Fara skjótt at tosa um sosialmál.

Aðalorðaskiftið, sum skuldi vera í tinginum um sosialmál er seinkað fleiri mánaðir.

Nú verður skjótt aðalorðaskifti á Føroya Løgtingi um Sosialmál.

Tað fortaldi Helena Dam á Neystabø, heilsumálaráðharri, løgtinginum mikudagin.

Tað var Dan Petersen, løgtingsmaður, sum spurdi hana, nær orðaskiftið um sosialpolitikk, sum tinglimir hava bíðað so leingi eftir, verður.

Hann segði, at fyrst skuldi orðaskiftið verða í desember, men tað varð av ongum.

Hann segði, at javnaðarflokkurin hevði gjørt vart við, at 3. desember var altjóða dagur teirra brekaðu.

Samstundis varð fýlst á, at Landsstýrið hevði onki gjørt fyri at gera vart við støðuna hjá teimum brekaðu.

? Tá boðaði Helena Dam á Neystabø løgtinginum frá, at Landsstýrið ætlaði at skipa fyri aðalorðaskifti í tinginum um føroyskan sosialpolitikk seinni í desember mánaða.

Skrivast skuldu frágreiðing, sum skuldi lýsa viðurskiftini hjá brekaðum, og hvussu, vit bøta um tey. Hendan frágreiðingin skuldi vera grundarlagið undir orðaskiftinum. Nýggj forsorgarlóg skuldi gerast, eins og nýggj barnaforsorgarlóg.

Skapast skuldi lógarkarmar fyri tilveru teirra brekaðu, bústaðarviðurskifti, arbeiðsmøguleikar o.a.

Tá ið desember var farin aftur um bak, spurdi Dan Petersen, hvat varð av tí ætlaða orðaskiftinum.

Tá fekk hann at vita, at tað skuldi verða í februar.

Nú er mars mánaði farin at halla, og enn hevur onki orðaskifti verið.

Tí vildi hann hava at vita nær hetta orðaskiftið verður.


Áðrenn Ólavsøku

Helena Dam á Neystabø segði, at hon mátti bara ásanna, at tað hevði tikið longri tíð enn ætlað at skriva frágreiðingina, sum orðaskiftið skuldi byggja á.

Hon segði, at fyrisitingin hevði havt nógv at gera við lógarsmíði og teimum dagligu uppgávunum annars.

Men nú kom eisini verkfall. So skjótt tað er liðugt, verður seinasta hond løgd á frágreiðingina, og so verður hon løgd fyri tingið.

Sostatt verður orðaskiftið í hesi tingsetuni, segði Helena Dam á Neystabø.

Sjálv metti hon, at tað verður ein av fyrstu døgunum aftaná, at verkfallið er liðugt.