? Demokratiið hevur talað, men veljarin slapp ikki at tala.
Hetta var fyrsta viðmerkingin frá Helenu Dam á Neystabø, efitr at hon varð vrakað sum valevni hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymoy mikukvøldið.
? Eg hevði eitt tilboð til Javnaðarflokkin, og tað var at lata meg stilla upp fyri flokkin, eftir at fleiri fólk í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag ? og leiðandi fólk í flokkinum ? heittu á meg um at stilla upp, sigur Helena Dam á Neystabø.
? Men tað eydnaðist ikki, og eg kann bara staðfesta, at Suðurstreymoyar Javnaðarfelag ikki er av somu áskoðan, sum teir limir, ið hava heitt á meg, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hevur einastu loysnina
Sum støðan nú er, eru dagarnir hjá Helenu Dam á Neystabø sum tingkvinna taldir. Hon sigur, at hóast hon varð vrakað sum valevni hjá Javnaðarflokkinum, so ætlar hon ikki at meldað seg úr flokkinum.
? Míni hjartamál eru sjálvstýrismálið og vælferðarmálið. Eg haldi, at hesi mál best kunnu samansjóðast í Javnaðarflokkinum, men tað eydnaðist bara ikki hesaferð. Kanska høvi býðst seinni, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon heldur, at tað er av sera stórum týdningi, at vit fáa loyst sjálvstýrismálið. Loysnin hjá sitandi samgongu er miseydnað. Einasti máti at loysa hendan trupulleika er gjøgnum sjálvstýrislinjuna hjá Javnaðarflokkinum, heldur hon.
? Eg merkti mær tó á fundinum, at limirnir í Suðurstreymoyar Javnaðarfela kanska heldur vildu verja sambandsleiðina ? men eg haldi, at bestu møguleikar at virka fyri eini samansjóðing av sjálvstýrismálinum og vælferðarmálinum er gjøgnum Javnaðarflokkin.
Helena Dam á Neystabø leggur dent á, at vit mugu koma burtur úr støðuni, sum hevur eyðkent seinastu tvey valskeiðini. Í hesum valskeiðinum hevur fullveldismálið fylt alt ov nógv, meðan sjálvstýrismálið undir landsstýrinum hjá Edmund Joensen var eitt tabu-evni.
Neyvan stillari
Sosialurin spurdi eisini Helenu Dam á Neystabø, um hon fór at taka av at gerast stillari hjá Javnaðarflokkinum, um tað varð heitt á hana um tað. Hóast hon ikki beinleiðis avvísti tí, so helt hon tað verða ógvuliga lítið sannlíkt, at hon fór at fáa slíka áheitan, tá hon júst varð vrakað sum valevni. Men tað er einki dulsmál, at fleiri framstandandi javnaðarfólk fegin vilja hava Helenu Dam á Neystabø sum lim í Javnaðarflokkinum, men tey halda, at tað er ov tíðliga hjá henni at stilla upp til valið hesaferð. Onkur hevur heitt á hana um at taka ein steðg, og síðani at stilla upp næstu ferð, tí tað kann skaða trúðvirði hjá Javnaðarflokkinum, at hon sum framstandi fullveldispolitikari stillar upp fyri Javnaðarflokkin, uttan at hon fyrst kann vísa, at hon fult og heilt tekur undir við grundsjónarmiðum floksins.
? Hatta skilji eg ikki rættuliga. Um eg skaði trúvirði hjá flokkinum nú, so dugi eg ikki at síggja, at eg ikki eisini gera tað um fýra ár, heldur hon.
Listin ikki nóg breiður
Helena Dam á Neystabø var limur í Javnaðarflokkinum til triðja uppstillingarfund hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag í 1990. Tá meldaði hon seg úr flokkinum, eftir at maður hennara, Kristian á Neystabø, ikki slapp á listan. Hann stillaði upp til løgtingsvalið í 1988, tá hann gjørdist nummar fýra á listanum.
Fáar dagar eftir hendan fundin hevði Sjálvstýrisflokkurin í Suðurstreymoy síðsta uppstilingarfund, og tá kom Helena Dam á Neystabø á listan ? og varð vald.
Spurd um hon heldur, at fólk í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag kanska bera agg til hana av hesi orsøk, sigur Helena Dam á Neystabø, at tað skilir hon ikki.
? Gera tey tað, so eru tey ikki víðskygt, tí hatta er eitt gamal mál sum langt síðani er farið. Um eg stillaði upp fyri Javnaðarflokkin nú, so hevði eg kunna givið flokkinum eina størri breidd. Tey fólkini, sum komu á listan, eru ov eins, sigur Helena Dam á Neystabø.










