Jákup á Borg fingið leikbann – Berthel fingið átalu

Dómarafelagið hevur víst sína ónøgd og nú skal venjarin hjá B36 sita yvir fyri fjórðu ferð í ár

Tað var rokaligt, tá HB vann á B36 í 23. umfari í landskappingini. Eftir dystin var venjarin hjá B36, Jákup á Borg, ónøgdur við at liðið hjá honum ikki fekk brotsspark í yvirtíðini, meðan Jens Berthel Askou, venjari hjá HB, vísti sína ónøgd við spælistílin hjá navngivnum spælarum hjá B36.

Dómarafelagið hevur víst sína ónøgd við samrøðurnar eftir dystin, har serliga úttalsini hjá Jákupi  á Borg hava vakt ans. Dómarafelagið hevur enntá hótt við at boykotta, um hetta ikki fekk avleiðingar fyri venjarin hjá B36.

Nú, góðar tríggjar vikur seinni, er Kappinginarnevndin hjá Fótbóltssambandinum komin fram til, at Jákup á Borg skal hava leikbann í ein dyst, meðan Jens Berthel Askou hevur fingið eina átalu, fyri tað, sum bleiv sagt í samrøðum við FM1 eftir grannauppgerðina.

- Eg eri ikki samdur í leikbanninum, men eg virði tað. Eg sakni eina greiða linju fyri allar venjarar, sigur Jákup á Borg, sum fyrr í ár fekk tríggjar dystir leikbann.

##med2##

Dómarin, sum verður umrøddur, er Kári á Høvdanum. Tað var eisini hann, sum vísti Jákupi á Borg av vøllinum, tá B36 og NSÍ spældu javnleik 1-1 fyrr í ár. Tá fekk Jákup á Borg bann í tríggjar dystir. Sostatt skal Jákup á Borg sita uttanfyri fyri fjórðu ferð. Bæði bannini koma eftir dystir, sum Kári á Høvdanum hevur dømt.

Hetta er nakað av tí, sum bleiv sagt:

##med3##

Berthel ákærir B36 fyri skitið spæl

Jens Berthel Askou fegnast um, at tað fyri fyrstu ferð nakrantíð er eydnast HB at vinna allar tríggjar landskappingardystirnar móti grannunum úr B36 í sama ári.

- Tað er eitt stórt úrslit. Hetta er fyrstu ferð, at HB vinnur allar tríggjar grannauppgerðirnar móti B36. Tað eisini flott, at vit halda høvdið kalt í dag og fáa løn fyri at halda fokus á spælinum. Tað eri eg eisini glaður fyri at dómararnir sóu til seinast, sigur venjarin hjá HB, sum rósar Kára á Høvdanum fyri sítt avrik í hendingaríku og dramatisku grannauppgerðini.

-  Kári á Høvdanum hevur ment seg nógv í ár. Hann var eitt sindur ótryggur at byrja við, men hann er blivin betri at skilja í millum hvat er hvat. Serliga tá dysturin nærkast endanum og teir búrka øll triks, sum ikki hava nakað við fótbólt at gera, fyri at koppa dystinum teirra veg. Tað hevur eydnast teimum fyrr. Tá heldur dómarin høvdið kalt og tað gera mínir spælarar eisini. Tað skulu teir hava rós, sigur venjarin hjá HB, og verður spurdur um júst hvat hann meinar við.

- Tað er alt møguligt. Teir vilja fríspark, har tað ikki er í nærnámind at verða fríspark. Tú sær eisini teirra stóra áleypara, sum teir skifta inn. Hann ger ikki annað enn at renna inn í okkara spælarar og so tveita seg. Bæði tá tað er deyðbóltar og í vanligum spæli. Til seinast royndir Sebastian Pingel tað sama, tá hann rennur inn í Øssur Dalbúð og tveitur seg. Tað er teirra spælarar, sum søkja kontaktina og ikki umvent, sigur venjarin hjá HB.

##med4## 

Her meinar hann við mest umstríddu støðuna í dystinum, tá Sebastian Pingel fer umkoll í brotsteiginum í yvirtíðini, eftir at hann og Øssur Dalbúð renna saman. Á sjónbandaupptøkuni hjá Televarpinum er ilt at meta um støðuna, men har eru tekinum, um at Øssur Dalbúð skumpar til áleyparan hjá B36. Hesum er venjarin hjá HB ikki samdur í.

