? Eg havi vónir fyri semju

Fyrst í november fer Hvítabók og fullveldismálið í uttanlandsnevndina. Formaður nevndarinnar, Hergeir Nieslen, væntar eina drúgva viðgerð, men hevur vónir fyri breiðari semju

Í dag hevur uttanlandsnevndin fund um uppskot Sambandsfloksins um vegleiðandi fólkaatkvøðu áðrenn landsstýrið fer til Danmarkar at samráðast við donsku stjórnina um broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya.

Formaðurin í uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen, væntar hetta mál at verða skjótt avgreitt. Hann vísir á, at málið væl og virðiliga varð viðgjørt í tinginum herfyri, og væntar hann, at limirnir í uttanlandsnevndini fara at hava somu støðu til málið, sum teir høvdu í tinginum. Harafturat vísir hann, at tað í uppskoti Sambandsfloksins verður skotið upp, at vegleiðandi fólkaatkvøðan skal haldast 7. desember, og tískil er neyðugt at avgreiða málið sum skjótast.


Samráðast í ár

Men fyrst í november verður Hvítabók og fullveldisætlanin á skránni hjá uttanlandsnevndini. Hetta er eitt ógvuliga álvarsamt mál, og tí væntar Hergeir Nielsen, at viðgerðin í uttanlandsnevndini fer at taka eitt sindur longri tíð enn vanligt er fyri onnur mál.

Men hóast viðgerðin fer at taka tíð, so hevur maðurin við endan á borðinum í uttanlandsnevndini góðar vónir fyri at finna eina breiða semju flokkana millum. Hann vísir á, at Miðflokkurin longu tekur undir við fullveldisætlanini, og tískil er eftir at fáa Javnaðarflokkin við.

? Eg veit, at tað verður ein trupul og drúgv viðgerð, men undirtøkan hjá Javnaðarflokkinum fyri fullveldisætlanini er víðkað, og tí rokni eg við, at tað fer at bera til at fáa eina breiða semju.

Eftir viðgerðina í uttanlandsnevndini skulu føroyingar koma við einum samráðingaruppleggi til donsku stjórnina. Og danska stjórnin hevur meldað út, at hon ynskir at fáa fýra vikur at fyrireika seg í, frá hon hevur fingið samráðingaruppleggið, til samráðingarnar kunnu byrja. Tískil er spurningurin, um tað fer at bera til at fara undir samráðingar í ár.

? Eg vænti, at viðgerðin í uttanlandsnevndini fer at taka um ein mánað. Tískil skuldi tað borið til at komið við einum samráðingaruppleggi til donsku stjórnina einaferð fyrst í desember. Tískil trúgvi eg, at tað fer at bera til at fara undir samráðingarnar í ár, men tað fer at ríða um snærið, sigur formaðurin í uttanlandsnevndini.