Tá ið Havnar Kirkja í 1988 fylti 200 ár, fekk kirkjan nýtt klokkuspæl frá Havnar Kommunu. Hetta klokkuspæl skuldi loysa av gamla klokkuspælið, ið kirkjan fekk sum gávu frá nótafelagnum, sum varð avtikið fyrst í fimmtiárunum.
Tá ognir felagsins vórðu seldar, var peningurin nýttur sum gáva til klokkuspælið til kirkjuna.
Og tað var sjálvandi ikki av tilvild, tí gamalt var, at nótirnar hjá Nótafelagnum vórðu goymdar á kirkjuloftinum.
Tað var Niels L. Arge, ursmiðjur, sum hevði um hendi klokkuspælið. Hann setti tað upp og helt tað við líka, til hann fall frá fyrrapartin í sjeytiárunum. Tá tók sonur hansara, Tummas Arge, yvir hetta arbeiðið, til klokkuspælið varð skift út í 1988.
Gamla klokkuspælið, sum Chr. Ørnholms Eft. hava latið í 1952 var mekaniskt, og tað spældi bara tann eina sálmin: »Tíðin rennur sum streymur í á«, við lagnum hjá Jógvani Waagstein.
Nýggja klokkuspælið er elektroniskt og hevur fleiri løg ? og eru tey at hoyra seks ferðir um dagin:
Kl 9.00: Eg vil mínum Harra prísa, (Gamalt føroyskt sálmalag). Kl 12.00: Tíðin rennur sum streymur í á (J. Waagstein). Kl 15.00: Harra Gud, títt dýra navn og æra (Gamalt føroyskt sálmalag. Kl 18.00: Kirkjan, hon er eitt gamalt hús (Knút Olsen). Kl 20.00: Dagurin aftnar, ver okkum hjá (H. J. Højgaard). Kl 21.00: Nú aftnar dagur, og tað verður síðla (Pauli í Sandagerði).
Í hesum døgum eru menn frá Byggifelagnum Waagstein í ferð við at leggja nýtt skifertak á kirkjuna undir leiðslu av Essa Ellefsen ? og vórðu fyrstu steinarnir lagdir á hósdagin. Í hesum sambandinum hevur ætlanin verið at taka niður gamla klokkuspælið, sum enn stendur uppi í kirkjutorninum.
Klokkuspælið hevur ikki fornfrøðiligan áhuga ? tað er ikki meira enn hálvthundrað ára gamalt, men fyri fleiri havnarborgarar vekir tað serlig minni.
Kirkjuráðið hevur umrøtt spurningin, og fleiri tankar vóru um, hvat gerast skuldi við gamla klokkuspælið. Nú er so gjørt av, at klokkuspælið fyribils verður standandi. Støða verður so tikin, tá kirkjutornið verður umvælt, ætlandi í komandi ári.
Tað er Jórun í Dali, arkitektur, sum hevur staðið fyri umvælingararbeiðinum, sum er gjørt í Havnar kirkju seinastu 8-9 árini. Hon sigur, at kirkjan nú er høvuðsumvæld øll sum hon, enn vantar bert tornið. Arbeiðið er gjørt í stigum, so sum fíggjarvánirnar hava verið.
Hvørjum standi tornið er í, veit hon ikki rættuliga at siga, tí tað hevur dupultan klædning, og tað skapar altíð trupulleikar, tí tá fær vætan ikki sett frá.
Arbeiðið sum nú er í gongd, hevur gingið væl, og tað verður liðugt fyri ólavsøku.