SØGULIGT ÝTI EITT DAPURT 50 ÁRA MINNI: Vikuskiftið 12. til 13. august 1961

Tey allarflestu minnast enn, tá ið Berlinmúrurin raplaði fyri brátt 22 árum síðani, altso tann 9. november 1989, men nú eru ikki so nógv, sum minnast, tá ið hann bleiv bygdur leygarnáttina millum 12. og 13. august 1961, tvs. fyri 50 árum síðani.

Tað loypti hvøkk á alla verðina, og serliga Vestureuropa vaknaði við kaldan dreym, sunnumorgunin tann 13. august 1961, tá ið fólk varnaðust tað monstrøsa ”byg-ningsverkið”, og hesin ýtisdagur fór bæði menniskjansliga og politiskt yvir í søguna sum tann størsti skemdardagurin undir tí sonevnda Kalda krígnum.

Præmissurnar - hví varð hann bygdur?
Hvussu kundu menn finna uppá nakað so vitleyst sum loysing mitt inni í Berlin við at býta stórbýin sundur í tveir partar av einum høgum longum píkatráðsklæddum múri, so familjur, vinir, arbeiðs-kammiratar, ja, sjálvt trúlovaði pør fingu kvett alt tað sociala sambandið eftir bara einari nátt.

Orsøkin skal finnast heilt afturi í 1945, tá ið tey fýra stórveldini høvdu býtt Týskland sundur í fýra hersettar partar, ein sovjetrussiskan, ein amerikanskan, ein franskan, og ein eingilskan sektor. Men tann fyrr so glæsiligi týski høvuðsstaðurin var tá blivin ein enklava inni í tí russiska sektorinum. Hetta dámdi Vesturheiminum lítið, tí tann gamli kulturbýurin, Berlin hevði so stóran symbolskan týdning, at bæði Frankaríki, USA og serliga Ongland við Winston Churchill á odda vildu hava hvør sín egna part av Berlin at ráða yvir.

Hetta førdi til drúgvar og beinharðar telvingar við Stalin, sum afturímóti stórum territorialum samsýningum gekk við til, at Berlin eisini bleiv býttur sundur í fýra partar, akkurát sum Týskland var tað frammanundan. Afturfyri henda favorabla politiska gambittin fingu russararnir m.a. flutt markið á teirra eysturtýska sektori eitt fitt petti í ein útsynning vestan.

Líkasum í Vesturtýsklandi smeltaðu eisini teir tríggir ”vestligu sektorarnir” í Berlin saman til eina næstan integreraða heild, sum fekk heitið Vesturberlin við ca. 2,4 mill. íbúgvum, meðan tann russiski sektorurin fekk heitið Eysturberlin við ca. 1,5 mill. íbúgvum. Tey fyrstu árini var ikki sørt av sambandi millum eystara og vestara partin. T.d. búðu og arbeiddu nógvir berlinarar í hvør sínum býarparti. Teir skuldu tó legitimera seg við sektormarkið til Eysturberlin. Vesturberlin var nú komin at liggja sum ein ”isolerað frí oyggj í einum glerkøldum kommunistiskum havi”, og skuldi, antin via autobahn ella tokferðslu, hava sínar allarflestu forsýningar fluttar líka úr Vesturtýsklandi gjøgnum kommunistiskt DDR-territorium. Hetta bleiv eitt stórt problem, tí Stalin avgjørt ikki ætlaði at forkela Vesturberlin. Tað førdi til nógvar blokadur og saboterandi seinkingar á bæði vegum og jarnbreytum. Stórveldini og fleiri av teirra smærru allieraðu hildu alsamt krisufundir um tær støðugt afturvendandi Berlin-konfliktirnar. Ofta vórðu fundirnir slitnir í illsinni av Stalin og hansara viðhaldslondum ella marionettum.

