Hegnisliga setti Jóannes Hansen politikarunum við pallborðið viðkomandi spurningar, og hann lat teir ikki sleppa at vrøvla ov mikið, sum politikarar annars hava lyndi til. Eisini tað at hann noktaði tingmonnum, sum møttir vóru í salinum at fáa orðið, forðaði fyri, at orðaskifti fullkomiliga fór av sporinum.
Orðstýrarin gjørdi greitt, tá tann fyrsti tingmaðurin úr salinum bað um orðið, at løgtings- og landsstýrismenn ikki fingu orðið, tí flokkarnir høvdu síni umboð í panelinum. Ein skilagóð avgerð.
At so nógv fólk møtti til fundin bendir kanska á, at vit fram móti komandi løgtingsvali fáa fleiri lívligar politiskar fundir.










