? Tað er fullkomiliga klárt, at eg hevði havt samvitskutrupulleikar, um eg nú fór at stuðla Fólkaflokkinum - ella í heila tikið eini borgarligu samgongu.
Hetta sigur Luitjen Apol, sum í dag tekur sæti á tingi - umboðandi Verkamannafylkingina..
? Tað var greitt aftan á valið í 1994, tá Javnaðarflokkurin misti helmingin av sínum tingmonnum, at vit, sum stóðu aftan fyri Verkamannafylkingina høvdu sum endamál at halda Fólkaflokkinum uttan fyri ávirkan. Nógv av teimum, sum stovnaðu Verkamannafylkingina, vóru fólk, sum vóru misnøgd við, at Javnaðarflokkurin saman við Fólkaflokkinum rak fólkaflokspolitikk, sigur Luitjen Apol.
Sunnudagin gjørdust hann og Kristian Magnussen, sum varð valdur á ting fyri Verkamannafylkingina í 1994, samdir um, at Luitjen Apol skal hava sæti á tingi restina av hesum valskeiðnum - hóast hann fer í hin partin hjá Verkamannafylkingini á tingi.
Luitjen Apol dylur ikki fyri, at hann ætlar sær at arbeiða saman við Ingeborg Vinther.
? Hetta fer so eisini at føra við sær, at tað verður okkara partur, sum framyvir fer at hava framsøgumann vegna Verkamannafylkingina, sigur hann.
Síðani Verkamannafylkingin skrædnaði, hevur parturin hjá Óla Jacobsen og Kristiani Magnussen havt framsøgumannin á tingi, meðan Ingeborg Vinther - hóast dóm fyri at umboða Verkamannafylkingina - ikki hevur sloppið at verið framsøgumaður.
Luitjen Apol er ikki sørt spentur at fara á ting.
? Hetta er ein spennandi tíð. Fyrst verður tað bankakanningin, og síðani stýrisskipanarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, sum eg sleppi at viðgera. Tað er eg sera spentur uppá, sigur hann.
Nýggi tingmaðurin fyri Verkamannafylkingina er timburmaður, og saman við einum øðrum smíðar hann. Hann hevur tvær ferðir stillað upp til val fyrr. Fyrru ferðina fyri Sosialistiska Loysingarflokkin í 1990 og seinnu ferðina fyri Verkamannafylkingina í 1994.
? Eg fari sjálvandi at møta á tingi, tá eg skal, men eg fari framvegis at smíða, sigur hann.
Luitjen Apol sigur um seg sjálvan, at hann bæði liggur á vinstraveinginum í politikki og á loysingaveinginum.
? Ert tú tann mest vinstrasinnaði á tingi?
? Ja, tað rokni eg við?
Luitjen Apol, sum ongan klædning eigur at fara í til tingfundin í dag, væntar ikki, at hann fer at taka orðið á fyrsta fundinum.
? Eg má fyrst seta meg inn í tingini, sigur hann.