Ein spennandi søgutími

Forlagið Orfeus hevur útgivið eina CD-rom, sum í myndum og ikki minst ljóði sigur søgu býarins. Ein vøkur og lærurík skrá fyri skúlabørn

Ein býur upp gjøgnum tíðirnar er ein nógv annaðleiðis skrá fyri børn. Tað er hugnaligt og stuttligt og snýr seg um tað, vit øll kenna, nevniliga bý okkara. Hon gevur sær góða tíð. Ikki er neyðugt at vera skjótur við tastaturið, og restin av familjuni verður ikki órógvað av spreingingum, kommandorópum ella ljóðinum frá skríggjandi offrum.

Tað hevur ikki nógv við spæl at gera, men kortini er tað ein av teimum fáu CD?unum, har tað á besta hátt er eydnast at sameina læru og undirhald.


Nógvir smálutir

Ein býur gjøgnum tíðirnar vísir ein danskan vanligan bý og hansara menning gjøgnum seks ymisk tíðarskeið frá 1250 og fram til dagin í dag.

Tøkniliga er tað ein einfalt CD. Í roynd og veru verður menningin bert víst í seks stórum myndum. Myndirnar verða sýndar frá sama vinkli og ímynda á tann hátt týðiliga, hvussu menningin er farin fram.

Myndirnar eru teknaðar av Stig Weimar og fara ótrúliga nógv niður í smálutir. Verður farið undir ? og tað er kanska meiri galdandi fyri tey vaksnu, ið avgjørt ikki kunnu halda seg burtur frá skíggjanum, tá CD?in er sett í ? at samanbera myndirnar, rýkur lættliga rúm tíð við at kanna, hvussu vegir, bygningar, akfør og klædnadraktir broytast frá tíðarskeiði til tíðarskeið.


Ljóðið í søguni

Ymsastaðni í myndunum eru gjørdar animatiónir. Alt, sum kann flyta seg, ger tað, tá klikt verður á tað. Her finnast gamlir bilar á gomlum vegum, ein dampari, ið leggur at, eitt stórt seglskip, ið skjýtur við sínum kanónum o.s.fr.

Og fleiri staðir ber til at klikkja ein tekst fram, sum á góðum donskum sigur frá tí, ein sær. Eisini ber til at fáa tekstin lisnan upp. Meðan lisið verður, verða setningarnir framhevaðir so við og við.

Serliga ljóðið gevur eina kenslu av lívinum gjøgnum tíðirnar. Her eru fuglaljóð og kirkjuklokkur, gangur frá motorum og verksmiðjum, gæs sum brúka seg og úlvar sum ýla.

Umframt tær seks føstu tíðarmyndirnar finnast fimm evnir, har til dømis sæst, hvussu húsini ella kirkjan vórðu nýtt gjøgnum tíðirnar. Eitt annað evnið vísir býin um náttina.

Sjálvandi er eisini eitt lítið spæl, sum er ein skúlabonkur, har svarast skal rætt upp á spurningarnar frá læraranum. Hetta er tó ikki serliga avbjóðandi, og nýttist ikki at verið við á CD?ini.


Fakta

CD?in gevur eina góða mynd av søguni. Men ferðin ger helst, at ikki øll børn eru eins fegin.

Skráin er bæði til PC og Macintosh og setur ikki stóru skipanarkrøvini. CD?in skal ikki innstallerast á harðdiskinum, men startar beinleiðis frá CD-rom drevinum.