Onki tilboð til Jonu eftir fólkaskúlan

Anna Maria og Rógvi Joensen úr Klaksvík eiga trý børn. Elsta barnið er Jona, sum er mongol. Hon hevur eitt ríkt og virkið lív nú, men tá hon er liðug við fólkaskúlan um trý ár, eru ikki nógvir møguleikar til hana sum nú er. Anna Maria sigur, at hóast viðurskiftini hjá teimum menningartarnaðu í Føroyum eru nógv batnað, so er langt eftir á mál

Klaksvík:
Jona er ein 14 ára gomul, lívsglað genta, sum ikki fekk ta bestu byrjanina upp á lívið og ei heldur teir bestu spádómarnir, sum eitt barn kann fáa. Hon er mongol og fødd við stórum hjartafeili, sum hevur havt við sær, at hon hevur drigist við sjúku størsta partin av unga lívi sínum. Men hóast tað, so er tað ein sonn lívsjáttandi kensla ein fær, tá ein hittir hana.
Sosialurin hevur saman við mammu hennara, Onnu Mariu Joensen, vitjað Jonu í Dáanum í Klaksvík, har hon er til umlætting saman við øðrum menningartarnaðum. Henda dagin eru tey ikki so mong, tí fleiri eru í feriu. Jona situr inni í einum rúmi og spælir, tá vit koma framvið. Hon er eitt sindur smæðin í byrjanini og vil ikki rættuliga hyggja upp, men so við og við hvørvur smædni, og hon gerst blíðari og blíðari. Tá hon fær eyga á myndatólið, livnar hon upp. Henni dámar so sera væl at sleppa upp á mynd og hon smílist ovurfegin til myndatólið.
Anna Maria flennir so hjartaliga, og tær báðar hugna sær saman eina løtu.
? Tað er ikki so galið at fáa eina løtu saman við henni soleiðis óvæntað, sigur Anna Maria, meðan hon við hondunum roynir at samskifta við Jonu.
Jona dugir ikki at tosa, men við teknmáli megna tær báðar væl at samskifta. Hugtakandi er at síggja, hvussu væl Anna Maria kennir barn sítt og veit júst, hvat hon vil, hóast onki orð verður talað.
Hvørja ferð ein mynd er tikin, vil Jona sleppa at síggja myndina á lítla skerminum á myndatólinum, og hon smílist, tá hon sær seg sjálva og mammu sína á myndini. Men nú tímir hon ikki at sita inni í hesum rúminum meira, hon vil sleppa inn til hini at vísa teimum myndirnar.
Inni í kaffistovuni sita Margret, Høgni, og tvey av starvsfólkunum og eta. Høgni og Margret eru forlovað, og Jona vísir við munninum, at tey plaga at mussast, og so heldur hon hendurnar upp fyri andlitið, sum um tað er sera flovisligt.
Jona trívist væl í Dáanum, og saman við einum námsfrøðingi hevur Dáin nú tikið stig til, at Jona skal royna at læra at tosa. Mett verður, at Jona er á tí støðinum nú, har hon kann møguliga læra at tosa eitt sindur, og tað eiga tey so at fyrihalda seg til.
? Av røttum so átti tað at verið skúlin, sum tók hetta stigið, men skúlin megnar slettis ikki at nøkta tørvin hjá teimum menningartarnaðu í dag, sigur Anna Maria, sum enntá torir at siga, at tað var frægari fyri 20 árum síðani, áðrenn nýggja fólkaskúlalógin kom. Hon vísir á, at tá var eitt slag av serskúla. Gamli skúli var tá bert til mongolarnar, og har var ein lærari, sum bert arbeiddi við teimum og útfrá teimum.
? Hetta gingu vit burtur frá, tí tey menningartarnaðu skuldu integrerast í samfelagið fyri ein og hvønn prís, sigur Anna Maria.
? Ein persónur fer ikki á læraraskúla fyri at læra at arbeiða við børnum við serligum tørvi. Tað læra tey ikki nógv um á læraraskúlanum, so hvussu skulu lærarar í dag kunna taka sær av teimum menningartarnaðu í skúlanum, spyr Anna Maria, sum eisini heldur, at námsfrøðingar áttu at sloppið inn í skúlarnar at arbeitt við børnum við serligum tørvi.
Anna Maria hálovar Dáanum og sigur, at talan er um ein vælvirkandi stovn, sum hevur megnað at geva teimum menningartarnaðu eitt heimligt umhvørvi, tá tey eru til umlætting. Dáin kom í 1989, og foreldur at menningartarnaðum í Norðoyggjum hava havt stóra gleði av honum allatíðina.