Kroniskt politiskt focus
Berlin gjørdist gjøgnum alla eftirkrígstíðina eitt politiskt focus, har alskyns stór-politiskar kreppur, intrigur, chikanur, rossahandlar, njósnarasøgur og úrslitaleysar samráðingar konstant avloystu hvørja aðra, soleiðis, at tað næstan ikki var ein vika, har Berlin ikki var forsíðutilfar í teimum flestu vestureuropeisku- og amerikonsku bløðunum. Man tosaði um og vandi seg við ta permanentu Berlinkrisuna sum eina ”náttúrliga politiska sjálvfylgju”!
Tað kom serliga til skarpskeringar summarið 1948, tá ið kommunistisku londini við Stalin á odda stongdu allar landrutur millum Vesturberlin og Vesturtýskland, soleiðis at øll vøra til vesturberlinararnar mátti flúgvast inn frá Frankfurt, München ella Hamburg. Tiltakið fekk heitið Luftbrúgvin og stóð við líka til summarið 1949, tá ið Stalin knappliga slepti hvørkratakinum um Berlin og lat landruturnar uppaftur. Vesturberlinararnir, sum fá ár frammanundan høvdu verið vanir við ógvisliga bum-bing úr erva, kalladu hesi populeru flogførini fyri ”rosinubumbarar” og vóru sera takksamir fyri ta resoluttu og effektivu lofthjálpina, teir fingu vestanífrá! Men Berlin-konfliktirnar blivu við, og tónin millum oddamenn frá báðum býarpørtum gjørdist beiskari og hvassari fyri hvørt ár, sum gekk.
Í 1949 kom ein fíggjarreformur, har alt Vesturtýskland pluss Vesturberlin aftur fekk sær D-markin sum felagsvaluta. Fyrsta oktober sama árið skipaði tann russiski sektorurin við Eysturberlin seg so afturímóti sum eitt ríki, og tað ”landið” fekk sær tað dupultkonfektaða navnið Tann demokratiska Fólkarerublikkin, DDR.
Við tí ovurstóru vesturtýsku framgongdini í industriellari framleiðslu batnaðu livikorini rættiliga skjótt vestanfyri; harafturímóti stagneraðu lønirnar, bædi í DDR og Eysturberlin, og vørufor-sýningin bara versnaði.
Hetta førdi m.a. í 1953 til eitt summarverkfall í Eysturberlin, har arbeiðsmenn og byggihand-verkarar kravdu somu lønarsømdir sum í Vesturberlin. Tað endaði við einum blóðigum saman-bresti millum teir eysturberlinsku arbeiðsmenninar og teir kommunistisku lakajarnar hjá Stalin, har friðarligir demonstrantar vórðu brutalt niðurslignir og summir dripnir tann 17. juni 1953. Hetta var fyrstu ferð, at fólk í tí kúgaða Eystureuropa tordu at reisa seg móti tí kommunistiska dikta-turinum. Eftir henda sorgartilburðin fekk tann vestari parturin av tí stásiligu gøtuni, Unter den Linden navnaskifti til Strasse des 17. Juni, sum hon eitur tann dag í dag. Dagurin 17. juni er seinni blivin minnis- og frídagur fyri allar berlinarar.

