Jákup Mikkelsen stóð branddyst í Odense

Fótbóltur: Donsk bløð halda Jákup Mikkelsen verða besta spælaran á Herfølge-liðnum í dystinum móti OB

ODENSE: Tað byrjaði ikki so væl. Tá íð níggju minuttir vóru farnir var OB á odda 2-0. Morten Bisgaard legði OB á odda aftaná innlegg úr vinstru síðu. Jákup Mikkelsen hevði hondina á bóltinum, men inn fór hann. Og tríggjar minuttir seinni smekkaði Michael Hansen ein heilfluktara í kassan, eisini hesaferð eftir innlegg úr vinstru síðu.

Eftir hetta hevði OB fleiri upplagdar møguleikar at leggja seg enn meira framm um, men í Jákupi hevði Herfølge ein sera góðan aftasta skansa. Nýinnkeypti OB-leikarin Erik Bo Andersen hevði tveir sera stórar møguleikar, tá hann var einsamallur við Jákupi, men báðu ferðinar var Jákup við yvirlutan. Støðan við hálvleik var 2-0 til OB.

Beint eftir hálvleik minkaði Danny Jung um munin fyri Herfølge og í 58. minutti javnaði Lars Hermansen við einum dundurskoti úr 30 metra fjarstøðu. Eitt sera vakurt mál. Tíggju minuttir seinni legði Erik Bo Andersen OB á odda 3-2, tá hann lirkaði ein rennibólt framvið Jákupi sum var á veg út ímóti.

Nú væntaðu áskoðararnir at tað fór at halda tætt hjá OB, og at teir skuldu fáa annan sigurin á rað, men so var ikki. Í seinasta minutti sendi Jákup Mikkelsen eitt málspark heilt fram í málteigin hjá OB. Bólturin varð spældur aftur til Ole Puggaard og hann gjørdi ikki mætari enn at smekka til. Bólturin rakti ein OB'ara á vegnum og so var 3-3.

OB setti seg alt fyri eitt á fyrra hálvleiki, men var sum hamskift, eftir at Herfølge fekk sítt fyrsta mál í seinna hálvleiki. Herfølge bardi seg hereftir inn í dystin, og tað má hóast alt sigast at verða uppiborið, at teir fingu eitt stig við sær heim úr Odense.

Herfølge hevur nú 15 stig á 9. plássi; eitt meiri enn Aarhus Fremad og Ikast. OB liggur á 12 plássi við einans 8 stigum fyri 16 dystir.