Gongur skeivan veg við javnstøðu

KOMMUNUVAL tað gongur skeivan veg við javnstøðuni á listunum yvir valevnini til kommunuvalið týsdagin

Tá ið kommunuval verður týsdagin, verða kvinnurnar verri umboðaðar á valevnislistunum, enn tær vóru á kommunuvalinum fyri átta árum síðani.
Tað stafesti Annika Sølvará, tá ið hon setti valfundin, sum Kvinnufelagið í Havn skipaði fyri mánakvøldið.
Hóast fundurin var almennur, var uppmøtingin avmarkað, tí tilsamans vóru ikki meiri enn eini gott 20 fólk og lurtaðu og tá vóru summi av teimum við fyrireikingunum.
Og tað vóru heldur ikki meiri enn eini trý, fýra mannfólk, sum høvdu leitað sær á landsbókasavnið hetta kvøldið at vita, hvat kvinnuligu valevnini høvdu upp á hjartað.
Annika Sølvará, sum varð orðstýrari, staðfesti, at tá ið allir vallistarnir til kommunuvalið vóru liðugir, var greitt at kynsbýtið á listunum er, at 65% av valevnunum eru mannfólk og 35% eru konufólk.
Til samanberingar nevndi hon, at á valinum í 2008, vóru 61% av valevnunum mannfólk og 39% vóru konufólk, og sostatt er javnstøðan á listunum versnað.
Í tølum er talan um, at á valinum hesuferð eru tað 387 mannfólk, sum hava stillað upp og 211 konufólk.
Tað eru tvey mannfólk og 36 konufólk færri enn í 2008.
Á valfundinum mánakvøldið hevði eitt kvinnuligt umboð fyri hvønn flokkin eina stutta framløgu, har tey søgdu sína hugsan um, hvussu lív kann fáast í miðbýin í Havn og, hvussu vit fólk at støðast.
Eitt, sum gekk, sum reyður tráður ígjøgnum hjá øllum valevnunum, var, at tey halda, at tað er sera átrokandi, at vit fáa betri og bíligari bústaðarmøguleikar.
Men semja var eisini um, at vit skulu ikki bara hugsa um smærri íbúðir til støk, ella stakar, tí tað er eisini neyðugt at byggja stórar íbúðir til vanlig húski.
Hinvegin varð eisini ført fram, at tað er neyðugt, at íbúðirnar eru væl bíligari enn sethús, tí tað er púra ólogiskt, at lítil og ongin prísmunur er á eini íbúð og einum sethúsum við grasplenu og bilskúri.
Í hinum greinunum nema vit við nakað av tí, tey einstøku valevnini høvdu at bera fram.
Vinnan má hava tað gott

- Skulu vit fáa ein livandi miðbý, er tað avgerðandi at vinnan hevur tað gott, serliga smávinnan, har tað skal bera til at reka vinnu, uttan at skuldarbinda seg upp um oyruni.
Tað heldur Sunniva Bjarnastein, valevni til Fólkaflokkin til býráðsvalið í Havn.
Hon heldur í hesum sambandi, at býráðið kundi havt eina ráðgeving, sum kundi hjálpt smáum vinnurekandi við ivaspurningum, eisini fólki, sum ætla sær undir onkra vinnu.
Hon hugsar serliga um matvøruvinnuna, sum hon heldur kann mennast.
- Torgið í Vágsbotni kundi verðið nógv meiri enn tað er, heldur hon.
Hinvegin heldur hon, at skal lív fáast í miðbýin verður neyðugt at gera eitt parkeringshús, tí tað er alneyðugt hjá fólki at sleppa av við bilin beint við.
Annars heldur hon, at politikkurin má miðja eftir at fáa fólk at vilja búgva í Havnini og í hesum sambandi heldur hon, at ein virkin bústaðarpolitikkur er heilt avgerðandi við fjølbroyttum bústaðum fyri rímiligan prís.








Ungdómurin má fáa virkishús

Skulu vit hugsa um trivnaðin í Havn, hevur tað avbera stóran týdning við einum virkishúsi onkustaðni í miðbýnum í Havn til ungdómin, sum ikki eru so bókliga áhugað.
Tað heldur Oddvør J. Mohr, valevni hjá Sambandsflokkinum til Býráðsvalið í Havn.
Men tað verður avgjørt neyðugt at fáa betri parkeringsviðurskifti og tí verður neyðugt at raðfesta parkeringshús.
Annars er hon samd við teimum sum halda, at tað er neyðugt at fáa betri bústaðartilboð.
Tað er eisini neyðugt við betri útbúgvingartilboðum. Hon heldur, at ein máti er at finna útav, hvørjar útbúgvingar eru best umtóktar uttanlands og so at stovna tær her á landi.