Dreymurin er ein serskúli
Ein gerandisdagur hjá Jonu er ikki so øðrvísi frá degnum hjá einum vanligum barni. Hon fer í skúla, og tá hon er liðug fer hon í Dáan til mamma hennara er liðug at arbeiða.
Jona er ikki knýtt at nøkrum ávísum flokki gjøgnum dagin, men hon hoyrir til ein kortini. Hon fær undirvísing í eini serstovu í skúlanum á Ziskatrøð.
? Jona elskar at ganga í skúla, tað er púra vist. Hon gleðir seg hvønn morgun, men tað er ikki nóg mikið, sigur Anna Maria.
? Tað loysir onki bara at integrera tey menningartarnaðu ímillum tey normalu, heldur hon fram.
? Tá ein eigur eitt menningartarnað barn, tá hevur ein tørv á ergoterapeuti, fysioterapeuti, talu og hoyrilærara og einum pedagogi. Og mín dreymur er, at ein serskúli kann gerast her í Klaksvík við øllum hasum á einum staði. Tá høvdu umstøðurnar batnað munandi, og til hevði borið at lært tey menningartarnaðu tað, sum tey eru á støði til og tilreiðar til ? alt á einum staði, sigur Anna Maria og fílist samstundis harðliga á hølisumstøðurnar, sum tær eru í dag.
Tey menningartarnaðu halda til í trimum støðum í Klaksvík. Í gamla skúla, í eini skúlastovu í Ziskatrøð og í eini stuðulsstovu mitt í býnum. Tað verður ikki mett at vera nøktandi.
? Men alt er sjálvandi frægari enn at senda tey av landinum, sigur hon.

Óútbúgvið fólk
Ein arbeiðsbólkur er í kommununi, sum arbeiðir við viðurskiftunum hjá teimum menningartarnaðu. Og teirra fyrsta mál er at fáa tey øll í eitt høli. Anna Maria er sjálv í bólkinum, og hon sigur, at ein serskúli liggur langt frammi í tíðini, men hon er sannførd um, at ein bati á hølisviðurskiftunum fer at hava stóran týdning fyri tey menningartarnaðu.
Eitt annað, sum Anna Maria serliga fílist á er, at tað er óútbúgvið fólk, sum aloftast taka sær av teimum menningartarnaðu - serliga í skúlanum.
? Jona hevur so at siga bert havt stuðlar, sum ikki hava nakra serliga útbúgving til júst eitt tílíkt starv. So hvørja ferð havi eg verið noydd at sett tey inn í heimin og støðuna hjá Jonu. Og tað geri eg sjálvandi fegin, men eg haldi bara, at tað átti at verið eitt stað ella ein stovnur, har tey, sum dagliga eru um tey menningartarnaðu, kundu vent sær fyri at fingið ráðgeving.
Í dag er tað Almannastovan sum tekur sær av bæði teimum fíggjarligu viðurskiftunum og tí námsfrøðiligu ráðgevingini, sum skal til. Men tað heldur Anna Maria als ikki, at Almannastovan megnar, tí tær ferðirnar Jona hevur fingið nýggjan stuðul hevur hon sjálv verið ráðgevi.
? Tá okkurt so hevur verið, so hava tey ringt til mín, ístaðin fyri at tað var ein stovnur ella persónur, sum tók sær av tílíkum. Eg sigi ikki, at vit foreldur ikki skulu vera við í øllum, eg meini bara, at tað eru vit óansæð, og at tað hevði verið so nógv betur um ein professionellur var afturat, sigur Anna Maria.
Hóast hon fílist á mong viðurskifti, so leggur hon dent á, at viðuskiftini eru nógv broytt í dag og batnað.
Tey menningartarnaðu eru í dag ein náttúrligur partur av samfelagnum, og tey eru góðtikin júst, sum tey eru. Tað er í sjálvum sær ein sigur. Men hon óttast eitt sindur framtíðina.
? Júst nú eru fleiri tilboð til Jonu. Hon gongur í skúla, er til umlætting og gongur í kvøldskúla, men hon hevur einans trý ár eftir í fólkaskúlanum, og sum nú er, so er onki tilboð til Jonu, tá hon er liðug, sigur Anna Maria og yppir øksl.