Willy Brandt kemur á politiska verðinspallin
Í 1957 gjørdist tann dynamiski javnaðarmaðurin, Willy Brandt yvirborgmeistari í Berlin. Hann hevði sjáldsamt politiskt handalag, og fór systematiskt undir diplo-matiska telving við bæði eystan- og vestanveldini. Hann dugdi væl at samráðast báðar vegir og fekk fleiri djarvar reformar burturúr. Hann fekk liberaliserað nógvar tápuligar restriktiónir í tí strævna sambandinum millum Eystur- og Vesturberlin, og í hansara tíð gjørdist Vesturberlin næstan sum ein politiskur- og diplomatiskur høvuðsstaður fyri alla verðina. Hann hevði so góða fólkaeydnu, eisini millum eysturberlinarar, at russararnir ræddust hann beinleiðis sum politikara. Willy Brandt fekk slíka fólkaeydnu, at hann allarhelst var tann mest populeri politikarin í Europa í eftirkrígstíðini, eisini millum eysturber-linarar, í meira enn tíggju ár.
Hetta dámdi hvørki russarum ella teirra eystureuropeisku vasallum, sum fryktaðu fyri, at hansara popularitetur skuldi smitta eystanfyri jarntjaldið. Longu heystið eftir í 1958 royndi Nikita Khrustjov at forskrekkja Willy Brandt við hørðum nervakríggi um Berlin, har russiski leiðarin m.a. skjeyt upp, at allur Vesturberlin bleiv innlimaður í DDR.
Men Willy Brandt lat seg ikki intimidera, og stóð sum ein óvikiligur klettur, tí hann visti, at hann moralskt bæði hevði vestur- og eysturberlinarar aftanfyri seg! Sum frá leið noyddist Khrustjov at bakka og tordi ikki ordiliga at bjóða Willy Brandt av, tá ið hann sá, hvussu stálsettir vesturberlinararnir fylktust við teirra hugdjarva yvirborg-meistara.
Willy Brandt stóð nú mitt í Kalda krígnum í tí politiska andglettinum sum ein einsamallur risi, sum bæði Vestur- og Eysturheimurin respekteraðu og lurtaðu sera gjølla eftir! Men Vesturberlin fekk undir hansara stýri so høgan livifót, at vestur-berlinarar fóru næstan fram um aðrar vesturtýskarar í materiellum livifóti. Kom-munistarnir eystanfyri skuldsettu vestanveldini fyri at brúka Berlin sum eina gigantiska kapitalistiska reklamu, eitt hyggivindeyga, har øvundsjúkir eysturberlinarar kundu fáa brell eftir tí vesturtýsku materiellu yvirflóðini.
Tað privatkapitalistiska vørumeingið bleiv útstillað, serliga á Kurfürstendamm, har øll tey størstu handilshúsini í Vestureuropa og USA høvdu sínar risastóru deildir. Sagt varð, at Kurfürstendamm tá kappaðist við sjálva Champs Élysée um at vera verðsins dýrasta og mest hábærsliga handilsgøta. Úrslitið gjørdist, at nógvir eysturberlinarar og eisini aðrir DDR-borgarar valdu at flýggja vesturum, og tað bar framvegis væl til í Vesturberlin, sum jú hevði flog-samband við Vesturtýskland fleiri ferðir um dagin. Serliga tey ungu, sum høvdu fingið góða gratis útbúgving eystanfyri, eitt nú læknar og ingeniørar valdu at flýggja til tað ríka Vesturtýskland, har lønarlagið fyri lidnar akademikarar var nógvar ferðir hægri enn í Eysturtýsklandi.
Eysturtýskland bleiv eftirhondini drenað fyri vælkvalificeraða arbeiðsmegi, og materielt orkaði DDR slett ikki at fylgja við tí supereffektiva Vesturtýsklandi.

