hjá Høgna bleiv kunngjørd í bløðunum, og er skjalfest í mentamálaráðnum. So fall landsstýrið og Høgni fór frá. Hvat nú hendir er ein púra opin spurningur, og er tað høvuðsorsøkin til, at eg havi skrivað [...] frammundir, at talan ikki var um eina starvssamtalu, men um eina persónliga samtalu. Tað líkist akkurát Claus og Ronaldi at servera slíkt vrøvl fyri fólki. Hetta er í hvussu so er ein lodrøtt lygn, og kann [...] at tað er mín persónur, sum er trupulleikin, so skal eg taka meg aftur úr nevndini, og lata sessin til onkran annan, t.d. Una Næs, okkara álitismann, sum ikki er bangin fyri at havast at, um hann heldur
Tað, sum síðani er hent, er ein heilt onnur søga, men ta søguna, kenna vónandi tey flestu. Europa og meginparturin av verðini hevur ongantíð líkst sær sjálvum, aftaná Berlinmúrin. Í dag er hann bara eitt [...] eina fundamentalt øðrvísi framtíð, enn nakar av okkara ættarliði hevði torað at droymt um. Frásøgan um Berlinmúrin er ein so altavgerandi táttur í europeiskum politikki, at skúlar í flest-øllum europeiskum [...] sum jú hevði flog-samband við Vesturtýskland fleiri ferðir um dagin. Serliga tey ungu, sum høvdu fingið góða gratis útbúgving eystanfyri, eitt nú læknar og ingeniørar valdu at flýggja til tað ríka Vesturtýskland
summar, og nú kunnu vit keypa bussin hjá honum, sum er í orduliga góðum standi, hevur góð setur og hevur hentleikar til eitt nú tey, sum sita í rullustóli. Hvat kostar hetta? -Av tí at talan er um buss, sum [...] førunum er tann sjúki farin. Brennir fyri teimum doyggjandi Í løtuni arbeiðir Laura Olsen í blomsturhandlinum Orkis á Glyvrum. Hóast hon er farin um tey fimmti, og er vorðin omma, so ætlar hon sær nú at læra [...] krumptappurin. Limirnir siga, at tað er óhugsandi at fara av landinum, uttan at Laura er við, um tað so er at fara til Danmarkar, Noregs ella onkra aðra staðni. Hvussu ber hetta til, spyrja vit Lauru: -Tað
sum um tað er sera flovisligt. Jona trívist væl í Dáanum, og saman við einum námsfrøðingi hevur Dáin nú tikið stig til, at Jona skal royna at læra at tosa. Mett verður, at Jona er á tí støðinum nú, har [...] naðu. Og teirra fyrsta mál er at fáa tey øll í eitt høli. Anna Maria er sjálv í bólkinum, og hon sigur, at ein serskúli liggur langt frammi í tíðini, men hon er sannførd um, at ein bati á hølisviðurskiftunum [...] allatíðina. Dreymurin er ein serskúli Ein gerandisdagur hjá Jonu er ikki so øðrvísi frá degnum hjá einum vanligum barni. Hon fer í skúla, og tá hon er liðug fer hon í Dáan til mamma hennara er liðug at arbeiða
sjálvum húsinum, bát, neyst og tey høvdu fimm neyt. Við eini ognarmeting í 1751 er Miðstovan tað hús í bygdini, sum er best fyri. Og hetta sæst eisini á toftunum heili 200 ár eftir, at bygdin er niðurløgd [...] Lorvíkar, og teir róðu hvønn dag um fjørðin at ambæta neytunum. Seinni hetta summar fóru tey tó aftur til Blankaskála at vera. Bygdafólkið visti, at har ein skriða er lopin er onnur væntandi, so tey tordu [...] systirin Sigga f. 1803, giftist til Fuglafjarðar við Thomas Jacobsen. Lykkershús Nú er tað, at Lykkershús kemur inn í myndina. Hetta er húsið sum stendur einsamalt frá hinum og skal hava fingið navnið eftir einum
