Eftir at hava lisið Sosialin, kom gallið í meg. (Mær dámdi sera væl lesarabrævið hjá Eyðálvi Kára Nielsen úr Rituvík).
Fíggjarmálaráðharrin, ið skal eitast at umboða ein verkamannaflokk er - so ómøguligt tað ljóðar - næstan verri enn stavnamaður fólkafloksins. Hann vil hava, at tey, sum hava tað tyngsta arbeiði, skulu hava minst í løn.
Ovast á forsíðuni á Sosialinum sigur ein maður á milliónastigi, at tey meinigu mugu vera varin í lønarkrøvum sínum, tí tað kemur at ganga út yvir kappingarførið. Lønin í Føroyum er ov høg sammett við lønina í londunum rundan um okkum, siga teir.
Eg má spyrja: hvar er hon lægri enn her? Tað er jú ein svørt lygn, ið er søgd so ofta, at sjálvt vit, sum vita betur, eru líka við at trúgva hesi lygnini. Allright - lønin er lægri í Íslandi, men íslendingar noyðast eisini at arbeiða dupult so nógv. Tola vit tað?
Munnu tað ikki vera nógvir aðrir kostnaðir enn lønin hjá slitmanninum, m/k, sum undirgrava kappingarførið í teirri føroysku business-verðini.
Eg blaðið longri fram ígjøgnum Sosialin. Á síðu 8 og 9 las eg um, at 180 fólk bíða eftir at sleppa inn á Ellisheimið í Havn - nøkur líka síðan 1990. Á Lágargarði er sama skilið - har standa 158 fólk á bíðilista.
Fyri kortum segði Katrin Holm frá sínum trupulleikum. Hon verður mangan hótt av kroystum foreldrum, ið ikki vita síni livandi ráð.
Vit vita, at hesi viðurskiftini eru tey mest átrokandi - t.e.: tørvurin hjá børnum okkara undir seks ára aldur og hjá teimum, ið hava stríðst og strevast øll síni bestu ár, og eru slitin av einum strævnum lívi, tey verða skúgvað til viks ferð eftir ferð. Hvørja ferð er tað tí, at okkurt annað er meira umráðandi at brúka skattapeningin til. Eitt nú at byggja nýtt løgtingshús, (og hetta hevur einki at gera við, hvussu arkitektarnir hava loyst sína uppgávu.
Flott arbeiði haldi eg). Tað sær út til, at jú meira lønin hjá løgtingslimum veksur, minni verður teirra viðbrekna heilsa før fyri at standa ímóti gjóstri úr punkteraðum termorútum og skeivt konstrueraðum innbúgvi.
Løgtingsformaðurin segði fyri opnum sjónvarpsskermi - hóast 7.000 mótmæltu - at hann var karvandi líkaglaður, um hetta prestisjuprosjektið kostaði 100 ella 150 milliónir - tað skal gerast - arrogant - haldi eg.
Eitt annað líka ørt prosjekt er vegurin ímillum Kirkjubø og Havnina. Tað er púra óneyðugt. Tann gamli vegurin er ivaleysa góður, sum hann er til krøvini. Verður hann brúktur sum ferðslulógin krevur: at ferðast lógliga eftir umstøðunum, so er trygdin ikki verri enn á teirri autostraduni, sum nú verður gjørd. Heilt nakað annað er, at tann gamli vegurin er so vakur, at hann skuldi verið friðaður.
Skattaborgararnir eru ikki eftirspurdir. Hetta er bara sett í verk - so kunnu gásadalsfólk og svínoyingar gera sær sínar tankar.
Nú ætli eg mær ikki at fylla blaðið við mínum illsinnisglepsi. Onnur, ið eru líka ill, skulu eisini sleppa framat. Eg vil bara undirstrika, at tað er heilt forbannað irriterandi altíð at fáa at vita frá nøkrum heilt fáum í milliónaklassanum, at tey lægstløntu her á landi skulu ansa sær fyri ikki at seta ov stór krøv.
Thomas Michael Smith