Fleiri fólk í miðbýin at búgva
- Tað verður neyðugt at fáa fleiri fólk í miðbýin at búgva.
Tað heldur Elin Lindenskov, valevni fyri Javnaðaflokkin í Havn.
Í hennara hugaheimi er miðbýurin alt frá sjúkrahúsinum, niðan í Gundadal og oman á Skansan, og tað sum er innan fyri tað.
- Fleiri fólk, sum búgva tætt, skapa fleiri tænastustørv og virksemis- og tænastutilboð til kvinnur.??Vit fáa kafeir, matstovur, frisørsalongir, handlar, serhandlar, vælverustøð, biografar, sjónleikarhús, list, designfyritøkur, lýsingavirki og eina rúgvu av øðrum tænastu- og aktivitetstilboðum og arbeiðsplássum, sum ikki eru á bygd.
Og hon heldur, at tað er pláss fyri væl meiri fólki í miðbýnum.
Í økinum, hon sjálv býr í og sum gongur frá læknamiðstøðini í Jónas Broncks niðan til statskassan, yvir í Lon og oman á politistøðina búgva kanska 50 fólk í dag.
- Í hesum øki kundu sambært arkitekti saktans búð upp móti 500 fólk um byggingin var skipað øðrvísi.
Men skal miðbýurin broytast, skal tað leggjast væl til rættis.
- Tórshavnar kommuna má seta tíð og neyðuga peningin av til at leggja ætlanina fyri miðbýin.?
Hon vísir á, at uttan at himprast brúkar Tórshavnar býráð milliónir til einstøk hús til ymisk endamál.
- Her snýr tað seg um at leggja eina ætlan fyri hjartað í Havnini og eisini hjartað í Føroyum.
Tí fer hon at mæla til, at Tórshavnar kommuna fyrst í næsta ári fer at halda eina ráðstevnu um økis- og býarmenning.
- Henda ráðstevna skal svara spurningunum um, hvat skal verða í býnum, hvussu vit skipa bústaðir, handlar, skrivstovur, arbeiðspláss, havnir, parkeringsøki, tilhaldsstøð og ferðsluna til og frá miðbýnum.??
- Eftir ráðstevnuna mugu vit seta ein fakligan bólk at arbeiða saman við býráðnum og borgarunum um miðbýarmenningina, sigur Elin Lindenskov.

Saknar handlar í miðbýnum

- Tað kundi gott verið fleiri handlar í miðbýnum
Tað sigur Oddvá Nattestad, sum er valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum til býráðsvalið í Havn.
- Skal miðbýurin mennast er neyðugt at fáa fleiri fólk í býin, tí fólk skapa lív
Men so hvørt sum teknisku møguleikarnir eru mentir, eru eisini møguleikar hjá vinnuni til at fara út um miðbýin og tað hevur eisini verið gongdin í Havn, eitt nú er apotekið og Posthúsið farið.
Hon kundi væl hugsa sær at fleiri deildir av handlum og stovnum vórðu latin upp aftur í Havnini.
Hon heldur eisini, at tað er rættiliga uttanhandað, at tað ikki er ein lítil matvøruhandil í miðbýnum.
Annars heldur hon, at vit eiga at hava eitt mentanar-ráðgevara hús í Havn, har tað skal bera til hjá mentafólki av øllum slagi at venda sær til at fáa ráðgeving.


Miðbýurin hevur spakiliga bløtt út

Marin Katrina Frýdal, sum stillar upp fyri Tjóðveldi á býráðsvalinum í Havn, heldur, at tað var ein dáragerð, tá ið býráðið á sinni kvetti miðbýin í Havn av í Steinatúni fyri at sambinda Vestur- og Eysturbýin.
- Síðani tá hevur miðbýurin spakuliga bløtt út.
Nú heldur hon, at Tórshavnar Býráð eigur at seta eina virkisætlan fyri miðbýin í fremstu røð, tí hjarta í býnum má ikki kódna.
Miðbýurin skal skipast so, at fólk trívast har, tí tað fer at skapa grundarlag fyri tænastuvinnu, handils- og vinnulívi.
Hon heldur, at verkætlanin ” Havnin innanfyri Stóragarð”, sum Hans Mortensen legði fram fyrr í ár, vísir á nógvar áhugaverdar møguleikar.
Hon heldur, at eitt Parkeringshús eigur at verða gjørt beinanvegin í samskifti við ferðavinnu og flutningsvinnu, tí so hevði borið til at skipa fleiri stutttíðar parkeringspláss í sjálvum miðbýnum.
Hon heldur eisini, at miðbýurin eigur at koma burtur úr støðuni, sum er nú, at eitt miðbýarfelag bara umboðar nakrar handlar.
Eitt nú eru upp- og afturlatingartíðir ymiskar.
Hon heldur, at Havnin eigur at ganga undan, tí er skal vera rúmsátt at liva og virka.
Í hesum sambandi heldur hon, at kommunan eigur at hava ein virknan leiklut at skapa eitt fjølbroytt bústaðartilboð, tí tað eigur ikki at vera ein forðing fyri, at fólk búsetast í Havn.
Samstundis skal kommunan skapa vinnuni góðar karmar og Vágsbotnur er eitt gott dømi um samvinnu ímillum kommunu og vinnulív, har kommunan legði kloakkirnar og gjørdi Vestaruvág reina og vinnan skapti síðani virksemi





