Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður
-------
Tá eg seti meg at skriva eina tíðargrein so skjótt eftir eitt ársskifti, er tað ikki so løgið, at ein ger sær nakrar tankar um farna tíð og serliga um tað júst lidna árið. Men eisini kanska nakrar hugleiðingar um nýkomna árið. Við eitt ársskifti ynskja vit hvørjum øðrum eitt gott nýggjár, og í mongum førum siga vit eisini takk fyri samskifti og samveru í farna ári. Eg fari tí at nýta hetta høvi at ynskja øllum lesarum og annars øllum teimum, eg kenni heima á landi, eitt gott og vælsignað nýttár.
Árið og tíðin sum fór
Persónliga havi eg nógv at takka fyri, bæði fyri meg sjálvan og míni nærmastu, í farnari tíð. Men hendan greinin er ætlað sum mínar viðmerkingar til gongdina í føroyska samfelagnum undir núverandi umstøðum. Tað slepst ikki undan at koma inn á politisku viðurskiftini undir slíkari umrøðu, men samfelagsgongdin er nógv meira umfatandi enn bert tann meiri “smala” politiska gongdin, sjálvt um hon er sera týdningarmikil. Hinvegin eru ofta uttanífrá komandi hendingar, vinnulig fyribrigdi, og við hvørt eisini persónligar hendingar samantvinnaðar við politisku viðurskiftini, so alt kann ávirka hvørt annað.
Um vit samanbera viðurskiftini í Føroyum sum heild við umstøðurnar í øðrum av heimsins londum, so má sigast, at føroyingar hava tað gott. Næstan á øllum økjum hava vit tað betur enn í flest øðrum londum. At so føroyingar mangan eru ónøgdir kortini, er ein onnur søga.
Vinnulig framgongd
Í 2013 hevur verið framgongd á mongum økjum. Taka vit fyrst fiskivinnuna, so er ymiskt, sum hon royndist. Heimaflotin hevur ikki merkt stóru framgongdina, men uppsjóvarskipini hava havt góð úrslit yvirhøvur, Virkini, sum taka ímóti uppsjóvarfiski, hava givið nógv arbeiði og nógv nýggj arbeiðspláss. Her er virki á Tvøroyri eitt gott dømi. Vónandi ein góð varandi fyritøka.
Alivinnan hevur tikið seg væl fram seinru árini og ikki minst í 2013. Tað sær út til, at føroyingar megna væl at reka hesa vinnu, og við stórum eftirspurningi og harav standandi góðum prísi hevur gingið væl, og menn meta, at útlitini í nærmastu framtíð eisini eru góð. Eksportvirðið frá alivinnuni er í ferð við at gerast eitt avgerandi fundament undir føroysku vælferðini.
Fiski- og alivinnan útflytir til marknaðir um allan heim, bæði í ES, Asia, Ruslandi, Amerika o.s.fr. Tí ræður sjálvandi um at hava so lætta atgongd til hesar marknaðar sum møguligt. Trupulleikar hava stungið seg upp, serliga viðvíkjandi ES. Føroyingar hava gjørt síni nátúrligu krøv galdandi um størri kvotur av sild og makrel í Norðuratlantshavi. Men hetta hevur elvt til mótstøðu frá hinum strandalondunum. ES hevur samtykt boykott mótvegis føroyskum útflutningi til allan europeiska marknaðin. Men føroyingar standa stinnir og halda fast við sítt. Trupult er, men tað slepst tó av við vørurnar aðrastaðni, sjálvt um russar eisini eru heldur tungir at dansa við í summum førum.
Hendan støðan hevur tó víst, at tað ber til hjá føroyingum at standa saman. Undir góðari leiðslu frá fiskimálaráðharranum, við politiskum samanhaldi og við hjálp frá dugnaligum embætisfólki hevur higartil verið væl telvað frá føroyskari síðu. Vónandi fæst eitt gott úrslit áðrenn alt ov langt frálíður.