sum er valevni hjá býráðnum. Hon helt, at tað er syrgiligt, at miðbýurin, sum var so hugnaligur og livandi, nú er so steindeyður. Men hennara uppskrift upp á at fáa lív aftur í sjálvan miðbýin er fyrst [...] var eisini um, at vit skulu ikki bara hugsa um smærri íbúðir til støk, ella stakar, tí tað er eisini neyðugt at byggja stórar íbúðir til vanlig húski. Hinvegin varð eisini ført fram, at tað er neyðugt, at [...] parkeringshús. Annars er hon samd við teimum sum halda, at tað er neyðugt at fáa betri bústaðartilboð. Tað er eisini neyðugt við betri útbúgvingartilboðum. Hon heldur, at ein máti er at finna útav, hvørjar
vildi Gud vísa viðkomandi á, at hann altíð er okkum við lið og ongantíð víkur frá okkum. - At hetta er veruleikin, sær ein kanska best, tá ein er komin yvir á hina síðuna, sigur Ann D. Hansen. [...] boðskapin í teimum er hon ikki eina løtu í iva um: - Vit kunnu altíð líta á, at hann tekur sær av okkum óansæð hvørji vit eru og í hvørjari støðu, vit eru í. Tað hevur sjálvur sagt, og tí er tað soleiðis, sigur [...] Ann, og vísir til frásøgnina um fótasporini í sandinum, sum greitt verður frá aðrastaðni á síðuni. Hon hevur lisið gudfrøði sum sjálvlesandi við Århus Universitet, er gift og er búsitandi á Tinghúsvegnum
teir níggju til at boða evangeliið við og ein til at stýra kirkjuni við. Hann er ein apostlapávi, og í hansara eygum er boðanin um Jesus Kristus grundarlagið undir øllum, skrivaði italska blaðið Corrieres [...] Sigurstorginum í Warschawa segði pávin millum annað: ? Jesus Kristus er og verður ein opin bók um menniskjað, tess virði og rættindi og um tjóðarinnar virði og rættindi. Tað triðja stórveldið Í eygum pávans [...] skaka tað polska stýrið og at fáa tað frá, fer tað at elva til eina bylgju, sum fer at floyma út yvir eitt nú Ukraina, Balkan, Estland, Letland, Litava og Kekkoslovakia. Jóhannes Páll pávi Annar lat seg kortini
tøkuni hjá Televarpinum er ilt at meta um støðuna, men har eru tekinum, um at Øssur Dalbúð skumpar til áleyparan hjá B36. Hesum er venjarin hjá HB ikki samdur í. - Nei, tað er greitt at Sebastian Pingel [...] Tað, sum er til felags, er at tað er sami maður, ið hevur floytuna, sigur Jákup á Borg, sum eisini er ónøgdur við at Kári á Høvdanum kvittar við at geva honum gult kort eftir dystin. - Tað er eisini f [...] eiga tvey brotsspørk Venjarin hjá B36 er als ikki samdur í útleggingini hjá Jens Berthel Askou um brotsspørkini. Eitt er umtalaða støðan móti dystarenda, men tað er eisini ein støða í fyrra hálvleiki, har
aftur er fortreytin fyri framhald-andi vælferð. Sæð út frá einum heildarsjónarmiði er tí nógv, sum bendir á, at fíggjarkreppan er við at hasa av í Føroyum. Hvat so orsøkin er, kann altíð kjakast um, men [...] skil er í førda stjórnarpolitikkinum. Nú er tað einaferð soleiðis, at ávísar fortreytir eru, sum avmarka politisku arbeiðsumstøðurnar. Eitt er sjálv politiska samansetingin av samgongum, annað er búskaparligu [...] øðrvísi. Her hugsi eg um blokkstuðulin. Tað er ikki lætt at sleppa av við blokkstuðulin, men hann er skaðiligur fyri føroyska samfelagið. Í fleiri ár hevur hann staðið í stað, men nú er hann farin at hækka