Ein kristin kriminalsak

4. partur

Essayistur Ólavur Rasmussen


Claus Harms, formaðurin í donsku sjómanskirkjuni og Ronald Pedersen, aðalskrivarin, komu til Føroyar og sáttmálasamráðingarnar við føroysku sjómanskirkjuna fóru fram í Elduvík. Av góðum grundum vóru Kristianna S. Jacobsen, fulltrúði og undirritaði ikki til staðar við samráðingarborðið, tí at okkara leiklutur var av.
Claus Harms er ein harður hálsur. Hann er ógvuliga lítil á vøkstri, men hann er skarpur og útstrálar ein øgiligan myndugleika. Hann hevur eitt serstakt eygnabrá, vøkur, myrk og smøl eygu, sum bíta seg í offrið. Hann hevur nakrar gulltenn í munninum, plaseraðar soleiðis, at tær altið síggjast tá ið hann smírist sítt avmálda smíl. Tá ið eygnabráið og gulltenninar aftanvert smílið umskarast kann hann avvápna sjálvt tann sterkasta; tann veiki hevur ongan livandi møguleika. Saman við sínum drynjandi, heldur snjalla máli, minnir hann ikki sørt um Simon Spies. Ikki í útsjónd og viti, men í tosingarlagi. Og so hevur hann fínar, vakrar hendur; tað er líkamikið um hann roykir Kings cigarettir ella drekkur kaffi, tað er totalt kontroll. Og so er hann høgt uppá strá, hann jarðaði enntá Simon Spies. Claus Harms er við øðrum orðum ein klassiskur danskur yvirklassapróstur, sum er vanur við at fáa sín vilja ígjøgnum. Sjómansprestarnir ræddust hann so illa, at tá ið vit vóru savnaðir saman, var tað eingin sum tordi at seta seg við hansara borð, og eingin tordi lata vera. Hetta sálarførðiliga spælið við undirsáttum var summum meira garvaðum til mikla fragd.
Har sat hann so í Elduvík yvirav nøkrum fittum føroyskum bygdarprestum. Tað hevur tikið honum nøkur fá sekund at rokna út, at har var als eingin vandi á ferð. Hann kundi róliga gera tað, sum hann altið hevði ætlað sær, at leggja so harðar treytir á, at tann danska sjómanskirkjan fór við øllum, og ávirkanin hjá føroysku sjómanskirkjuni skuldi bara vera eitt eiti, samstundis sum Føroya fólk rindaði alt gildið.
Claus og Ronald høvdu gjørt alt arbeiði heima við hús, tað lá klokkuklárt í fínu leðurtaskuni, tá ið teir sótu umborð á flogfarinum á veg til Føroyar. Í leðurtaskuni lógu trý skjøl, eitt plan A skjal, sum gav donsku sjómanskirkjuni alt valdið. Men har lógu eisini tvey onnur skjøl. Eitt plan B skjal, sum býtti valdið javnt millum føroysku og donsku sjómanskirkjunar. Og loksins eitt plan C skjal, har møguleikarnir lógu opnir fyri, at føroyingar settu treytirnar, ið samsvaraðu við at føroyingar frammanundan rindaðu allan raksturin. Claus og Ronald vónaðu, at samráðingarfólkini í Føroyum vóru so veik, at tað ongantíð gjørdist neyðugt at taka plan B, tíansheldur plan C burtur úr taskuni í Elduvík.
Tá ið fundurin í Elduvík var lokin høvdu Ronald og Claus fingið meira burturúr, enn teir høvdu torað at vóna. Føroyski sjómans-presturin í Hull skuldi røkja tað føroyska starvið við 20%, tað danska við 80%. Tann, sum kennir sjómansprestastarvið og viður-skiftini í donsku sjómanskirkjuni, veit, at hetta er tað sama sum at starvið er danskt burtur av. Hetta út av lagi ússaliga býtið varð svølgt rátt av nevndini í føroysku sjómanskirkjuni, tí sum onkur av teimum segði aftaná, at tey vóru bangin fyri, at gingu tey ikki undir treytirnar hjá Claus Harms, so fingu tey ongan sáttmála.
Eg hugsaði mítt. Ótrúligt, sum fólk hevði skilt lítið av støðuni, sum hon veruliga sá út áðrenn fundin í Elduvík, at vit sótu við øllum teimum góðu kortunum í hondini; tað var eisini ótrúligt, at nevndin í føroysku sjómanskirkjuni ikki hevði størri ans fyri, at tað var tað føroyska fólkið, sum rindaði peningin fyri hetta starvið; men tað var ikki minni ótrúligt, at nevndin í føroysku sjómanskirkjuni ikki tryggjaði sær i sáttmálanum, at tað var tann før-oyska sjómanskirkjan, sum hevði tað stóra orðið í spurninginum um setanina av sjómansprestinum. Henda spurningin hevði eg longu reist í Keypmannahavn, og vóru Claus og Ronald greiðir yvir, at eitt slíkt krav eftir øllum sann-líkindum fór at koma í Elduvík.
