Orð og myndir:
Eyðun Klakkstein
Fyri trimum árum síðani var hann besti fótbóltsspælarin í føroysku landskappingini. Hann vann sær fast pláss á landsliðnum hjá Allani Simonsen, boð vóru eftir honum úr útlandinum, og tað tóktist bara verða ein spurningur um tíð, áðrenn hann gjørdi sáttmála við útlendskt felag.
Men eitt venjingarkvøld í september mánaði 1996 broytti alt. Síðani tá hevur 25 ára gamli Allan Joensen verið skaddur, og nú hevur hann uppgivið dreymin um at gerast yrkisspælari í útlondum.
? Tað skal eitt lítið undur til, um eg skal spæla fótbólt aftur, staðfestir klaksvíkingurin, sum seinastu trý árini hevur verið ígjøgnum seks skurðviðgerðir, tó uttan at hann er vorðin frískur.
Allan Joensen hevur seinasta árið hildið fullkomiliga frí frá øllum ítrótti, men framvegis hevur hann trupulleikar við hælsinuni, sum er slitnað tvær ferðir.
? Eg rokni ikki við, at eg dugi at renna longur, sigur hann speiskliga og avdúkar, at hann hevur lært at liva við skaðanum, sum hevur argað hann meira enn væl er.
Allan Joensen er sonur John Sigurd Joensen, sum var tiltikin fótbóltsspælari, og hann er beiggi Jan Joensen, sum var liðskipari á KÍ-liðnum, sum í ár vann greipuna.
Sjálvur hevur Allan Joensen spælt sjey ár í 1. deild, men seinasti dysturin var fyri einum ári síðani, tá hann í toppdysti móti HB sleit hælsinuna.
Skaða undir venjing
Allan Joensen smakkaði fyrstu ferð til 1. deildarfótbólt í 1990. Hann var við í hópinum ? men spældi sjáldan ? tá KÍ vann meistaraskapin í 1991. Í 1992 beit hann seg fastan á 1. deildarliðnum, og eftir tað var hann fastur maður.
1996 var eitt stórt ár hjá Allani, men árið endaði við tí skaðanum, sum nú hevur sett punktum fyri fótbóltskarrieruni, og sum bara hevur latið eina lítla vón verða eftir um, at evnaríki og lovandi spælarin kemur aftur á fótbóltsvøllin.
Allan kom á fótbóltslandsliðið í 1995, og fyrsti dysturin hjá honum var móti Finnlandi tann 30. apríl. Tað gjørdist til sjey landsdystir, áðrenn hann gav avboð.
Tað var eitt týskvøld í september mánaði, at Allan Joensen var óheppin undir venjing. Hann varð takklaður og lendi skeivt. Hann kom at sita á fótinum, og tað var greitt beinanvegin, at hann hevði fingið dyggan snudd í fótin.
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi gav ein kanning sama kvøld einki boð um, hvat var hent. Allan Joensen var sendur heim og var biðin um at siga frá, um skaðin ikki lagaði seg. Morgunin eftir var støðan nógv versnað.
? Eg fekk einki gjørt fyri pínu, tá eg vaknaði tann morgunin, men eg mátti stríða meg av seingini og á sjúkrahúsið, har tey so kannaðu meg nærri, greiður Allan Joensen frá.
Røntgenmyndir vórðu tiknar, men tær boðaðu ikki frá nøkrum broti í fótinum, sum var nógv hovnaður, og tí kundi Allan ikki fáa nakra viðgerð sum so. Hann gekk við skaðanum í fleiri mánaðir, og støðan batnaði nakað.
Slapp ikki av við pínuna
Í januar 1997 vildi Allan hava greiði á, um hann skuldi fara í holt við fótbóltin aftur, tá venjingarnar byrjaðu, og tí leitaði hann sær aftur á Klaksvíkar Sjúkrahús fyri at verða kannaður.
Hesaferð var tað ein annar lækni, sum kannaði hann. Og hann ivaðist ikki í, at okkurt var galið við øklaknútinum, sum tóktist verða leysur. Tvær vikur eftir kanningina varð Allan lagdur undir skurð. Eftir 8 vikur í gipsi fór hann at venja beinið uppaftur, men tá hann fór í holt við venjingina í KÍ, fór hælsinan at skapa sær.
? Eg fekk ógvusligar stingir í hælsinuna, og eg kom tí ongantíð rættiliga í gongd við venjingina. Eg spurdi, um eg ikki kundi fáa eina blokadu í fótin. Tað fekk eg, og so merkti eg einki í ein mánað, men so kom sama pínan aftur.