Strævið, men gevandi
Anna Maria greiðir frá, at hon var 21 ára gomul, tá hon fekk Jonu. Tað gingu heilar átta vikur, áðrenn tað varð staðfest, at Jona var mongol.
? Føðingin var hørð. Eg átti hana við keisarasnitt, og tað gekk ikki so væl, sum tað kundi. So hon var sera hovin um andlitið, og tað haldi eg er størsta orsøkin til, at tað gekk so long tíð, áðrenn tað varð staðfest, sigur Anna Maria, sum tó heldur, at hon sjálv allatíðina var greið yvir, at alt ikki var, sum tað átti við gentuni.
Jona hevði eisini ein stóran hjartafeil, og læknarnir vóru ikki bjartskygdir í teirra spádómi. Teir søgdu, at tey ikki skuldu vænta, at Jona fór at liva longur enn, til hon var trý ár. So í langa tíð livdu tey upp á lænta tíð. Men í dag er Jona 14 ár og fyllir 15 um ein mánað ella so.
? Dáin kom stutt eftir, at vit høvdu fingið Jonu, men eg hevði sera ringa samvitsku av at koyra hana til umlætting, tí eg visti ikki, um hon livdi dagin eftir. Tað var ein hørð tíð at koma ígjøgnum, og vit vóru á sjúkrahúsinum við henni í miðal einaferð um mánaðin, greiðir Anna Maria frá.
Men so líðandi batnaði Jona, og tey seinastu fýra til fimm árini, hevur hon verið so væl fyri, sum nakrantíð, heldur Anna Maria og takksemi lýsir úr eygunum á henni.
? Tað er strævið at eiga eitt menningartarnað barn, men tað er avbera gevandi og mennandi. Vit hava lært so nógv av henni, og eg havi ongantíð sæð tað sum nakað annað enn, at hetta er ein uppgáva, sum vit vórðu útvald til av Gudi, sigur Anna Maria.
Hon viðgongur sjálvandi, at tað var serstakliga hart í fyrstuni, tí Jona ikki var tað barnið, sum tey høvdu hugsað sær.
? Sjálvandi var eg kedd, men eg hugsaði ongantíð hví eg ella vit. Og ein dagin kom eg framá eina yrking hjá Zachariasi Zachariassen til øll brekað børn og teirra foreldur. Henda yrking lat eyguni hjá mær upp, og eg dugdi at síggja, at hetta var ein serlig uppgáva, sum vit hava fingið, sigur Anna Maria.
Hon leggur at enda afturat, at hon hevur lært seg upp gjøgnum tíðina at taka av teimum tilboðunum, sum eru til Jonu.
? Eg veit jú sum sagt ikki, hvat verður til hana, tá hon verður liðug í fólkaskúlanum um trý ár, og sostatt er framtíðin eitt sindur óviss, sigur Anna Maria Joensen.