500 krónur til hvørt
barnið um mánaðin

- Skal Havnin vaksa, má kommunan bera so í bandi at fólk hava ráð at búgva í Havn.
Tað heldur Ruth Vang, sum stillar upp fyri Framsókn til býráðsvalið í Havn.
Hon sigur, at útrokningar vísa, at sjálvt hjá heilt vanligum húskjum við miðalinntøkum, er sera torført at fáa endarnar at røkka saman, tá ið húsalán, ansingarpláss, billán og aðrar fastar útreiðslur eru goldnar.
Hon sigur, at serliga er tað bústaðurin, sum er dýrur.
Í hesum sambandi mælir hon frá, at lækka skattaprosentið í Havn næsta ár.
Ístaðin fyri skal barnafrádrátturin hækkast munandi.
Hetta skal vera ein barnastyrkur, sum merkist.
Hvørt skattaprosent svarar til eina inntøku upp á einar 28 milliónir. So ístaðin fyri at lækka skattin, mælir Framsókn til at brúka 28 milliónir eyka til barnastyrk.
Vit hava roknað út, at hetta kann geva hvørjum barni ein eyka styrk upp á 500 krónur um mánaðin.
Orsøkin til, at vit raðfesta barnastyrk fram um ein vanligan skattalætta, er tann, at kommunuskatturin er flatur.
- Tí fer ein vanlig skattalækking bara at koma teimum somu til góðar, sum frammanundan hava fingið ágóðan av flatskattinum.
Somuleiðis eiga vit at hava eitt høgt tænastustøði, tí tað er fortreytin fyri trivnaði í býnum.
Sjálv heldur hon, at ein fjøltáttað bústaðarbygging er sera átrokandi.
Hon sigur, at ein sterkur høvuðstaður er tað einasta, sum kann forða fyri fráflyting, tí tað er einasti møguleiki hjá føroyingum at kappast við stórbýirnir uttanlands og sum sostatt kann forða fyri fráflyting.
- Tí má útjaðaramenning ikki merkja, at høvuðsstaðurin viknar, eitt nú við at flyta skúlar og stovnar út á bygd.
Ein vælvirkandi høvuðstaður er ein fortreyt fyri at fáa fólk at trívast í Føroyum.
Annars heldur hon, at politikarar eiga at seta í verk, at arkitektar og onnur fáa til uppgávu at stinga út í kortið, hvussu ein góður býur kann skipast.
Men undir øllum umstøðum heldur hon, at fleiri av skrivstovunum í miðbýnum eiga at verða fluttar út um býin, so at bústaðir kunnu gerast í miðbýnum til fólk í øllum aldri.

Bilarnir burtur úr gongugøtuni
Bilarnir skulu heilt burtur úr gongugøtuni og av parkeringsplássinum í gamla Kommunuskúlagarðinum við býráðshúsið í Havn
Tað heldur Charlotta á Váli Olsen, sum er valevni hjá býráðnum.
Hon helt, at tað er syrgiligt, at miðbýurin, sum var so hugnaligur og livandi, nú er so steindeyður.
Men hennara uppskrift upp á at fáa lív aftur í sjálvan miðbýin er fyrst og fremst at fáa bilarnar heilt burtur úr miðbynum.
- Gongugøtan skal gerast til eina veruliga gongugøtu úr Steinatúni oman á Vaglið og parkeringsøkið skal gerast til eitt øki, sum vísir, at her endar gongugøtan.
Hinvegin skeyt Charlotta á Váli Olsen at gera parkeringskjalla inn undir parkeringsøki á Vaglinum.
Har er pláss til tvey parkeringsdekk við plássum til einar 50 bilar
Hon helt annars, at nógvastaðni í Havnini er stórur jarðarmunur, so tað ber væl til at gera parkeringspláss av hesum slagi fleiri staðir í Havnini.
Hon sær fyri sær, hvussu hugnaligt hetta kann verða, ikki um at tala um so verður, at tekja verður løgd á gongugøtuna.