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fór nú ein triði lækni í holt við at kanna fótin hjá Allani, og hann fann nálina. Á hælinum hjá Allani var eitt lítið bein brotnað, og tað var gliðið niður í hælin. Á fyrstu røntgenmyndunum var tað ógjørligt at síggja hetta brotið, men nú var tað eyðsýnt, at hetta lítla beinið var syndarin. Beinpettið hevði sett seg á eitt óheppið stað, og tað hevði ivaleyst eisini irriterað hælsinuna.
Allan Joensen var tí aftur lagdur undir skurð, og beinpettið varð tikið burtur.
? Eg føldi ein lætta beinanvegin. Eg gekk til fysioterapeut og fekk viðgerð næstan hvønn dag í fleiri vikur. Men hóast tað, slapp eg ikki av við pínuna í sjálvari hælsinuni, og tá eg legði ov nógv fyri, fekk eg øðiliga ilt. Meira eg royndi, verri var pínan, sigur Allan Joensen.
Soleiðis gekk tað mesta av árinum 1997. Allan Joensen spældi onkran dystin á 1. deildarliðnum hjá KÍ, men gekk nógv skaddur. Eitt skifti ? umleið tveir mánaðir ? helt hann fullkomiliga frí frá allari venjing, meðan hann fekk intensiva viðgerð hjá fysioterapeuti. Pínan hvarv, men næsta venjingarkvøldið, eftir at hann varð byraður aftur, var sama skilið aftur.
Lagnudystur móti HB
1998 var líka ørkymlandi ár hjá Allani. Hann royndi aftur at verða við í venjingini hjá KÍ, men tað gekk illa.
? Eg vildi gjarna spæla, og varð eisini inniliga biðin um at verða við, men tað gekk illa. Eg var ikki í venjing og heldur ikki frískur, og eg kendi meg stundum illa av, at eg skuldi setast á liðið, sjálvt um tað vóru aðrir, sum vandu nógv meira enn eg. Eftir tað góða árið í 1996 helt eg sjálvur, at eg hoyrdi heima liðnum, men í 1998, tá eg framvegis gekk skaddur, hevði eg tað ikki gott við, at aðrir mans vóru settir av, tá eg skuldi á liðið, greiður Allan Joensen frá.
20. september í 1998 fekk fótbóltskarrieran hjá Allani enn eitt skot fyri bógvin. KÍ spældi toppdyst móti HB í Klaksvík, og Allan var á vøllinum frá byrjan. Fram móti hálvleikinum var pínan í hælsinuni tó vorðin so stór, at hann fekk illa spælt.
? Eg minnist, at eg segði við ein viðspælara, at nú fekk eg ikki spælt meira, og at eg ætlaði mær út í hálvleikinum. Tað vóru bara einir tveir minuttir eftir til hálvleik. Beint tá kemur ein høgur bóltur fram á vøllin, og eg og ein HB-spælari leypa upp. Tá eg lendi aftur, merki eg, at okkurt er heilt galið.
? Pínan hevði verið stór frammanundan, og hon varð ikki so nógv verri, men eg kundi als ikki stýra fótinum. Eg var borin av vøllinum, og tá hjálparvenjarin hugdi nærri eftir hælinum, sá eg, at hann bleiv kløkkur. Og eg gjørdist skjótt greiður yvir, at hælsinan var slitnað.
Allan Joensen varð innlagdur á Klaksvíkar sjúkrahúsi, har ein norskur avloysari legði hann undir skurð. Frammanundan varð Allan blivin tryggur við teir føroysku læknarnar á sjúkrahúsunum, og honum dámdi einki, at hesir báðir vóru burturstaddur. Hann gekk tó við til, at norski læknin seymaði hælsinuna aftur.
Hælsinan slitnaði aftur
Eftir skurðviðgerðina gekk Allan í gipsi næstu 8 vikurnar. Eftir at gipsið varð tikið av, skuldi Allan halda fram við at styðja seg til høkjur, men tað gingu bara 10 dagar, so var aftur galið. Hælsinan var ikki nóg væl fest, og hon varð slitnað aftur.
Síðani var Allan aftur lagdur undir skurð, og hesaferð var tað annar av føroysku læknunum, sum seymaði hælsinuna aftur, og hesaferð skuldi beinið verða í gipsi í 10 vikur. Óhepni fótbóltspælarin hevði tí gingið í gipsi í nærum 18 vikur út í eitt, tá hann slapp av við tað í mars mánaði í ár.
