikarar uttanlands. Í donsku meistaradeildini fyri kvinnur eru tríggjar. Hjørdis Mortensen og Alvilda Ólavsdóttir við TV55 úr Keypmannahavn og Maria Skaalum við HIK Ålborg. Sosialurin hevur fingið orð á Alvildu og Hjørdis.
Tær hava báðar gjørt nógv við flogbóltin áðrenn tær fluttu til Danmarkar í lestrarørindum. Báðar hava tær verið fastir leikarar bæði á unglingalandsliðnum og A-landsliðnum seinastu árini, og tær hava tikið lut á Oyggjaleikunum og smálandakappingini.
Danska kappingin munandi harðari
Í donsku flogbóltskappingarskipanini stendur at lesa, at tær báðar hava spælt 23 A-landsdystir fyri Føroyar, og harvið hava tær flestu atjóða royndirnar á liðnum hjá TV55. Ongin av liðfeløgunum hevur leikt landsdyst fyri Føroyar.
Spurdar, um tað er ørvísið, at leika í donsku kappingini sigur Alvilda, at kappingin í Danmark er munandi harðari enn tann føroyska.
? Spælararnir eru størri og meira javnt góðir og spælið gongur nógv skjótari. Tvey-trý lið skilja seg burturúr í oddinum, meðan hini liðini stórt sæð øll kunnu vinna á hvørjum øðrum. Serliga síðani nýggja stigskipanin varð tikin í brúk við kappingarbyrjan í ár, sigur Alvilda.
Tað merkir, at spælir liðið ikki stabilan flogbólt, so er møguleikin at tapa nógv størri.
Hon greiðir eisini frá, at venjingin í Danmark er harðari enn í Føroyum. Tær venja fýra ferðir um vikuna við bólti, einar 8-10, og einaferð styrkivenjing. Venjingarumstøðurnar í Danmark eru eisini munandi betur.
Hjørdis heldur tó frá, at størsti munurin á venjingini í Føroyum og í Danmark, er tali av venjingartímun.
? Venjararnir í Føroyum eru stórt sæð eins góðir og í Danmark. Krøvini til donsku venjararnar eru størri, tí teir fáa løn fyri stríði
Spæla so leingi
tær eru niðri
Tær eru báðar á einum máli um, at samanhaldið á liðnum hjá TV55 er sera gott, nærum eins gott og í Føroyum. Ambitiónirnar fyri hetta kappingarárið eru at fáa eitt 5-6 pláss, og tað gevur betri pláss fyri góðum samanhaldi.
Hjørdis sigur síðani frá, at hon tað fyrsta hálvárið leikti í Gentofte. Gentofte er eitt av stórstu flogbóltsfeløgum í Danmark og ambitiónirnar har eru sera høgar. Hjørdis heldur, at hetta gekk út yvir samanhaldi. Tá ambitiónirnar fara upp, so fer tað sociala tann øvugta vegin.
Spurdar um framtíðina siga báðar tvær, at tær ætla at halda fram at leika so leingi tær eru í lestrarørindum í Danmark. Hvørgin teirra hevur tó ambitiónir um at skifta til størri felag. Tær hava tað sera gott í TV55 og eru glaðar fyri at verða har. Limagjaldið kundi tó gott verið lægri, siga tær. Tær gjalda 1800 krónur um árið !!!!.
Landsliðsambitiónirnar eru eisini til staðar, so leingi brúk er fyri teimum, siga tær.