Fyrrverandi landsstýrismaðurin við mentamálum, Annlis Bjarkhamar, hevur tikið eina øðrvísi og stóra uppgávu á seg í hesum árinum.
Hon skal samskipa stóra tónleikatiltakið G! festivalinum, sum verður hildin í Gøtu á triðja sinni í juli mánaði.
? Eg eri komin at kenna tónleikaumhvørvi í Gøtu gjøgnum Free Føroyar tiltøkini, sum eg var við til at skipa fyri, og gjøgnum G! festivalin í fjør, tá ið eg hjálpti til, sigur Annlis Bjarkhamar.
Í fjør kom hon upp í leikin stutt áðrenn festivalin at hjálpa til við vaktarhaldinum, men hesaferð er tað hon, sum skal seta fólk hava ábyrgdina av teimum ymsu økjunum.
? Eg veit, at hetta er ein sera stór uppgáva, men eg eri spent upp á hana, og fyri meg er endaliga úrslitið fyrst og fremst lønin fyri stríðið, sigur Annlis Bjarkhamar.
Betri fyrisiting
Starvið sum samskipari á G! festivalinum er ikki fulltíðarstarv. Tað eru fíggjarligu umstøðurnar ikki til.
? Tí fari eg at brúka meginpartin av frítíðini hjá mær næstu mánaðirnar til at skipa fyri, sigur Annlis Bjarkhamar.
Hon skal millum annað finna fólk at standa fyri øllum teimum ymsu uppgávunum, sum eru á einum slíkum festivali. Uppgávurnar eru nógvar, og eingin kann røkja allar.
? Tað er umráðandi at fáa góð fólk at taka sær av teimum ymsu uppgávunum. Tað ræður um at fáa nógv fólk við, so tað verður lættari at skipa fyri.
? Hetta verður strævið, men eisini sera spennandi, og tað er meira av idealistiskum orsøkum enn peningaligum, at eg geri hetta, sigur Annlis Bjarkhamar.
Eingir leysar endar
Hon ætlar sær at gera eina meira skipaða fyrisiting av festivalinum, og einki verður latið tilvildini at ráða yvir.
? Eg hati leysar endar, sum listarfólk kanska hava lættari at liva við, sigur hon avgjørd.
G! festivalurin verður hildin í døgunum frá 16. til 18. juli, og arbeitt verður støðugt við at finna tónleikanøvn, sum skulu verða við . Enn er einki navn almannakunngjørt, men formaðurin í Grót segði við blaðið í gjár, at arbeitt verður við bæði útlendskum og føroyskum nøvnum.