Tað ”fría” fongslið hjá Walther Ulbricht
Sum fyrr nevnt, valdu kommunistarnir tí við Walther Ulbricht á odda tann óhugnaliga og desperata útvegin vikuskiftið tann 12. til 13. august 1961.
Í berum ráðaloysi fann Ulbricht uppá at gera DDR til eitt ”fongsul” við at byggja ein næstan 150 km langan MÚR rundan um tað ”veika” liðið í stikinum hjá DDR, nevniliga Vesturberlin og stongdi alla vanliga samferðslu millum báðar býarpartarnar. Officielt var grundgevingin, at man vildi verja sínar borgarar og halda dekadenta vestliga ávirkan úti, men reelt var tað tí, at man vildi stika sínar egnu borgarar inni í tí sonevnda ”kommunistiska paradísinum”, sum fólkið ikki skoytti um og flýggjaði frá!
Í múrinum vóru átta ”hol” ella gjøgnumgongdir, sum vóru vardar av sterkt vápnaðum kontrol-lørum. Eitt av portrunum var bara brúkt av fólki, sum ikki høvdu týskt pass. Tað lá við ta fyrr so hábærsligu Friedricksstrasse, og hetta portrid bleiv kent undir navninum, Checkpoint Charlie. Sjálvt um Múrurin var væl vardur lukkaðist kortini nøkrum hundrað uppfinnsomum fólkum at flýggja vesturum. Men meira enn 150, sum royndu at flýggja, vórðu dripin. Áðrenn Annað verðinskríggj sat býarstýrið fyri Berlin í tí monumentala bygning-inum, Rotes Rathaus, nærhendis Alexander Platz, men aftaná sektorbýtingina var tað Ráðhúsið komið at liggja langt inni í Eysturberlin, so tí máttu vesturberlinarar fáa sær eitt annað ráðhús úti í býarpartinum Schøneberg. Á hesum ráðhúsi sat Willy Brandt, yvirborgmeistari og stýrdi Vesturberlin við kønari hond í næstan tíggju ár. Seinni gjørdist hann kanslari í øllum Vesturtýsklandi
Bert sløk tvey ár aftaná, at kommunistarnir høvdu bygt Berlinmúrin, nevniliga tann 26. juni 1963, bleiv plássið frammanfyri Schøneberger Rathaus ein politiskur verðinspallur, tá ið tann amerikanski presidenturin, John. F. Kennedy helt sína viðgitnu røðu á ráðhúsbalkongini undir liðini á Willy Brandt. Áhoyraraskarin var yvir eina hálva millión.
Kennedy segði orðarætt: ””Fyri 2000 árum síðani var tað stoltasta, eitt menniskja kundi siga: ”Civis Romanus sum”. Í tí fríu verðini í dag, er tann stoltasti setning-urin: ”Ich bin ein Berliner”. Allir fríir menn eru borgarar í Berlin, hvar enn teir búgva, og sum fríur maður, sigi eg tí við stoltleika hesi orðini: ”Ich bin ein Berliner”. ”” Fagnaðurin var ovurstórur, og hóast tað í DDR var strangliga forboðið at hyggja eftir vesturtýskum TV, so fylgdi meginparturin av eystur-berlinarum væl við fundinum á Schøneberger Rathausplatz.

Fram ímóti glasnost og perestrojka
Spenningurin um Berlin linkaði ikki nógv, fyrr enn í 1973, tá ið Willi Stoph kom til valdið eystanfyri. Hann var samráðingarfúsur pragmatikari og hevði næstan hjartaligar telvingar við Willy Brandt, sum tá var blivin kanslari í Vesturtýsklandi.
Willy-Willi relatiónin gjørdist populer, báðumegin MÚRIN, men tað kølnaði aftur, tí Willi Stoph ikki hevði meiriluta aftanfyri seg í Pankow, og longu í 1976 skumpaði tann kompromisleysi betongkommunisturin Erich Honecker tann skilagóða taktikaran Willi Stoph til viks. Honecker ræddist Willy Brandt, og vildi tí ikki hoyra talan um nakran avspenning. Tvørturímóti. Hann bardist systematiskt móti øllum reformum líka til 1985, tá ið Gorbatjov var komin til valdið í Sovjetsam-veldinum og fór at tosa um glasnost og perestrojka.
Hesi orðini passaðu als ikki Honecker, men bæði eysturberlinarar og aðrir DDR-borgarar høvdu forstaðið boðskapin frá Gorbatjov, og tað kom tí til fleiri og fleiri demonstratiónir í DDR, har fólkið alsamt kravdi liberaliserandi reformar í tí vanliga vøruknappa gerandisdegnum.
Stutt eftir var amerikanski presidenturin, Ronald Reagan í Vesturberlin og helt eina røðu beint við Berlinmúrin, har hann teatralskt heitti á Gorbatjov og bað hann, sum skjótast fáa skrætt Berlin-múrin niður. Betongbandin hjá Erick Honecker visti væl, at teir ikki kundu klára at basa einari politiskari revolutión í DDR við vápnamegi, uttan so, at teir fingu sterkan militeran stuðul frá Sovjetsamveldinum. Og tað var við at gerast rættiliga ivasamt, um Gorbatjov vildi koma Honecker militert til hjálpar, so borgararnir í øllum DDR gjørdust meira og meira ófriðarligir; teir skipaðu fyri kolossalum demonstratiónum í teimum stóru eysturtýsku býunum, Leipzig, Dresden og Rostock. Tað harðnaði alt summarið 1989, tá ið Honecker & co vóru farnir at fyrireika 40-ára dagin hjá DDR, sum skuldi haldast tað sama heystið. Men tað forsónliga orðalagið hjá Gorbatjov gav eysturtýska fólkinum dirvi. Tey ressaðust og vildu ikki akta meira. Nógv flýggjaðu við sínum eyðmjúku Trabant-bilum gjøgnum Ungarn til Eysturríkis og gjøgnum Tjekkaland til sjálvt Vesturtýskland. Fólkatalið í DDR minkaði eftir stuttari tíð við fimm-cifraðum tølum.