- Nei, tað er greitt at Sebastian Pingel hevur tikið avgerð um at tveita seg áðrenn, sum hann eisini plagar at gera, tá hann fer í tvídystirnar. Hann hevur tikið avgerð um at fara í nærdystin, fyri síðani at tveita seg. Tú mást gjarna brúka kroppin í fótbólti, men tú ikki hevur til endamáls at spæla bóltin, so skalt tú ikki lønast fyri tað, sigur Jens Berthel Askou og leggur afturat:

- Tað eru eisini fleiri eftirtaklingar og skitin ting, sum Eli F. Nielsen ger í leypi av dystinum. Tað hevur hann gjørt allar tríggjar dystirnar vit hava spælt móti teimum. Tað verður ikki lagt til merkis, tí tað ikki eru tíggju upptøkutól til dystin. Tað skuldu vit standa ímóti og tað vistu vit, sigur venjarin hjá HB. 

Jákup á Borg: Vit eiga tvey brotsspørk

Venjarin hjá B36 er als ikki samdur í útleggingini hjá Jens Berthel Askou um brotsspørkini. Eitt er umtalaða støðan móti dystarenda, men tað er eisini ein støða í fyrra hálvleiki, har Heðin Hansen hevur hendurnar á Sebastian Pingel, sum fer umkoll í brotsteiginum.

- Eg spurdi Sebastian Pingel um tað fyrra, og vit síggja øll, at hann sleppur framvið og hin hevur tvær hendur í rygginum á honum. Hann fellur kanska nakað lætt, men tá hann so ikki dømir tað næsta. Tá er slett yvirhøvur ongin ivi. Øssur hyggur ikki eina ferð eftir bóltinum. Hann hyggur bara eftir Pingel. Og tú sær at krossar beinini hjá Pingel og teir detta, og tú sær aftaná at tað er ein hond inn á kroppin hjá Pingel, tá hann dettur. Tað havi eg sæð eftir dystin og tað er djúpt frustrerandi. Dómarin og linjuverjin hava allar møguleikar at síggja støðuna, tí tað er ein langur bóltur, sum verður sparkaður fram. Hatta er bara ikki gott nokk, sigur Jákup á Borg, ið eisini vísur sína ónøgd við dómaran, Kára á Høvdanum.

 ##med5##

-Tað vísur seg, at tá hann dømir okkum, so eru tað for nógvar avgerandi støður, sum vit koma at svíða fyri. Í dag er ongin ivi um, at tað eru tvey klokkuklár brotsspørk. Eitt er brotsspørkini, men eitt annað er støðurnar við longu innkøstunum hjá okkum, har vit vanliga eru vandamikilir, men bara tað allarminsta var, so bríkslar hann. Eg haldi tað eru eini fýra, fimm ella seks fríspørk hann dømir ímóti okkum. Serliga móti endanum, tá Ragnar Samuelsen verður skumpaður aftur og fram. Hann burdi fingið brotsspark, men tá velur dómarin at steðga spælinum og dempa menn. So skjótt sum tað er kastað inn, so er tað Ragnar, ið hevur gjørt fríspark móti onkrum HB ara. Eg haldi enn eina ferð, at hann ikki kemur væl frá tí, sigur Jákup á Borg, sum viðurkennur at FM er farið á hesum sinni.

- Eg eri stoltur av mínum monnum í dag og vit gera nokk til í minsta lagi ein javnleik, men tað eru aðrir dystir, har vit eisini hava tveitt stig vekk. Millum annað hinar báðar grannauppgerðirnar, tá hava vit ikki verið nóg nógv til staðar. Vit missa eisini stig á heimavølli móti NSÍ, har vit spæla sum einglar og missa trý stig aftur her. Tað, sum er til felags, er at tað er sami maður, ið hevur floytuna, sigur Jákup á Borg, sum eisini er ónøgdur við at Kári á Høvdanum kvittar við at geva honum gult kort eftir dystin.

- Tað er eisini frustrerandi, at dómarin aftaná dystin goymir seg aftanfyri eitt gult kort, tá eg fari yvir og sigi nøkur borgarlig orð. Ja, tað var kanska uppiborið, men hann má skilja støðuna vit eru í. Hetta er katastrofa fyri okkum og vit eru úti av FM. At hann ikki dugur at seta okkum í støðuna hjá okkum, men heldur spælir arrogantur og setur seg sjálvan í fokus, tað er bara mangul upp á menniskjaligheit, sigur Jákup á Borg.

##ms##