verður skjótt aðalorðaskifti á Føroya Løgtingi um Sosialmál. Tað fortaldi Helena Dam á Neystabø, heilsumálaráðharri, løgtinginum mikudagin. Tað var Dan Petersen, løgtingsmaður, sum spurdi hana, nær orðaskiftið [...] segði, at fyrst skuldi orðaskiftið verða í desember, men tað varð av ongum. Hann segði, at javnaðarflokkurin hevði gjørt vart við, at 3. desember var altjóða dagur teirra brekaðu. Samstundis varð fýlst á [...] ifti, arbeiðsmøguleikar o.a. Tá ið desember var farin aftur um bak, spurdi Dan Petersen, hvat varð av tí ætlaða orðaskiftinum. Tá fekk hann at vita, at tað skuldi verða í februar. Nú er mars mánaði farin
at 1100 áskoðarar vóru í høllini, og tað er á leið tað sama, sum var í høllini í 1983, tá Kyndil og VÍF spældu seinasta dyst um meistaraheitið tað árið. At tað var spenningur um dystin sást eisini við [...] Danielsen, sum stóð ein kanóndyst. Hann var framúr tryggur í málinum, og í ávísum tíðarbilum í dystinum, var tað hann, sum helt strandingar inni í dystinum, tá tað stóð á at fylgja við úti á vøllinum. Tí [...] sindur ov nógv og tað sá einu løtuna út til, at tað var ov lítil futtur í. Men alt hetta broyttist so skjótt. Í álopinum hvødu teir trupult at fáa høgru síðu við í fyrra hálvleiki, og tað gjørdi at ov nógv
skuldi ikki ganga. Tað bleiv alsamt týðiligari, at HB fór at fáa eitt avgerandi gjøgnumbrot, og tá tað so hendi, var tað ungi áleyparin Andrew av Fløtum, sum var í miðdeplinum. Hálvleikurin var um at vera komin [...] fótin á. Tað gjørdi hann so, men bólturin fór við síðuna av málinum hjá Waldemar Nowicki, sum hevði fleiri bjargingar í serklassa. Ein kundi sagt, at tað var hann, sum helt B71 inni í dystinum, men tað er ikki [...] sum væntað ? HB vann 2-0 ? so var lítið at síggja av spælinum, sum gjørdi HB til bæði meistara og steypavinnara í fjør. Tað hoyrir sjálvandi eisini við til søguna, at hetta var fyrsti veruligi dysturin á
hjálp. Tað er stuttligt at síggja í hesum døgum, tá mótin sigur at útlendskir venjarar eru »in« Lotte lyftur liðið Hjá kvinnunum var spenningurin ikki í nær námind av tí hann var hjá monnum. Kyndil var langt [...] Havnar við ongum. HSF hevði sent gull- og bronsumerkini inn á Skála. Hetta var eisini í lagi, um so var, at Kyndil vann, men tað var ikki í lagi, um StÍF vann. Hetta er ein háðan og líkasæla móti hesum báðum [...] partvís avgjørdu hvør tað skuldi verða. Longu í grundspælinum sást ein greið ábending um at hetta kappingarárið var nakað heilt serligt hjá monnunum, og tað vísti seg at halda til seinasta dyst. Sum nevnt
hug at koma við. Tað var spennandi, tí Faroe Boys var nakað, ein sá upp til, tað var toppurin tá, so beinleiðis at verða biðin at koma úr Framtíðini í Vági, og inn í hjartað í Havnini, tað ávirkaði, minnist [...] døgndrift, hann var altíð har. Tað er ikki vert at tosa um, hvat hann fekk fyri tað. Tað var idealisma, ið dreiv verkið. Varð hann betri stuðlaður, so kanska hevði verið betri og hann hevði verið longri í Føroyum [...] Sjónleikarhúsið, tað besta hølið, ið var tá, men ikki sunnukvøld, tí tá spældi Gággan, men mikukvøld. Tosar ein við fólk í dag, so meta nógv, at hetta var eitt kvøld, ið sæð varð fram til. Og tað var pakkað við