Panikkur í Pankow
Pankow-bandin hjá Erick Honecker var nú so illa sperdur, at tað var næstan natúrligt, at menn tann viðgitna 9. november 1989 kapituleraðu av tí friðarliga fólkatrýstinum og fyrst lótu portrið við Bornhomerstrasse upp, so eysturberlinarar fyri fyrstu ferð í 28 ár kundu streyma inn í Vesturberlin og ta vesturtýsku materiellu yvirflóðina. Stutt eftir herjaðu djarvir eysturtýskir ungdómar eisini á við sjálvt Brandenburger Tor og skræddu píkatráðin burtur. Ta fantastisku náttina gloyma europeiskir TV-hyggjarar aldrin. Tey allarflestu programm vórðu heilt strikaði, og vit hyggjarar sluppu at fylgja við í verðsins higartil størstu fest líka til tann ljósa morgun. Næstan eingin eysturberlinari undir 28 ár hevði nakrantíð sæð Kurfürstendamm, og nógv løgdu seg á knæ, meðan onnur grótu, tá ið tey fyrstu ferð settu fótin á ta ævintýrligu skreytgøtuna. Hetta kvøldið vórðu afturlatingartíðirnar suspenderaðar, og fólk skemtaðu alla náttina. Tað, sum síðani er hent, er ein heilt onnur søga, men ta søguna, kenna vónandi tey flestu.
Europa og meginparturin av verðini hevur ongantíð líkst sær sjálvum, aftaná Berlinmúrin. Í dag er hann bara eitt andstyggiligt minni um eina beiska eftirkríggstíð, men vit hava øll fingið ein heilt øðrvísi gerandisdag, tí at Berlinmúrurin fall. Kortini eru í Berlin enn andilig minni um múrin, og sum berlinarar taka til, so tekur tað longri tíð at beina fyri ”Der Mauer im Kopf”. Annars setti tann søguliga hendingin ferð á eina dominoeffekt, sum fekk alt tað kommunistiska Eystureuropa til at kollapsa, men tað er so aftur ein heilt onnur søga.
Fyri teir ungu europearar, sum ikki hava upplivað Tað kalda Kríggið eru hendingarnar við Brandenburger Tor tann 9. november í 1989 reelt at samanbera við eitt ”ár null”, tí tá fekk alt teirra ættarlið eitt nýtt perspektiv, eina fundamentalt øðrvísi framtíð, enn nakar av okkara ættarliði hevði torað at droymt um.
Frásøgan um Berlinmúrin er ein so altavgerandi táttur í europeiskum politikki, at skúlar í flest-øllum europeiskum londum hava hildið tað verið neyðugt at hava Berlin á skránni sum fast pedagogiskt tiltak m.a. av preventivum politiskum grundum. Tí øll mugu vit royna at læra av tí turbulentu eftirkrígstíðini. Nógvir skúlar hava ofta pedagogiskan dag um Berlin, aðrir hava vikutiltøk, meðan onkrir skipa fyri beinleiðis ekskursiónsferðum til býin. Fyri tey, sum hava ráð til tað, er hetta tann besta undirvísingin, tí onga aðrastaðni í verðini, burtursæð frá tí antikka Rom, er politiska søgan so livandi tilstaðar, sum hon er í Berlin. Tað eigur at vera ein fastur táttur hjá studentaskúlanæmingum og kanska serliga journalistanæmingum at vitja tann týska høvuðsstaðin fyri at erkenna søguna og dubba seg til politiska formidling. Vit eru øll, men serliga tað unga ættarliðið í stórari søguligari skuld til tey djørvu fólk, sum við friðarligum trýsti noyddu teir kommunistisku tyrannarnar at lata MÚRIN upp tað ógloymiliga hóskvøldið í november 1989.

20. august 2011