Annars vísir hendan støðan eisini, at tað er heppið fyri Føroyar, at vit ikki eru partur av ES. Tað er betur fyri smáu Føroyar at skula stríðast fyri sínum lívsrættindum, enn at vera køvdur av einum slíkum mastadonti sum ES, har vit einki vildu havt at sagt.
Onnur vinna
Framgongd hevur eisini verið á fleiri øðrum vinnuligum økjum. Taka vit frálandavinnuna, so hava vit sæð fleiri nýggj skip bygd til landið og eina stóra menning. Sjálvt um olja ikki enn er funnin á føroyskum øki, so njóta vit longu gott av ymiskum aktiviteti stavandi frá oljuleiting bæði nærindis og á fremmandum leiðum.
Føroyingar gera eisini vart við seg á øðrum økjum, til dømis innan kt-vinnuna bæði heima á landi og uttanlands. Í heila tikið sæst nógv føroyskt virksemi uttanlands, sum rikið verður av føroyingum í tí landi teir búgva, men eisini rikið frá Føroyum. Føroyskt entreprenørvirksemi smæðist heldur ikki burtur. Tað, at føroyingar arbeiða uttanlands, bæði á sjógvi og landi, er so vissuliga positivt.
Búskaparligur vøkstur
Tað, sum nevnt er frammanfyri,(og onnur dømi kundu eisini veri nevnd), skapar samfelagsligan búskaparligan vøkstur í sær sjálvum, men hevur eisini avleiddan vøkstur innan alment virksemi og tænastuvinnu. Alt hetta sæst aftur í størri nýtslu og minkandi arbeiðsloysi.
Búskaparkreppan seinastu árini hevur rakt stóran part av heiminum, ikki minst í Europa. Sæð í mun til mong onnur lond eru Føroyar slopnar rættiliga bíliga. Vit síggja, at lond sum t.d. Spania, Grikkaland og Porugal hava eitt arbeiðsloysi uppá yvir 20 %, ja, sjálvt Danmark hevur framvegis eitt arbeiðsloysi uppá millum 6 og 7 %, meðan okkara nú er komið niður á 3,7 %.
Komandi ár
Hvussu eru so vánirnar fyri komandi ár? Ja, eingin kann siga nakað við vissu. Men útlitini eru rímiliga góð. Inntøkuvøksturin í samfelagnum sær út til at halda fram. Alivinnan sær ljóst uppá framtíðina, og ikki minst oljuleiting á føroyskum øki fær búskaparligt árin. Harafturat koma fleiri størri og smærri byggiprojektir, til dømis nýggi studentaskúlin. Tað sær tí út til, at arbeiðsloysið fer at halda fram við at minka, og økta virksemið gevur størri peningarensl í samfelagnum. Hetta hevur aftur við sær øktan vælstand, sum aftur er fortreytin fyri framhald-andi vælferð. Sæð út frá einum heildarsjónarmiði er tí nógv, sum bendir á, at fíggjarkreppan er við at hasa av í Føroyum. Hvat so orsøkin er, kann altíð kjakast um, men eftir míni uppfatan er tað eitt samanspæl av avrikunum hjá góðum vinnulívsfólki og einum sum heild førdum skilagóðum politkki.
Politiski og almenni parturin
Politiska stýringin av einum landi hevur sjálvandi altíð stóran týdning fyri samfelagsligu gongdina. Politisku myndugleikarnir stýra almennu peninganýtsluni og ráða fyri, hvussu almenni sektorin útvegar sær kapital. Eisini skulu myndugleikarnir skapa karmarnar fyri livi- og arbeiðsmøguleikunum hjá fólki og vinnulívi og samfelagsskipanini sum heild. Hvussu hevur hetta so eydnast seinastu tíðina, og hvat eru framtíðarútlitini?
