Einki er at ivast í, at tað er hópurin av fólki, ið veit ikki so lítið um teldur. Annars hevði eitt webstað sum www.mermaid.dk ikki verið møguligt.
Aftan henda bústaðin goymir seg ein postordrafyritøka, har ikki bert ber til at bíleggja eina teldu, men eisini sjálvur at byggja hana upp, so at ein fær júst ta telduna, ein ynskir, og til ein prís, sum ein hevur ráð til.
Hesir somu persónar, ið hava Mermaid Computer, eiga eisini telduhandilin Unipro, so har ber til at hitta seljararnar andlit til andlits. Men webstaðið við tí skjótu, um enn ópersónligu avgreiðsluni er snilt, og hevur givið eina ljósa framtíð.
Made in...
Made by You er herrópið, ið Mermaid Computer nýtir, og burtursæð frá tí, at ein ikki sjálvur skal inn í telduna at skrúva, so er herrópið rættiliga rámandi.
Á teirra heimasíðum byggir ein sína teldu við at velja millum tey ymsu hardware?ini, ið fyritøkan selur.
Fyrst velur ein húsan og eitt botnkort, og síðani kemur heimasíðan sjálv við einum uppskoti um, hvussu lidna teldan skal síggja út.
Ynskir ein so at broyta okkurt, til dømis eitt framkomið 3D grafikkkort til nýggjastu telduspølini ella ein Pentium prosessor við MMX tøkni, klikkir ein bert á komponentin, og beinanvegin kemur upp ein listi yvir tað, ið fyritøkan kann levera. Harfrá ber so til at klikkja víðari og fáa meiri at vita um einstøku evnini. Tá ein so er nøgdur, velur ein tað, og hetta verður so ført inn á ordraseðilin.
Samstundis verður samlaði prísurin alla tíðina uppdateraður, so at ein kann klikkja seg fram til ta teldu, ið samsvarar við krøvini og pengapungin.
Ikki fyri tey kræsnu
Síðan virkar væl og aðrar treytir eru eisini lovandi. Fyritøkan leverar ókeypis innan fyri 48 tímar og kemur á staðið eftir telduni, gongur hon fyri.
Einasti trupulleikin er, at útboðið av komponentum er heldur avmarkað. Ikki fyri tey ókønu, en fyri tey, ið vita bert eitt sindur um teldur, og sum sjálvi kunnu finna útav at byggja sína egnu teldu. Og tað eru júst tey, sum fyritøkan ætlar at vinna sínar pengar uppá.
Men har eru ikki bert ov fáir lutir. Teir týdningarmestu mangla eisini innan fleiri umráðir. So tey veruliga kræsnu byggja ikki sína teldu hjá Mermaid Computers. Men burtursæð frá teimum, eru tað helst nógv, ið av og á fara at hyggja inn á webstaðið.
Og enn fleiri høvdu helst gjørt sær dælt av hesum, um fyritøkan skrivaði eitt sindur meiri um einstøku lutirnar. Sum er, er tað sera avmarkað, hvat ein áhugaður, men ikki so kønur brúkari fær burtur úr upplýsingunum um einstøku hardware lutirnar.