Eg noyddist bara at ásanna, at mín illgruni áðrenn fundin bleiv so dyggiliga staðfestur; Claus Harms, hesin garvaði samráðingarmaðurin, fekk so lætt spæl, at Guð viti hvat hann hevur sagt við Ronald á veg niðuraftur til Dan-markar. Eitt hava teir í hvussu so er skálað uppá, at nú kundu teir seta tann í starv, sum teir vildu hava. Gott nokk høvdu teir í Elduvík sagt við teir fittu prestarnar, at ein innstilling í Føroyum fór at verða tikin í størsta álvara í Danmark, men teir fittu føroysku prestarnir høvdu einki kravt niður á pappírið. Tá ið Claus og Ronald lendu í Kastrup visti eg, at mítt hjartabarn var burturadopterað til skrivstovuna hjá donsku sjómanskirkjuni úti á Frederiksberg; men eg visti eisini, at eingin í nevndini fyri føroysku sjómanskirkjuna veruliga sá álvaran í eyguni; tey hildu væl standa til.
So var starvið lýst leyst. Eg var í døpurhuga og bíðaði til síðstu løtu at taka avgerðina. Søkti eg, so fóru mínir starvsfelagir at siga: "Hvat søgdu vit? Hatta var bara fyri at hann sjálvur skuldi hava starvið." Døpurhugin var so stórur, at eg ikki visti, hvat eg skuldi gera, og líka so ivandi var eg, tá ið umsóknin varð send avstað, tí hetta málið hevði eftirhondini kostað mær nógv stríð og nógv vónbrot. Eg hevði eitt bræv liggjandi, klárt at senda avstað, har eg gjørdi vart við, at eg tók umsóknina aftur.
Ivin vildi ikki sleppa mær og tíðin nærkaðist, at føroyska sjómanskirkjan skuldi gera sína innstilling millum umsøkjararnar. Eg visti, at tað vóru bert tríggir umsøkjarar, tveir føroyskir prestar, Andreas Andreasen og undirritaði, og ein danskur prestur, sum hevur búð í Danmark alt sítt lív, men hevur føroyska pápan. Henda vitan var eingin loynidómur fyri nakran, tí at mannagongdin er tann, at ein og hvør umsøkjari av prestastørvum hevur rætt til at vita hvørjir hinir eru.
Nú var eg í hvussu so er so mikið klókari, at valið kom undir øllum umstøðum at standa ímillum meg og Andrias. Hjørdis kom ikki uppá tal, tí at tað var eitt aðalkrav, at tað ikki var ein danskur, men ein føroyskur prestur, við neyvum innliti í føroyskum viður-skiftum, sum varð settur í starvið. Hetta vóru allir partar samdir um, eisini í Elduvík, tó at einki varð felt á pappír.
Nú vóru bert tveir dagar eftir til innstillingina. Tá frætti eg um eitt loyndarmál, sum danska sjómanskirkjan duldi sum mansmorð. Tá hvarv allur ivi. Eg gekk mær ein langan túr eftir Prestfjalli, tað gevur so góðan frið yvir sinnið at ganga í fjøllunum. Meðan eg gekk og leit yvir hav, mól loyndarmálið í heysinum á mær og var eg greiður yvir, at læt eg ikki umsóknina standa við, so sluppu Claus Harms og Ronald Pedersen frá tí einasta umsøkjaranum, sum teir veruliga ræddust. Og eg visti eitt aftrat, at Andrias Andreasen fór ongantíð at fáa starvið.
Seiggið kom í meg, eg vildi sleppa at byggja sjómanskirkjuna upp frá botninum av og geva hesum starvi eitt veruligt føroyskt andlit, bæði úteftir og inneftir. Men samstundis gjørdist tað mær greitt, at tað var ein keðilig støða fyri meg at søkja starvið, og ikki fáa undirtøku frá nevndini í føroysku sjómanskirkjuni, tí eg hevði verið so ómetaliga nógv involveraður í hesum máli.
Í nevndini fyri føroysku sjómanskirkjuna sita, sum sagt, fýra limir, tríggir av teimum eru mínir starvsfelagar. Eg helt meg vita, at tveir av hesum limum settu so stóran prís á mítt arbeiði í hesum sambandi, og vóru so glaðir fyri tað góða samstarvið okkara millum, at teir hildu tað vera púra nátúrligt at eg setti skjøtil á verkið í Hull, eisini við tí fyri eyga, at tann føroyska sjómanskirkjan kundi gerast meiri kend her heima. Tann triðja prestin í nevndini kendi eg væl, og hevði eg stóra virðing fyri - og setti eg viðkomandi stevnu.
Tað skuldi eg ongantíð havt gjørt.

(Framhald)