? Tá hevði eg mist mótið um at koma at spæla fótbólt aftur. Tað tekur sera langa tíð at fáa styrki aftur í beinið, eftir eitt so langt tørn í gipsi, og eg bjóðaði meg ongantíð til at fara at venja í kappingarárinum, sum júst er liðugt. Nú skal tað ganga spakuliga fyri seg, sigur Allan Joensen.
Men hóast fóturin fekk nógva hvílu og ongantíð varð strongdur, fekk Allan í august mánaði ein knykil í fótliðin. Enn einaferð varð skorið í fótin, og ein stórur knykil við vesku varð tikin burtur. Og sum um tað ikki var nóg mikið, kom bruni í skurðin, og fyrst í september mánaði var Allan akutt innlagdur, og penselin varð latið í æðrarnar í 10 dagar, fyri at fáa ógvusliga brunan burtur.
? Eg skuldi skifta nál tvær ferðir um dagin, og tá eg hevði ligið við penselini í 10 dagar, mundi eg havi stungið í flestu æðrarnar á báðum ørmunum. Eg má siga, at eg stúrdi nógv fyri støðuni, tá eg lá har og sá, hvussu støðan var við fótinum, sigur Allan Joensen.
Nú er brunin farin úr skurðinum, og fóturin hevur tað eftir umstøðunum gott.
? Nú fái eg gingið uttan trupulleikar, um eg eri í góðum skóm, men um morgnarnar havi eg altíð pínu, tá eg fari av songini. Enn er ikki hugsningur um at fara at renna, men tá skurðurin er púra frískur aftur, ætli eg mær at fáa viðgerð og venja beinið aftur.
? Men eg havi ongar vónir um at spæla fótbólt næstu árini. Kanska fer tað einaferð í tíðini at bera til at spæla bólt onkra løtu á einum ella øðrum stigi, men eg havi í løtuni ongar vónir um at spæla í 1. deild aftur.
Tað hevur verið strævið
Allan Joensen var seinasta kappingarár venjari hjá einum piltaliði hjá KÍ, og tað fann hann stóra gleði í.
? Onkuntíð saknaði eg at spæla sjálvur, men tað hjálpti mær nógv, at eg vandi piltarnar, tí tað var ein ótrúliga stuttlig uppgáva at hava, sigur hann.
? Men ofta hevur tað verið sera strævið, tí eg havi verið nógv sjúkrameldaður, og eg havi gingið nógv í gipsi. Eg havi fingið ómetaliga góðar treytir frá mínum arbeiðsplássi, tí hóast eg má hava verið sjúkrameldaður minst helvtina av tíðini síðani 1996, hava teir altíð viljað havt meg aftur til arbeiðis, tá eg eri komin fyri meg.
? Og tað hevur helst verið ein fyrimunur fyri meg, at eg havi verið fótbóltsspælari, tí ofta eri eg sloppin skjótt fram at, tá okkurt hevur verið galið, og har hevur ikki minst sjúkrahússtjórin verið ein hollur stuðul, sigur Allan Joensen.
Hóast Allan hevur verið ígjøgnum nógv seinastu trý árini, og útlitini fyri, at hann kemur at spæla fótbólt á høgum stigi aftur, eru vánalig, er hann ongantíð fallin í fátt.
? Í fyrstuni var tað hart at ganga skaddur, men nú havi eg vant meg við tankan um, at eg neyvan komið at spæla fótbólt aftur. Tað er ikki so nógv, eg kann gera við tað ? eg má bara góðtaka mína støðu.
? Kanska skuldi eg ikki havt lagt so nógv fyri, meðan eg var skaddur, men tað, sum eg angri mest er, at eg ikki tók av einum tilboði frá serkøna danska læknanum Eilif Larsen, sum hevur nógv við ítróttarskaðar at gera. Eg hevði eina tíð hjá honum, áðrenn hælsinan slitnaði fyrru ferðina, men eg segði avtaluna frá mær, tí mær dámar als ikki at flúgva.
Næsta kappingarár ætlar Allan Joensen at halda fram sum venjari hjá einum av yngru liðunum í KÍ, og í vikuni varð hann valdur í fótbóltsdeildina hjá KÍ. Har verða eisini nógvar uppgávur til lovandi fótbóltsspælaran, sum nú hevur lært seg at liva við tankanum um, at hann neyvan kemur aftur á fótbóltsvøllin sum spælari.










