varð skorið í fótin, og ein stórur knykil við vesku varð tikin burtur. Og sum um tað ikki var nóg mikið, kom bruni í skurðin, og fyrst í september mánaði var Allan akutt innlagdur, og penselin varð latið [...] stað, og tað hevði ivaleyst eisini irriterað hælsinuna. Allan Joensen var tí aftur lagdur undir skurð, og beinpettið varð tikið burtur. ? Eg føldi ein lætta beinanvegin. Eg gekk til fysioterapeut og fekk [...] men tað gekk illa. ? Eg vildi gjarna spæla, og varð eisini inniliga biðin um at verða við, men tað gekk illa. Eg var ikki í venjing og heldur ikki frískur, og eg kendi meg stundum illa av, at eg skuldi
vegleiðandi fólkaatkvøðan skal haldast 7. desember, og tískil er neyðugt at avgreiða málið sum skjótast. Samráðast í ár Men fyrst í november verður Hvítabók og fullveldisætlanin á skránni hjá uttanlandsnevndini [...] fullveldisætlanini, og tískil er eftir at fáa Javnaðarflokkin við. ? Eg veit, at tað verður ein trupul og drúgv viðgerð, men undirtøkan hjá Javnaðarflokkinum fyri fullveldisætlanini er víðkað, og tí rokni eg við [...] Nielsen, væntar hetta mál at verða skjótt avgreitt. Hann vísir á, at málið væl og virðiliga varð viðgjørt í tinginum herfyri, og væntar hann, at limirnir í uttanlandsnevndini fara at hava somu støðu til málið
familja ? maður og trý børn, og so konan sum er starblind. Tað er kortini hon, sum heldur hús, bakar, matgerð og alt tað, ið aðrar húsmøður gera, hóast hon einans dugir at síggja mun á ljósi og myrkri. Hon [...] ringt við at síggja pelar, kantar og trappur, og fór tí bert út saman við øðrum. ? Tað bleiv tí nokkso nógv til tað, at eg bara sat inni. Og soleiðis var tað í nógv ár, og bleiv at enda til tað, at eg mestsum [...] men eg fór so avstað og var har niðri í ein mánað. Og tað má eg siga, - at hesin mánaðurin gjørdi nakað við meg og mína persónligheit: At eg kláraði at vera ein mánað burtur, og at eg hevði gjøgnumført
ð. ? Eg hevði eitt tilboð til Javnaðarflokkin, og tað var at lata meg stilla upp fyri flokkin, eftir at fleiri fólk í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag ? og leiðandi fólk í flokkinum ? heittu á meg um at stilla [...] ein steðg, og síðani at stilla upp næstu ferð, tí tað kann skaða trúðvirði hjá Javnaðarflokkinum, at hon sum framstandi fullveldispolitikari stillar upp fyri Javnaðarflokkin, uttan at hon fyrst kann vísa [...] hendan fundin hevði Sjálvstýrisflokkurin í Suðurstreymoy síðsta uppstilingarfund, og tá kom Helena Dam á Neystabø á listan ? og varð vald. Spurd um hon heldur, at fólk í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag kanska
spentur at fara á ting. ? Hetta er ein spennandi tíð. Fyrst verður tað bankakanningin, og síðani stýrisskipanarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, sum eg sleppi at viðgera. Tað er eg sera spentur [...] fylkingina er timburmaður, og saman við einum øðrum smíðar hann. Hann hevur tvær ferðir stillað upp til val fyrr. Fyrru ferðina fyri Sosialistiska Loysingarflokkin í 1990 og seinnu ferðina fyri Verkam [...] urin saman við Fólkaflokkinum rak fólkaflokspolitikk, sigur Luitjen Apol. Sunnudagin gjørdust hann og Kristian Magnussen, sum varð valdur á ting fyri Verkamannafylkingina í 1994, samdir um, at Luitjen