Vit hava seinastu gott og væl tvey árini havt eitt meirilutalandsstýri skipað av Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og part av tíðini eisini Sjálvstýrisflokkinum, meðan andstøðan hevur verið mannað av Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn. Landsstýrisflokkarnir siga sjálvandi, at væl hevur verið stýrt, meðan andstøðuflokkarnir halda, at einki skil er í førda stjórnarpolitikkinum. Nú er tað einaferð soleiðis, at ávísar fortreytir eru, sum avmarka politisku arbeiðsumstøðurnar. Eitt er sjálv politiska samansetingin av samgongum, annað er búskaparligu, vinnuligu og samfelagsligu umstøðurnar annars. Politiskt skuldu samgonguflokkarnir góðtaka ymiskar neyðsemjur, men høvuðsuppgávan var at bjóða øllum trupulleikunum, sum stóðust av fíggjarkreppuni, av. Her skuldu ymiskar sparingar fremjast, men samstundis skuldi hetta raka einstøku borgarnar sum minst. Hetta hevur í rættiliga stóran mun eydnast, sum sæst av tí sum frammanfyri er nevnt um búskaparliga og vinnuliga framgongd og minkandi arbeiðsloysi. Eisini er landskassans hall í ávísan mun minkað.
Politiska orðaskifti millum samgongu og andstøðu hevur verið harðligt, ja andstøðuálopini – hjálpt av sonevndum viðmerkjarum – hava ofta verið beinleiðis ótiltalandi. Serliga hevur verið lagt eftir Fólkafloksumboðunum í landsstýrinum, ikki minst eftir fíggjarmálaráðharranum, fyri tey tiltøk tey hava staðið fyri. Misbrotini hjá teimum hava í høvuðsheitum verið, at tey hava framt tann politikk, sum tey fóru til val uppá. So heldur má sigast, at tey hava gjørt eitt dygdargott arbeiði.
Næstan dagliga er samgongan – og serliga fíggjarmálaráðharrin - álopin fyri at hava veitt skattalætta og gjøgnumført tann sokallaða flatskattin, sum ikki er serliga flatur. Eisini hava álopini verið hørð um broytingarnar av pensiónsskattinum. Veruleikin er, at hetta eru sera skilagóð tiltøk. Persónskatturin inniheldur ein hampuliga stóran botnfrádrátt, sum so líðandi kann hækkast, og harafturat kann sum frálíður skattaprosentið uppá 40 lækkast eitt sindur. Eisini eigur at verða arbeitt fyri at hækka kommunuskatta botnmarkið so líðandi. Viðvíkjandi pensiónsskattinum er at siga, at hesin fer at vera til fyrimuns fyri fólk, tá tey koma til pensiónsaldur og fáa útgoldið pensiónina uttan frádrátt av skatti. Tó skal helst onkur smávegis justering gerast á hesum øki. Spurningurin er eisini, um ikki onnur lond fara at innføra eina líknandi skipan um nøkur ár.
Í heila tikið kann sigast, at broyt-ingarnar í skattaskipanini hava verið sera meðvirkandi til at tað loysir seg betur at arbeiða, og harvið til tað minkandi arbeiðsloysi.
Eitt hjartasuff
Politiska skipanin og eitthvørt landsstýri arbeiðir sjálvandi við eini fjøld av málum, og tað vil altíð vera okkurt, sum ein kundi ynskt sær øðrvísi. Her hugsi eg um blokkstuðulin. Tað er ikki lætt at sleppa av við blokkstuðulin, men hann er skaðiligur fyri føroyska samfelagið. Í fleiri ár hevur hann staðið í stað, men nú er hann farin at hækka so líðandi aftur. Ein slík hækking eitt ella tvey ár ávirkar ikki so nógv, men um slík skipan verður varandi fær hon óbøtandi fylgjur. Í staðin fyri eina árliga hækking uppá 1-2 % so fái heldur í lag eina skipan við eini lækking uppá 1-2 % árliga.