? Eg skilji væl Heðin

Poul Michelsen skilir væl, at heiti talsmaðurin fyri rennibreyt kring Tórsvøll nú stingur í sekkin

Niclas Johannsen


Poul Michelsen hevur tikið uppsøgnina hjá Heðini Mortensen til eftirtektar.

? Tað er altíð keðiligt, at ein nevndarlimur fer. Men eg skilji væl, at Heðin velur at fara, sigur Poul Michelsen, formaðurin í Grunnurin Tórsvøllur.

Í buktini millum teir báðar Poul og Heðin liggur fyrst og fremst ein rennibreyt.

Formaðurin í ÍSF kann ikki liva við at vera limur í eini nevnd, sum júst nú miðar eftir, at Tórsvøllur skal vera eitt fótbóltsstadion ? uttan rennibreyt. Poul Michelsen dylir heldur ikki fyri, at hann ynskir, at Tórsvøllur skal vera eitt fótbóltsstadion.


Kann flytast

Í løtuni er Tórsvøllur soleiðis bygdur, at áskoðaraplássini kunnu flytast, um endalig fígging fæst og politiski viljin ynskja rennibreyt kring vøllin.

Men fyrr ella seinni skal endalig avgerð takast. Sum arbeiðið hevur lagað seg higartil í nevndini, líkist rennibreytin kring Tórsvøll meira einum dreymi enn veruleika. Og hesum kann Heðin ikki liva við.

Poul Michelsen hevur ætlanir um, at Tórsvøllur skal vera liðugur komandi ár.

So Heðin skal renna skjótt, um rennibreytini skal vera lív lagað.