Poul Michelsen, formaðurin í Grunnurin Tórsvøllur. Í buktini millum teir báðar Poul og Heðin liggur fyrst og fremst ein rennibreyt. Formaðurin í ÍSF kann ikki liva við at vera limur í eini nevnd, sum júst [...] Í løtuni er Tórsvøllur soleiðis bygdur, at áskoðaraplássini kunnu flytast, um endalig fígging fæst og politiski viljin ynskja rennibreyt kring vøllin. Men fyrr ella seinni skal endalig avgerð takast. Sum [...] lagað seg higartil í nevndini, líkist rennibreytin kring Tórsvøll meira einum dreymi enn veruleika. Og hesum kann Heðin ikki liva við. Poul Michelsen hevur ætlanir um, at Tórsvøllur skal vera liðugur komandi
1952 var mekaniskt, og tað spældi bara tann eina sálmin: »Tíðin rennur sum streymur í á«, við lagnum hjá Jógvani Waagstein. Nýggja klokkuspælið er elektroniskt og hevur fleiri løg ? og eru tey at hoyra seks [...] gávu frá nótafelagnum, sum varð avtikið fyrst í fimmtiárunum. Tá ognir felagsins vórðu seldar, var peningurin nýttur sum gáva til klokkuspælið til kirkjuna. Og tað var sjálvandi ikki av tilvild, tí gamalt [...] títt dýra navn og æra (Gamalt føroyskt sálmalag. Kl 18.00: Kirkjan, hon er eitt gamalt hús (Knút Olsen). Kl 20.00: Dagurin aftnar, ver okkum hjá (H. J. Højgaard). Kl 21.00: Nú aftnar dagur, og tað verður síðla
Kári og Teitur hava fingið til Føroya at siga føroyingum! -Tað verður fyrst og fremst frá teimum mongu royndum, sum teir hava gjørt gjøgnum árini. Alex Kemp hevur fylgt við oljuvinnuni alla tíðina og Styles [...] Poulsen, sum er liðugur at lesa olju- og búskaparfrøðí (M.A.) og Kári á Rógvi, sum eftir lokna løgfrøðiútbúgving í Danmark hevur lisið masterútbúgving, LL.M. innan vinnu- og oljulóg í Aberdeen. Vit spurdu teir [...] Skotlandi kunnu vit læra av. Hesir eru óheftir og kunnu geva sína professionellu meting av útviklinginum í Skotlandi. Kemp hevur arbeitt fyri og ráðgivið mongum feløgum og stovnum. So umframt akademisku royndirnar
num hendi nakað nýtt. Og at siga at flokkurin fyrst og fremst var ein donsk sosialdemokratisk uppfinning, tað er bæði at káva út yvir sosiala veruleikan miðskeiðis í 20?unum, og líkaleiðis at spotta evnini [...] húsagang í 1936 og veruligt hall og hungur hótti, tóku fakfeløgini og javnaðarflokkurin seg saman av nýggjum, og úrslitið gjørdist at AT »Arbeiðarana Trolaravirkið« sá dagsins ljós, og var í smá 20 ár [...] til skaðadjór, og allastaðni har høvið býðst, leggja tey sítt eitur út. Tjóðskapar og sjálvstýris hugsjónin ið var tann fyrsta sum kveikti føroyingar og fekk teir at turka armóðina og miðaldardustið úr
ikki eina krónu í skipinum. Men lat okkum nú síggja fyrst, sigur Torbjørn. Rósar norsku bjargingartænastuni Nú hann er komin upp á turt, og situr og hyggur aftur á tað, sum fór fram, rósar hann norsku [...] hvassur vindur við grovum ælingi, tá tað hendi, og í slíkum veðrið eru umstøðurnar ikki tespligar at sigla har um vegir. Farvatni er fult av flúrum, og tað var eisini ein slíkur, sum gjørdist banin hjá [...] visti, at har eru nógvir flúrar, og eg hevði júst snarað um ein hólm við einum fýri, tá eg fór yvir til radaran. Tá eg hugdi uppaftur, sá eg at tað breyt frammanfyri, og at tað var ov seint at bakka, tí