FC Keypmannahavn og Jákup Mikkelsen úr Herfølge, hava gjørt tað fleiri ferðir, men hetta var so fyrstu ferð, at tveir suðuroyingar hittust. Tað er eisini stuttligt at staðfesta, at bæði Jan Allan og Jón [...] landsliðnum í august mánaða í 1992, tá ið mótstøðuliðið var Ísrael á Svangaskarði, og eitt ár seinni var hann við á liðnum, sum tapti 0-7 fyri Noreg inni á Toftum. Jan Allan hevur boðað frá, at hann ikki longur [...] sínum frá fyrsta bríksli, og báðir spældu teir í álopinum. Tað er eisini í álopinum, at vit kenna Jan Allan best, meðan Jón í Føroyum fyri tað mesta hevur spælt á miðvøllinum, bæði hjá TB og á tær báðar
so nógv. Tola vit tað? Munnu tað ikki vera nógvir aðrir kostnaðir enn lønin hjá slitmanninum, m/k, sum undirgrava kappingarførið í teirri føroysku business-verðini. Eg blaðið longri fram ígjøgnum Sosialin [...] eitast at umboða ein verkamannaflokk er - so ómøguligt tað ljóðar - næstan verri enn stavnamaður fólkafloksins. Hann vil hava, at tey, sum hava tað tyngsta arbeiði, skulu hava minst í løn. Ovast á forsíðuni [...] lønarkrøvum sínum, tí tað kemur at ganga út yvir kappingarførið. Lønin í Føroyum er ov høg sammett við lønina í londunum rundan um okkum, siga teir. Eg má spyrja: hvar er hon lægri enn her? Tað er jú ein svørt
heildin er komin í ringt orð, og tað er ikki so ofta, at harkaliðið í bygdini ger nakað um seg. Ungu fuglfirðingarnir halda, at tað er minni um harkaliðið nú, enn tað var fyrr, men gera teir nakað um seg [...] hevur ein hug til at undrast á, hvat tað er, sum gongur fyri seg inni í høvdinum á einum persóni, sum ber seg at soleiðis, sum hesir víðagitnu fuglfirðingarnir gera. Tað er uttan iva eisini so, at fólk flest [...] næstan skammast við at siga, hvagani tey koma. Men hvussu hava ungfólk í Fuglafirði tað við hesum ótangunum, og er tað so, at fólk í Fuglafirði eru bangin fyri hesum monnum? Yngd hevur hitt tveir ungar
fyri einum fimm árum síðani. Ikki tað at eg sjálvur roknaði tað sum ein vana, men heldur tað, at tað varð roknað sum ein lítil katastrofa, um eg ikki vann. Tí var tað, at eg í nøkur ár ikki luttók í FM [...] spurningurin, um tað, tá tú hevur vunnið FM fimm ferðir, ikki er vandi fyri, at tað kann gerast ein vani at vinna FM. Og Heini Olsen skilur væl, hvat tað er, sum vit sipa til: ? Tað var nakað av hasum, [...] í altjóða telving eru nógv broytt, og tað hevur verið til tað verra fyri telvararnar. Í dag eru tað nógv færri, sum kunnu liva av at telva, enn tað vóru fyri t.d. einum fimtan árum síðani. Íslendingar eru
nýtslu. Onkur tók til undir arbeiðssteðginum: »Vit eru bara alt og fitt verkfalsfólk«. Og tað kann vera nakað um tað. Lygn og virus Men eins og eitt virus spjaðist millum eitt fólk, sum beinsjúka (influensa) [...] fakfeløg taka undir við okkum í arbeiðssteðginum, og ikki so fá feløg uttan fyri landoddarnar við. Tað syrgiligasta av øllum er tann sannroynd, at bæði millum tey mongu, sum óvirkin hyggja at og eisini [...] funnir: Tjóðveldisflokkurin, fullveldishugsjónin og so Karsten Hansen. Nú vil eg beinanvegin siga, at tað er mær ein sera fjarur tanki at skriva nakra verjurøðu fyri sheriffin úr Klaksvík, ið av orsøkum, sum